Helgi Abrahamsen
???????????????
Tað var einaferð ein maður, sum datt út av sjeyndu hædd á einum húsum. Tað fyrsta sum hann hugsaði var, at her fór at enda galið, men tá hann var komin árakað fimtu hædd, byrjaði hann so smátt at fáa mótið aftur, tí tað hevði hóast alt gingið væl higartil?
Henda søgan minnir ikki sørt um føroyskan fullveldispolitikk.
Í 1998 varð samfelagið tveitt út av sjeyndu hædd, og kósin varð sett ímóti einum ella øðrum, sum vit ikki rættiliga kendu avleiðingarnar av. Nevndir við serfrøðingum vórðu í hesum sambandi settar at gera uppskot um, hvussu vit skuldu bera okkum at, fyri at fáa eina so bleyta lending sum møguligt, og alla tíðina fingu vit frásagnir um, hvussu ótrúliga væl ferðin hevði gingið higartil. Søgur um met stór landskassaavlop, og um pengar í Landsbankanum, skuldu prógva fyri føroyingum, at talan var als ikki um nakra vandakós. - Alt hevði gingið væl higartil.
Nærkast túninum
Men í desember 2003 varnaðust fólk, at ferðin niður av 7. hædd var komin væl áleiðis, og sjálvt ídnastu fullveldismenn byrjaðu at óttast fyri, at lendingin fór als ikki at verða so tespilig, sum frammanundan mett. Tí ráddi um í skundi at minstra av, so at onkur annar kundi taka stoytin. Eitt bræv varð sent løgmanni, har hann varð biðin um at svara nøkrum spurningum, sum vóru so snildisliga orðaðir, at líka mikið hvussu hann svaraði, so merkti tað uppsøgn av samgonguni.
Rýmdu undan ábyrgdini
Henda ætlanin eydnaðist til fulnar, og nú situr Tjóðveldisflokkurin í andstøðu og finst at teimum, sum skulu taka stoytin. "Farið til arbeiðis", sigur Karsten Hansen, meðan Høgni Hoydal vísir á, at Føroyar hava onga búskaparstýring havt síðani Tjóðveldisflokkurin fór úr landsstýrinum. Bárður Nielsen fær toyggið, tí hann skal hava gjørt alt ov lítið fyri at bremsa ferðini hesa stuttu tíðina, hann hevur sitið í Fíggjarmálaráðnum, meðan tey sum tveittu okkum út av 7. hædd vísa á, at í teirra tíð gekk alt væl. Funnist verður eisini at teimum, sum "skapa ræðusøgur" um tað knortluta túnið, sum er niðanfyri, og vit fáa at vita, at hevði Karsten Hansen framvegis verið landsstýrismaður, so hevði stoyturin ongantíð komið. - Vit høvdu uppá ein ella annan máta verið hangandi onkustaðni árakað 1. hædd.
Og mín sann um teir ikki eisini eru komnir við eini alternativari fíggjarlóg, sum "bert" hevur 100 mió. krónur í halli. - Ikki eiti á ! - Eitt uppskot um, hvussu stoyturin og pínan verða útsett, hóast kósin og túnið framvegis eru tey somu.
Eitt tíðindaskriv av fyrstu hædd
Og nú øsa teir seg upp um eitt tíðindaskriv, sum er sent úr Fíggjarmálaráðnum, har víst verður á, at Bárður Nielsen hevur arvað eitt undirskot. "Tað passar ikki, at hann hevur arvað nakað undirskot, tí so leingi sum vit sótu har, var yvirskot", siga teir. Teir kundu líka so væl sagt, at tað er ikki teimum fyri at takka, at Bárður Nielsen er komin niður á 1. hædd, tí so leingi sum teir sótu í landsstýrinum vóru teir ongantíð longri niðri enn á 2. hædd, og teir kunnu sjálvandi heldur ikki gera við, at 1. hædd er beint niðan fyri 2. hædd.
Og soleiðis kann Tjóðveldisflokkurin vaska sínar hendur við tíðindaskrivum og fyrispurningum á tingi, sum skulu "prógva", at teir sum tveittu samfelagið út av 7. hædd hava einki skeivt gjørt. - Nei tað eru tey sum skulu taka stoytin (og sum í nógvum førum vóru ímóti fullveldisætlanini), sum hava allan feilin, tí tey hava gjørt alt ov lítið fyri at bremsa ferðini niður ímóti avleiðingunum av fullveldispolitikkinum.










