Soleiðis eru hálvt hundrað ár runnin síðani hesa hending, suðuri á oynni Ærø, og tað er ikki av tilvild, at tey hava leitað sær hagar aftur, nú gullbrúðardagurin fer framvið. Kanska ein máti at koma aftur til rótina, greina og peila av, líta aftur á hvussu hegnisliga tað hevur gingist eftir festingina á oynni, sum fekk so stóran týðning í hugaheiminum hjá teimum og børnunum. Endurstøðið til nógv góð ár afturat í felagsskapi verður tikið í býnum, har alt byrjaði.
Arnbjørg er dóttir Suffíu og Joen Elias Gregersen. Tvey kend fólk í samtíðini. Hann var keypmaður og fiskakeypari. Hóvligur, róligur, mentaður, autoriterur í positivari merking - óvikandi grundsúlan í familjuni. Mamman Suffía var av øðrum stoypningi. Á tremur av lívi, engasjemangi, initiativi, mentan, hjálpsemi og sosialari tilvitan. Tað var hon, sum byrjaði skipaðu tøtingina í sínum egna kjallara úti í Grógv. Har sótu gøtukonur frá morgni til myrkurs og tøttu og kring landið sótu hundraðtals konur og framleiddu føroysk pløgg til Suffíu, sum keypti, og skipaði tað mesta til útflutnings.
Hetta var ikki hissini umhvørvi at vaksa upp í. Av sær sjálvum gjørdust børnini ein partur av hesum virkna depli. Uppald í arbeiðssemi, Guðstrúgv og radikalari tjóðskaparpolitiskari sannføring. Hartil vóru gøtufólk so heppin, at tey í gamla lærara, S. P. úr Konoy, áttu ein hin mest kveikjandi læraran í landinum. Arnbjørg gekk barnaskúlan yviri við Gjógv. Seinni legði hon leiðina til Keypmannahavnar. Á húsarhaldsskúla. Eftir loknan skúla tænti hon hjá kamaradvokatinum Kemp og frú í Hellerup. Eftir tilmæli frá skúlanum. Har var hon í tvey ár - í 50 og 51 - og eftir at hava verið heima í eitt ár fór hon aftur at tæna hjá teimum í eitt ár. Kemp hjúnini vóru hendinga hampa- og skilafólk, og hesa tíðina kom Arnbjørg m.a. at kenna hin seinni so kenda Erik Hoffmeyer. Ein legenda í europeiskum búskapar- og valutapolitikki. Maðurin sum stjórnaði danska tjóðbankanum, við sjáldsamum hegni, í meira enn ein mansaldur. Hann var í fyrru giftini giftur við Evu, dóttir tey bæði Arne og Gudrun Kemp. Brævaskifti og telefonisamband hevur verið ímillum familjurnar fram til hendan dag.
Jóan Jakku er sonur Suffíu og Napoleon á Glyvrum. Eisini kend fólk í samtíðini. Suffía var dóttir Poul Nikláa við Ryggjagarð úr Nólsoy og Kristinu av Oyrareingjum. Tey búðu í Heiðunum. Í Saltangará, sum tað nú kallast. Suffía var ein klassisk føroysk kona. Sum løgmaður sigur í viðtalu, í seinasta Blákrossblaðnum, tá ið hann verður spurdur, hvør týdningarmesti persónurin er, sum livað hevur í Føroyum: "Tann arbeiðssama mamman, sum var álitið í heiminum." Betri kann tað valla sigast um føroyskar fiskimannakonur, sum fingu stórar barnaflokkar undan og at kalla høvdu ábyrgdina av øllum - ímeðan menninir syrgdu fyri innløguni á skipabunkum. Suffía var ein av hesum. Heimið á Langanesi var opið fyri øllum, høgum sum lágum. Eitt savningarstað har fólk komu og fóru. Og blíðskapurin var tiltikin.
