Á gáttini til 60. steypa­kappingina

Føroyskur fótbóltur hevur síðani 1955 kappast í steypakappingini, sum inntil 1988 bar heitið eftir steypagevarunum av Ísafirði, og síðani 1989 hevur borið heitið eftir steypinum, sum løgmaður letur

Trý tey seinastu vikuskiftini hevur landskappingin verið á dagsskrá. Í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman, held­ur landskappingin frí. Tað kemst av, at fyrsta um­farið í steypakappingini er á dagsskrá. Innleiðandi um­farið var 15. mars, tá ið Giza/Hoyvík vann 2-0 á B71 og tá ið Undrið vann 2-1 á MB.
Í 1. umfari eru átta dystir. Sjey verða spældir í morgin, og ein – grannauppgerðin í Gundadali – verður spældur sunnudagin. Tað er longu nú greitt, at tvey feløg í bestu deild­ini nú beinanvegin verða varpað úr kappingini. Hetta kemst av, at lutakastið lagaði tað soleiðis, at um­framt HB og B36 verður ein upp­gerð aftrat millum feløg í bestu deildini. Steypa­vinn­ararnir tvey tey seinastu árini, Víkingur, fáa vitjan av Skála.
Fyrsta steypakappingin var í 1955, og síðani hevur tað verið kappast á hvørjum ári um ísafjarðarbikar, ísa­fjarðar­súlur og løg­mans­steyp. Harvið er 2014 útgávan nummar 60 í røðini.

Stikkvegur út í Europa
Í føroyskum fótbólti snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna FM og so um at vinna steypa­kappingina.
Umframt heiðurin av at vinna og róman kring sigurs­harrarnar, so telur tað serliga nógv, at sigur í steypa­kapp­ingini veitir trygd fyri altjóða luttøku næsta kapp­ingár. Í kappingini, sum tað nú verður farið undir, vil tað siga, at tann, sum vinn­ur finaluna 30. august, tryggj­ar sær rætt at taka lut í euro­peisku kappingini á sumri í 2015.
Soleiðis hevur tað verið síðani 1991, tá ið B36 vann steypa­finaluna og í 1992 sum fyrsta føroyska felagið í 1992 luttók í europeisku steypa­kappingini. Henda kappingin er ikki til longur, men steypavinnararnir kring Europa vinna sær rætt at taka lut í Europa League, sum kapp­ingin nú nevnist, har steypa­vinnarar og tey fel­øg­ini, sum stóðu seg væl, men ikki rukku europeisku meist­ara­kappingini, spæla.
Í fjør var Víkingur steypa­vinnari, og harvið er tað greitt, at víkingarnir í summar skulu luttaka í euro­peiskum fótbólti. Í fyrraárið var tað eisini Víkingur, sum vann steypakappingina. Tí vóru víkingarnir og Sigfríður Clementsen eisini síðsta summar í europeiska eld­inum. Luttøkan í fjør var minn­ilig, tí tá eydnaðist tað Víkingi at vinna samantalt á Inter Turku úr Finlandi. Á Svanga­skarði var úrslitið 1-1, og so gjørdu víkingarnir tað bragdið at vinna 1-0 í Finlandi. Sigursmálið skoraði Hanus Jacobsen við brots­sparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Dysturin og úrs­litið vórðu kend um allan heimin, tá ið tað seinni vísti seg, at armenski dómarin var blandaður upp í vedding í sam­bandi við henda dystin.
Víkingur skrivaði før­oyska steypasøgu og fót­bólts­søgu við at kvalifisera seg til næsta umfarið. Tá gekk minni væl, tí rumenska FC Petrolul Ploiesti vann 4-0 á Svangaskarði og 3-0 á heima­vølli.

