Í Tinganesi má Jógvan við Keldu ikki fáa longt sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi

   

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin
????????

Letur løgmaður standa til og góðtekur verandi arbeiði við útlendingamálum, so hevur hann samstundis sagt, at mannagongdin er í lagi, nóg virðilig og nóg menninskjanslig.
Tað, sum fer fram nú, rakar ikki bara politisku skipanina, men ósek fólk, sum ein fyri og annar eftir verða tikin upp við rót og send av landinum. Við rót er heldur ikki ov nógv sagt, tí tað er veruliga her, at fólkini eftir hondini hava fest røtur. Tey eru ikki til byrðu fyri nakran, tey nassa ikki, tey vilja bara arbeiða her og annars virka og liva sum familjur flest. Men, sambært landsstýrinum, eru tey ikki av tí føroyska mergjaða fólkaslagnum, og tí er ikki rúm fyri teimum.
Løgmaður er hann, sum setur og loysir landsstýrisfólk úr starvi. Veit ikki hvørji minsta krøv, hann setir, fyri at ein kann verða sitandi sum landsstýrismaður. Men dømi um ein, sum tol ikki var til, var Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum. Hann varð koyrdur úr landsstýrisembætinum við tí grundgev-ing, at hann ikki gav landsstýrinum neyðugan arbeiðsfrið.
Nú veit eg ikki, um løgmaður heldur, at útinnandi valdið av útlendingamálum gevur landsstýrinum arbeiðsfrið. Men tað gevur í øllum førum ikki føroyingum og enn minni útlendingum sálarfrið. Tað koma stútt og støðugt tíðindi um, at nú er aftur ein útlendingur koyrdur av landinum. Fólk, sum hava fest røtur her, børn sum duga og brúka føroyskt sum sítt móðurmál, børn sum bara hava føroysk vinfólk, vaksin fólk sum hava framúr góð arbeiðsevni og hegni verða uppá strípu koyrd av landinum.
Men sigur landsstýrið, føroyingar eru av slíkum slag, at tað helst ikki má blandast við onnur. "Her býr eitt merkja fólkaslag" syngja sumbingar. Men eitt eigur landsstýrið at vita, at tað føroyska fólkaslagið verður ikki leingi mergja, um vit hava sum mál at byrgja okkum inni og ræðast alt útlendskt og ræða tað av landinum.

Er landsstýrismaðurin ikki undir umsiting:
Herfyri var landsstýrismaðurin tikin til forhoyr hjá umboðum fyri hinar flokkarnar í samgongu. Evnið var útlendingapolitikkur samgongunnar. À fundinum fekk landsstýrismaðurin at vita, at so leingi nýggj avtala ikki var gjørd, skuldi hann halda seg til førda útlendingapolitikkin, sum var galdandi áðrenn sitandi samgonga tók við. Landsstýrismaðurin var soleiðis settur undir umsiting.
Tá hugsaði eg við mær sjálvum: "Gud viti, hvussu leingi ein landsstýrismaður kann føra ein politikk, sum hinir í samgonguni vilja hava, men sum ein sjálvur er ímóti, men sum hann kortini hevur evstu ábyrgd av". Og nú í vikuni síggja vit so landsstýrismannin í útlendingamálum í sínum egnu skóm aftur, og uttan himpr blakar konu og dóttir av landinum, sum hava verið her í seks ár.
Annað dømi hesa vikuna, er ein framúr kvalifeseraður maður, sum hevur verið her og gjørt eina føroyska- italienska orðabók. Og soleiðis flutt móðurmál okkara yvir til italienskt. Ein framúr menning av mentanarliga førleika okkara. "Men" sigur landsstýrið "vit hava ikki brúk fyri slíkum kapasiteti. Ùt við tær!".
Og tað noyðist hann so eisini fyrsta dagin!
Annað dømi er ein mamma í Runavík, sum hevur fingið durafjórðingin. Sonurin hevur framúr bóklig evni, tosar flót-andi føroyskt, og fekk toppkarakterir í Studentaskúlanum. Men tað leggur Jógvan einki í. Tey eru ikki av ektaðum uppruna, og tí skulu tey útvísast!
Nú sigi eg ikki, at fólk við evnum, sum skara framúr, skulu viðgerast øðrvísi enn onnur. Men dømini vísa, at landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja tað góða og mennandi í at hava góð sambond við onnur og harvið eisini knýta vinar og ættarbond.
Hugsið tykkum um føroyingar sum eru búsitandi í øllum heimsins londum, fingu somu viðferð, sum vit sína útlendingum her heima.
Mín áheitan er tí, at løgmaður tekur stig til, at tær útvísingar av útlendingum, sum landsstýrismaðurin higartil hevur tilmælt, verða uppafturtiknar til viðgerðar og útvísingin annulerað. Og um landsstýrið so vil hava nýggja mannagongd viðvíkjandi arbeiðs og uppihaldsloyvum, lat so mannagongdina, sum var áðrenn tit tóku við verða galdandi til ein nýggj er funnin.
Heldur landsstýrismaðurin seg ikki til slíka avtalu í landsstýrinum, eigur hann ikki at fáa longt sítt arbeiðs og uppihaldsloyvi í Tinganesi!