haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan [...] ásannar eisini, at tað ikki er hetta, sum rekur hann á vøllin: - Satt at siga, so er orsøkin til at eg framvegis spæli á fyrstu deild er tann, at hugurin ikki er til reka burtur. Treytin fyri at sleppa við [...] til at vinna einasta meistaraheitið felagsins. Í 1981 varð hann biðin um at koma til Svøríks at spæla við Sleipner, sum helt til í næstbestu svensku deildini. Afturkomin í 1982 varð hann settur sum spælandi
altjóða luttøku næsta kappingár. Í kappingini, sum tað nú verður farið undir, vil tað siga, at tann, sum vinnur finaluna 30. august, tryggjar sær rætt at taka lut í europeisku kappingini á sumri í 2015 [...] n er møguleikin hjá teimum smáu at kappast á jøvnum føti við tey stóru. Harvið er eisini møguleiki fyri, at tey smáu við at spíla seg út ella at spæla yvir evni, sum tað verður tikið til, kunnu basa [...] snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna FM og so um at vinna steypakappingina. Umframt heiðurin av at vinna og róman kring sigursharrarnar, so telur tað serliga nógv, at sigur í steypakappingini veitir
fiskiútgerðini - snørinum - sum liggur á bekkinum har frammi. Men tað yngra ættarliðið hevur - teimum so líkt! - hug at royna nakað annað. - Eg plagi at brúka tráðuna. Tí satt at siga, so roynist hon nógv betri [...] riggaðu til at fara á flot í góðveðrinum. Báturin er úr glasfipri og kom fyri umleið 35 árum síðani úr Kaldbak. Útgerðin varð tveitt umborð, og var tann yngri nú í ferð við at fáa páhangsmotorin at starta. [...] beinir bátin á fiskileið: - Eg havi altíð roknað við, at hann fór at hava áhuga fyri sjólívinum, slær hann fast. Spurningurin er so, hvat framtíðin fer at bjóða hesum unga. Fyrst skal 10. skúlaárið fáast frá
siga tað. Teir brúka hálvan triðja ella tríggjar tímar um at ganga niðan, og so tekur tað bara fáar minuttir at koma oman aftur. Ein lættari teinum, sum teir hava funnið sær, er at byrja nakað undir fyri [...] tyrluna at flyta seg niðan á Myrkjanoyrafjall og óku so allan vegin heilt oman á Gravarbø. Langt at ganga Tað eru teir mest hugaðu skíðararnir, sum fara heilt niðan á fjøllini, og tað er ikki bara sum at siga [...] í ár bara verið menn, men sum skilst, ætla onkrar kvinnur sær nú upp í spælið. Enn hevur eingin skíðkapping verið, men hetta er esiini fyrsti stórkavi í ár. Onkur tosar um at skipa fyri skíðkapping leygardagin
Rasmussen, forsætisráðharri nýtti tíðina, sum hann plagar sovorðnar dagar, at ganga runt og heilsa upp á fólk. Ein svenskur ferðamaður umborð á Dúgvuni kom til blaðmannin at spyrja, hvat var á vási, nú her gekk [...] kirkju sunnumorgun. Og so átti løgmaður tørn at siga forsætisráðharranum frá, at meðan prestur var á prædikastólinum, skavaðist fólk í forkirkjuni, og deknurin fór at vita, hvør ið var. Tá hann letur hurðina [...] gekk so nógv pressufólk. Tá hann fekk at vita, at danski forsætisráðharrin var við, vildi hann eisini vita, hvør hann var. Jú, tað var hasin høgi maðurin, sum stóð og tosaði við hasa konuna har úti í borðinum
italiensk kvinna, sum júst er komin á vitjan í Føroyum. Hetta er ikki ein túrur fyri ferðafólk sum so, men Sámal Bláhamar og konan eru við, og hann hevur tikið sær loyvi at bjóða Francesku – sum hon eitur – [...] báðar tveir. Vit síggja eisini lítla húsið, sum er bygt inn í skráningin, men við onkum kikara ber ikki til at siga, hvar sessirnir eru. Ella kanska teir gera sum í Mykinesi og bara seta seg onkunstaðni í [...] Sjálvur haldi eg, at tað stendur bara væl til við lomviga, tá so nóg eigur her í bjørgunum, men Klæmint, skiparin, sum sjálvur er skúvoyingur, sigur, at hetta er lítið av miklum – og at lomvigin er stórliga
sjálvt ídnastu fullveldismenn byrjaðu at óttast fyri, at lendingin fór als ikki at verða so tespilig, sum frammanundan mett. Tí ráddi um í skundi at minstra av, so at onkur annar kundi taka stoytin. Eitt bræv [...] einaferð ein maður, sum datt út av sjeyndu hædd á einum húsum. Tað fyrsta sum hann hugsaði var, at her fór at enda galið, men tá hann var komin árakað fimtu hædd, byrjaði hann so smátt at fáa mótið aftur, [...] øðrum, sum vit ikki rættiliga kendu avleiðingarnar av. Nevndir við serfrøðingum vórðu í hesum sambandi settar at gera uppskot um, hvussu vit skuldu bera okkum at, fyri at fáa eina so bleyta lending sum møguligt
mannin, sum ein skrivaði um hann, hevði bæði kropp og høvd til at koma sær fram í samfelagnum úr at kalla ongum. Jóan Jakku gekk barnaskúlan hjá Christiani Bjarnadal á Glyvrum. Síðani fór hann sum teir flestu [...] 1953, tá ið hann avgjørdi at fara niður á Marstal Navigationsskole at fáa sær stýrimans- og skipsføraraprógv. Tað hongur eitt barometur á bróstinum hjá honum, sum prógv um, at hann var besti næmingurin [...] við sær. Soleiðis komu eisini tey at uppliva verðina, áðrenn tað var vanligt at ferðast, sum gjørt verður í dag. Og hyggur man í sjófartsbókina hjá henni so sæst, at hon hevur siglingstíðina fleiri ferðir
Pauli er sannførdur um, at vit í løtuni ikki eru før fyri at gera nakað, um ein stór vanlukka skuldi hent. Men hvat er so til ráða at taka? -Sum er verður bara dúvað uppá at onkur tekur telefonina í hinum [...] stig til fyritøkuna OSR, sum hevði til endamáls at vera til reiðar um nakað tílíkt skuldi hent. Tað er tó einn sannroynd, at tað er bara ein evarska lítil partur av dálkingini sum kemur frá sjálvari oljuvinnuni [...] skuldi heldur veriðtann øvugta: At tað var soleiðis, at um útlandið hevði brúk fyri hjálp, so kundu vit føroyingar verið til at veitt teimum hesa hjálpina. -Vit eiga fyrst at kunna hjálpa okkum sjálvum, og
fínasta lagi. Vóru tað bara bátaeigarar sum fingu grind og vóru tað bara teir sum vóru kvikast at tekna seg á sandinum, so var grindin ikki fyri øll, sum hava hug at fara í grind, og so var hesin aldargamli [...] heldur ongin bátur er at síggja her, bara onkur alibátur, annars livir fjørðurin, fuglur er at síggja, stilli og lýðka, og fjøllini standa so errin og prúð Men ongin grind. Gott at anhangarin stendur í [...] bæði tí gramma, tí ovgramma, ið ongantíð fær ov nógv og tí meira beskedna. At øll fáa at kóka, sum eru í grind, tað er tað sum telir. Og meðan hetta verður skrivað liggur fyrsta kókið í pottinum. Í kvøld