Napoleon - Glyvra Poli - sum hann var nevndur millum manna, tørvar ikki størri umrøðu. Hann var alkendur í landinum sum rokskipari, reiðari og keypmaður. Ræddist onki, heldur ikki fyri at siga sína meining, líkamikið hvør ið annars stóð fyri. Gløggur, karismatiskur og harður. Treytaleysur tjóðskaparmaður, stillari hjá Fólkaflokkinum frá stovnan, og mangar eru søgurnar um hendan sjaldsama mannin, sum ein skrivaði um hann, hevði bæði kropp og høvd til at koma sær fram í samfelagnum úr at kalla ongum.
Jóan Jakku gekk barnaskúlan hjá Christiani Bjarnadal á Glyvrum. Síðani fór hann sum teir flestu til skips. Fyrst við snurpunótabátinum "Sannu", síðani við "Columbus", við "Símun á Torkilsheyggi" og vári 1948 fór hann við Hans Paula hjá Mortani við "Jóannes Patursson". Hann var við Bóndanum í 4 ár. Tó var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, og veturin 49/50 tók hann skiparaprógv í Havnini. Tá ið Andrias hjá Mortani fór at føra trolaran "Kallsevni" bað hann Dáva inni í Bø á Strondum og Jóan Jakku hjá Glyvra Pola, teir vóru tá 21 og 20 ára gamlir ungdómar, um at vera ávikavist fyrri og annar bestimaður hjá sær. Tað var ikki hálvtalað, og var hann við Andriasi fram til 1953, tá ið hann avgjørdi at fara niður á Marstal Navigationsskole at fáa sær stýrimans- og skipsføraraprógv. Tað hongur eitt barometur á bróstinum hjá honum, sum prógv um, at hann var besti næmingurin tað árið, hann varð liðugur.
Tey bæði, Arnbjørg og Jóan Jakku, vóru komin saman nøkur ár frammanundan og avgjørdu at gifta seg í Marstal Kirkju hin 16. apríl 1955.
Eftir lokið prógv fluttu tey heimaftur, og hann fór út at sigla. Búðu eitt stutt skifti niðri í Vágsbotni, í húsinum sum Sigmund Petersen átti, og har Hansemann Tórgarð tá hevði radiohandil í kjallaranum. Síðani fluttu tey til Syðrugøtu at búgva, fyrst inni hjá Suffíu og Jóan Eliasi og eftir tað í húsinum hjá Pól Gregersen, sum tá búði og arbeiddi á posthúsinum í Klaksvík. Í fyrru helvt av sekstiárunum bygdu tey á Glyvrum, og tey hava búð har síðani.
Jóan Jakku hevur fingist við skipavinnu síðani. Í eini tíggju ár sigldi hann sum yvirmaður hjá stóra danska útgerðarfelagnum J. Lauritzen. Um allan knøttin. Úr Grønlandi til Suðurafriku og úr New Zealandi til Havanna. Lauritzen-menninir høvdu fasta rutu millum USA og Cuba áðrenn og eitt stutt skiftið eftir kollveltingina, síðani løgdu teir rutuna um, soleiðis at siglt var millum Kanada og Cuba. Og tá ið onkur hevur fregnast um serliga áhugan hjá einum øðrum glyvramanni fyri cubansku kollveltingini og serliga kommandantinum Ernesto Che Guevara, so kemst tað kanska av tí sannroynd, at Jóan Jakku helst er einasti føroyingur, sum hevur hitt og tosað við hesa politisku legenduna.
Einu ferðina teir fóru úr Kanada, varð avtala gjørd um at flyta ein mann hagani og til Havanna. Ongin visti hvør maðurin var. Bara skiparin og yvirstýrimaðurin vistu, at hann var umborð, og teir mataðu hann sum frægast hendan túrin. Tá ið teir høvdu lagt til bryggju á umstríddu karibisku oynni, var alt tað politiska kremið troppað upp á bryggjuni. Fidel Castro stóð har ímillum aðrar, og fyrsti maður umborð var Che Guevara. Hann var komin eftir kanadiumanninum, sum skuldi vísa seg at vera ein kanadiskur kommunistur, ið hevði fingið politiskar trupulleikar í heimlandinum, og sum nú hevði fingið friðskjól hjá kollveltingarstjórnini í Havanna. Samrøðan við Che, á dekkinum á danska farmaskipinum, broytti nú ikki politisku støðuna hjá borgarliga loysingarmanninum av Glyvrum, men er eitt lítið appendix til søguna um heimsgitna byltingarmannin, sum gjørdist ódeyðiligur, tá ið hann varð skotin í Bolivia nøkur ár seinni.
