Hesi seinastu árini er skipaferðslan kring oyggjar okkara økt rættiliga nógv. Tað vísir seg, at ruturnar hjá teimum stóru tangabátunum eru fluttar longur norður.
Í dag finnast rættiliga stórur rutur sjóvegis sum fara tætt fram við okkara oyggjum. Og her er m.a. talan um tangabátar við nógvari olju.
Men spurningurin er, um vit eru til reiðar við eini hjálpandi hond, um vanlukkan hendir ein góðan dag?
Ikki til reiðar
Pauli Einarsson á Tvøroyri tók fyri árum síðani stig til fyritøkuna OSR, sum hevði til endamáls at vera til reiðar um nakað tílíkt skuldi hent.
Tað er tó einn sannroynd, at tað er bara ein evarska lítil partur av dálkingini sum kemur frá sjálvari oljuvinnuni ? kanska ikki meiri enn eini trý prosent. Restin kemur frá fiskiskipum og handilsskipum.
Men Pauli er sannførdur um, at vit í løtuni ikki eru før fyri at gera nakað, um ein stór vanlukka skuldi hent. Men hvat er so til ráða at taka?
-Sum er verður bara dúvað uppá at onkur tekur telefonina í hinum endanum í útlandinum og kemur við hjálpini hendavegin.
-Eg vil siga tað, so at vit eru komin út á djúpt vant við oljuni, men vit hava ongan bjargingarring um nakað gongur galið.
-Er tað nøktandi?
-Nei, tað er tað so als ikki. Eg haldi, at støðan skuldi heldur veriðtann øvugta: At tað var soleiðis, at um útlandið hevði brúk fyri hjálp, so kundu vit føroyingar verið til at veitt teimum hesa hjálpina.
-Vit eiga fyrst at kunna hjálpa okkum sjálvum, og síðani kunnu vit fara út til onnur um tey hava brúk fyri hjálp, sigur hann.









