- Eg havi altíð havt góðan hug til sjógvin, sigur 15 ára gamli Gunnar.
Týsdagin vóru hann og abbin og riggaðu til at fara á flot í góðveðrinum. Báturin er úr glasfipri og kom fyri umleið 35 árum síðani úr Kaldbak.
Útgerðin varð tveitt umborð, og var tann yngri nú í ferð við at fáa páhangsmotorin at starta. Motorurin er av góðum slagi, og tí var hetta eingin trupulleiki.
- Nú er ein mánaður farin síðani eg var á floti seinast, staðfestir Gunnar, sum setir ferð á bátin og hegnisliga stýrir honum millum flotbrúgvarnar og út á fjørðin.
Líkt er til, at hetta lívið dámar tí unga Gunnari sera væl. Og hetta hevur abbin eisini langt síðani lagt merki til.
Tann eldri situr frammi í skutinum og eygleiðir hin, meðan hann upprættur beinir bátin á fiskileið:
- Eg havi altíð roknað við, at hann fór at hava áhuga fyri sjólívinum, slær hann fast.
Spurningurin er so, hvat framtíðin fer at bjóða hesum unga. Fyrst skal 10. skúlaárið fáast frá hond.
Góður stýrimaður
Gunnar hevur altíð havt áhuga fyri bátum og útróðuri. Hóast vinmenn hansara hava onnur áhugamál, so hevur tað einki at siga fyri Gunnar, sum nú er liðugur við 9. flokk í Fuglafjarðar skúla.
Báturin er reyður á liti og eitur tí eisini hareftir, “Reyði”. Hetta er ein av teimum allarfyrstu Kaldbaks-bátunum og er bygdur annaðhvørt í 1971 ella 73.
- Eg eri við bátinum av og á. Tað er ótrúliga stuttligt, sigur Gunnar, nú hann stýrir lítla reyða bátinum út móti Heimarugjógv.
Báturin kundi eins væl funnið leiðina sjálvur, so ofta hevur hann verið her. Men tað er altíð gott at hava ein góðan mann við róðrið.
Umborð er einki annað enn tað sum krevst til ein slíkan bát. Ein 7,5 HK Johnson motorur er álitið hjá navnunum báðum henda týsdagin í farnu viku.
- Eg eri ofta saman við abba her úti. Men annars fari eg avstað, tá onkur annar vinmaður kemur við, greiðir Gunnar frá.
Tráðan fiskar best
Henda týsdagin eru hann og abbin farnir á flot við Heimarugjógv sum liggur á Fuglfjarðarlandinum, nakað sunnanfyri býin. Her eru tveir ymiskir menn úr ymiskum tíðarbilum, og við ymiskum fiskihættum.
Abbin hevur helst betri álit á teirri gomlu fiskiútgerðini - snørinum - sum liggur á bekkinum har frammi. Men tað yngra ættarliðið hevur - teimum so líkt! - hug at royna nakað annað.
- Eg plagi at brúka tráðuna. Tí satt at siga, so roynist hon nógv betri enn eitt snøri.
- Eg veit ikki hví, men eg veit bara at hon fiskar nógv meiri. Eg fái bæði hýsu og tosk við henni, slær hann errin fast.
Ein túr aftrat
Gunnar hevur so líðandi lært seg, at harúti við Heimarugjógv er altíð okkurt at fáa.
Í dag verður Reyði helst einsamallur herúti, tí eingin annar bátur er at síggja. Sjóvarfallið hevur ikki so stóran týdning. Teir fara bara, tá teir hava hug og ætla sær avstað.
Har er eisini veðurgott at fiska, og soleiðis hava hann og vinmenn hansara brúkt nógvar tímar.
- Nú var ein heilur mánaður gingin, síðani eg var her seinast. Tað var vist tíð at fara avstað aftur.
- Kanska eg nái ein túr aftrat, áðrenn vit fara í summarfrí, sigur Gunnar.