Miðskeiðis í trýssunum fór Jóan Jakku frá J. Lauritzen. Bleiv skipari í danska coastara-reiðarínum Holger Andreasen. Har var hann fram til tann dagin, tá ið skipið, sum hann, pápi og brøður hansara høvdu latið smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju, fór í sigling. "Norðvíkingur". Størsta far, sum er smíðað í Havnini. Seinni bygdu teir frystifarmaskipini "Norðlandiu" og "Vestlandiu" á Skála Skipasmiðju. Hann førdi øll hesi skipini. Avloysti eisini umborð í "Halgafelli", sum hann og sonurin áttu saman. Í 1986 keypti hann einsamallur Runavíkar Frostgoymslu frá kommununi, og har starvast hann framvegis, nú hann gongur á 75. ári. Í 2001 var hann við til at keypa rækjutrolaran "Napoléon", og hann er nevndarformaður í felagnum, sum eigur skipið.
Tað var John Smith, sum einaferð skrivaði um hin klassiska føroyska vinnulívsmannin. Líkamikið hvussu tað gongur, so missir hann ongantíð mótið. Jóan Jakku hevur verið í egnari vinnu í 40 ár. Og tað hevur gingist sum hjá teimum flestu. Upp og niður. Gingið heilt væl til tíðir og nøkur stór skrædl hava eisini verið á lívsleiðini, men drívmegin og vónin og viljin um at lynna undir føroyskt vinnulív hevur verið óvsikalig. Persónligi materielli ágóðin er undirorðnaður. Týdningarleysur. Vinnan er hobby og arbeiði sjeklað saman. Nøgdsemið stórt og kravsemið onki. Ein generatión sum er við at hvørva. Nú sniðið á frakkavelunum er meira avgerandi enn slitnu ketilsdraktirnar og sárhentu lógvarnir.
Øll árini, Jóan Jakku sigldi, var Arnbjørg við honum so ofta, sum tað bar til. Hon hevði eisini børnini við sær. Soleiðis komu eisini tey at uppliva verðina, áðrenn tað var vanligt at ferðast, sum gjørt verður í dag. Og hyggur man í sjófartsbókina hjá henni so sæst, at hon hevur siglingstíðina fleiri ferðir. Hon hevur annars verið ein fyrimyndarlig kona og mamma. Hevur stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum, politikki, lesur øll bløðini á tamb, lurtar íðin eftir útvarpi, vevar, tøtir, íðkar fimleik í STØKK, ferðast, er virkin í eldrafelagnum, kvinnufelagnum og er ein hendinga gastronomur. Saman hava tey havt eitt ríkt og gott lív. Og tað eigur kanska at vera lagt afturat, at tey eru støðug á beinkinum, tá ið guðstænasta verður hildin í Glyvra Kirkju, og eru bæði aktiv í Eysturoyar Dansifelag.
Eftir hálvt hundrað ár á felagskós eru tey aftur stødd í Marstal. Kanska er tað ikki av tilvild, at tey hava lagt leiðina uttanlands. At vera í fokus hóvar teimum ikki. Tí man eisini hesin stubbin vera ein herskin biti hjá teimum báðum. Nú tey sita suðuri á Ærø og filosofera um eina hálva øld í stilli og væmingum og vaggandi gjálvi.
Tey bæði eiga børnini Tórbjørn, Valgerð, Brand og Birnu. 10 ommu- og abbabørn. Og eitt langommu- og abbabarn. Hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár framyvir.
it