Tann minni tætt við
Steypakappingin er møgu­leikin hjá teimum smáu at kappast á jøvnum føti við tey stóru. Harvið er eisini møgu­leiki fyri, at tey smáu við at spíla seg út ella at spæla yvir evni, sum tað verð­ur tikið til, kunnu basa teimum stóru. Hetta er ikki ókent, og ein av orsøkunum plagar at vera, at tey stóru ikki taka uppgávuna í nóg stór­um álvara. Tann minni verður undirmettur.
Í Onglandi var tað púra óvæntað í fjør, tá ið Wigan, sum flutti niður úr bestu deild­ini, vann finaluna ímóti silvur­vinnarunum í Manchester City 1-0.
Síðsta ferðin, at eitt lið úr næstbestu deildini vann steypa­finaluna í Onglandi, var í 1980. Ta ferðina vann West Ham, sum var í næst­bestu deildina, á Arsenal. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var navnframi Trevor Brooking, sum ofta var mið­vallari á landsliðnum, og sum síðani hann gavst at spæla hevur arbeitt sum við­merkjari í fjølmiðlunum og okkurt skifti hevur verið venjari.
Í Føroyum er tað ongantíð komið fyri, at felag úr næst­bestu deildini hevur vunnið steypafinaluna. Men tað er meiri enn so komið fyri, at felag í næstbestu deildini hevur spælt seg í finaluna. Í áttati árunum var annað finaluliðið ikki færri enn tríggjar ferðir úr næstbestu deildini.
Fyrsta ferðin var í 1980, tá ið HB vann finaluna 2-0 ímóti NSÍ, sum um tað mund­ið var í næstbestu deild­ini. Og tiltikið er tað, tá ið Royn í 1983 stríddi seg í final­una, sum hvalbingar tó taptu 5-1 ímóti GÍ. Ta ferðina vann Royn samantalt í tveim­um hálvfinalum ímóti HB, sum annars hevur verið steypaliðið framum øll onnur. Úrslitini vóru 2-2 í Hvalba og 4-3 til Royn í Gunda­dali!
Triðja ferðin var í 1987, tá ið ÍF, sum tá var í næstbestu deildini, spældi seg í finalu ímóti HB, sum vann 3-0.

Løgmanssteypið
Fram til 1988 varð spælt um bikar og súlur, ið av ís­lend­ingum av Ísafirði vóru latnar føroyingum at kappast um. Søgan um hvussu tað kom í lag, at íslendingar góvu føroy­ingum steyp at kappast um, er søgd fleiri ferðir áður, so hana verður tað ikki gjørt meiri við í hesum um­far­inum.
Í 1989 var fyri fyrstu ferð kappast um steypið, sum løg­maður hevði givið at kapp­ast um. HB hevði vunnið ísa­fjarðarbikarið til ognar í 1964 og síðani tríggjar súlur – í 1973, 1980 og 1988. HB vann fyrsta løgmanssteypið til ognar, og B36 vann annað løg­mans­steypið til ognar.
Frá 1995 og fram til 2004 var steypakappingin skip­að í bólkum. Fýra lið vóru í hvørjum bólkinum, og so vóru fjórðingsfinalur, hálv­finalur og finala.
Bólkaumfarið varð eisini ætlað sum venjing undan lands­kappingini, men tað varð hildið uppat við hes­um, tá ið landskappingin í 2005 varð víðkað úr 18 og upp í 27 umfør. Úrslitini í bólka­um­farinum bóru viðhvørt boð um, at tað var ivasamt, hvussu nógva venjing dystir­nir góvu. Størsta sigurin vann HB 2. mai 1995. Úrslitið ímóti Skansanum var 22-0!

Bygdirnar størri leiklut
Hóast tað tey seinnu árini ikki hevur ligið so ræðið fyri hjá HB, sum tað gjørdi nógvu tey fyrstu árini, so er sigurs­vanda havnarfelagið fram­vegis tað, ið hevur vunnið løg­manssteypið flestar ferðir.
Merkisvert er tað tó, at tey seinastu árini hava tað verið bygdirnar, sum hava vunnið steypakappingina. HB hevur ikki vunnið síðani 2004, og síðsti finalusigurin hjá B36 er skrásettur at vera í 2006.
Seinnu árini hava tað verið bygdafeløgini, ið hava sett dagsskránna. EB/Streym­ur hevur vunnið fýra ferð­ir, og Víkingur hevur vunnið tríggjar ferðir. EB/Streym­ur vann í 2007 minn­iliga finalu 4-3 á HB, og í 2008 var tað aftur undirhaldandi, tá ið EB/Streymur vann 3-2 ímóti B36. Síðani tá hava tað verið Víkingur, EB/Streym­ur og ÍF, sum hava verið í finalunum. ÍF tapti ímóti EB/Streymi í 2010 og 2011. Víkingur hevur vunnið tríggjar finalur á EB/Streymi 3-2 í 2009, í 2012 endaði tað 3-3 og Víkingur vann síðani brots­sparkskappingina, og í fjør vann Víkingur 2-0 á EB/Streymi.
Longu undan fyrsta um­fari er tað greitt, at annað av stóru feløgunum í Gundadali longu sunnudagin verður varp­að úr kappingini. Sunnu­dagin bresta HB og B36 saman.

60 ára úrslit
Leygardagin og sunnudagin verður fyrsta umfar í 60. út­gávuni av føroysku steypa­kappingini. 2014 er fyrsta útgávan í aðru fjórð­ings­øld av kappingini um løg­mans­steypið.
HB hevur vunnið 26 steypa­finalur, GÍ, sum ikki er til longur, vann 6 steypa­finalur, TB, KÍ og B36 hava vunnið 5 finalur, EB/Streym­ur hevur vunnið 4 finalur, Víkingur hevur vunnið 3 finalur, NSÍ hevur vunnið 2 finalur og VB og B71 hava vunnið eina ferð í part.
Eina ferð – í 1970 – varð finalan ikki spæld, tí tað fekst ikki semja um, hvar HB og KÍ skuldu spæla.

Fyrsta umfar 2014
Lutakastið til fyrsta umfar lagaði seg soleiðis, at í seks av uppgerðunum er tað felag úr bestu deildini, sum skal dystast við felag í lægri deild. Harvið er talan um greiðar favorittar.
EB/Streymur skal spæla ímóti Giza/Hoyvík, sum spælir í 2. deild, B68 skal spæla ímóti Royn, sum spælir í 3. deild, og ÍF skal spæla ímóti Undrið, sum spælir í 2. deild. Tað er lítið sannlíkt, at nakað av feløgunum í 2. og 3. deild skal gera nakað við liðini í Effo-deildini. Men talan er um steypakapping, og tá er møguleiki fyri tí mest óvæntaða.
Í uppgerðini millum havnar­feløgini er tað greitt, at HB skal hava annan mál­verja. Teitur M. Gestsson varð so mikið illa skaddur síðsta sunnudag ímóti KÍ, at hann ikki verður førur fyri at spæla. Heðin Stenberg er leig­aður av Argjum og heim um ánna at hjálpa HB.
Tað er eisini greitt, at mið­verjin Jonas Flindt Rasmussen ikki verður á KÍ liðnum ímóti 07Vestur. Jonas sá reytt ímóti HB, og áset­ingar­nar siga, at leikbann fyri reytt kort er galdandi í næsta dysti. Umframt nýggj­an mann í miðverjuna, har tað væl kann hugsast, at Ísak Simonsen fær høvi at royna seg, so fáa fleiri aðrir á KÍ beinkinum høvi at royna seg. Heðin Klakstein, Álvur F. Christiansen og Atli Danielsen eru ikki tøkir.
Hjá Víkingi er miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus tøk­ur aftur, eftir at hann tvey tey seinastu umførini hev­ur verið leikbannaður í lands­kappingini.

- - -

Leygardagin 5. apríl:
Giza/H - EB/Str.
Johan Petur Michelsen kl. 17.00

FC Suðuroy - NSÍ
Eiler Rasmussen kl. 15.00

B68 - Royn
Bent Tommy Linklett kl. 16.00

AB - TB
Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

ÍF - Undrið
Rúni Gaardbo kl.

KÍ - 07Vestur
Rói Jacobsen kl. 17.00

Víkingur - Skála
Páll Augustinussen kl. 15.00

Sunnudagin 6. apríl:
HB-B36
Dagfinn Forná kl. 15.00