Eftir at forsætisráðharrin hevði verið á Sosialinum og etið morgunmat saman við starvsfólkinum, varð farið við bussi í Norðoyggjar.
Farið varð úr Havn klokkan knapt tíggju, og koyrt varð til Leirvíkar.
Haðani varð farið við Dúgvuni til Klaksvíkar.
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri nýtti tíðina, sum hann plagar sovorðnar dagar, at ganga runt og heilsa upp á fólk.
Ein svenskur ferðamaður umborð á Dúgvuni kom til blaðmannin at spyrja, hvat var á vási, nú her gekk so nógv pressufólk.
Tá hann fekk at vita, at danski forsætisráðharrin var við, vildi hann eisini vita, hvør hann var.
Jú, tað var hasin høgi maðurin, sum stóð og tosaði við hasa konuna har úti í borðinum.
»Jamen«, spurdi sviin heldur tortrúgvin, »hvar eru lívverjarnir?«
Og hann skundaði sær eftir myndatólinum at fáa eina mynd av hesum prominenta ferðamanninum.
Komin til Klaksvíkar fór fylgið beina leið norður á Kósina, har stjórin, Hanus Hansen, vísti runt á virkinum og segði frá.
Aftur her skrúvaði forsætisráðharrin upp fyri »charmuni« og gekk runt og tók í hondina á arbeiðsfólkinum, spurdi og hugdi forvitin at.
Heilt ókendur við fiskaarbeiði er Poul Nyrup Rasmussen kortini ikki.
Hann er ættaður úr Esbjerg, sum jú, eins og Føroyar sum heild, livir av fiski.
Og hann hevði sæð fólk vaska kassar fyrr, hóast hann ikki kendi so nógv til saltfiskin.
Poul Nyrup Rasmussen segði eftir vitjanina, at hann í sínum ungu døgum í Esbjerg, eins og aðrir arbeiðaradreingir í býnum, eisini hevur arbeitt á fiskavirki.
Og tað heldur hann ikki, at hvørki hann ella onnur fáa nakran skaða av.
Sjálvandi er flakavirkið her í Klaksvík betri útgjørt, enn tey vóru, tá hann arbeiddi í fiski, segði forsætisráðharrin.
Eitt honum dámdi væl í Klaksvík, segði forsætisráðharrin eftir vitjanina á Kósini, var at merkja tað áræði, sum var í fólkinum.
Hann visti væl, hvussu støðan var í Klaksvík fyri nøkrum árum síðan. Og hann rósti klaksvíkingum fyri tann innsats, gjørdur var fyri at reisa seg aftur.
Hann helt virkisleiðsluna hava góðan realitetssans, eins og hann helt seg merkja stóra optimismu millum arbeiðsfólkið.
Hetta var ein rættiliga positiv søga, segði forsætisráðharrin. Og tað prógvar bara enn einaferð, at tað besta, fólk kunnu hava, er arbeiði, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Jú klaksvíkingar vóru á rættari »Kós«.
At tað so eisini minti hann um Esbjerg, gjørdi ikki støðuna verri, legði hann aftrat.
Av Kósini varð farið heim í Býráðshøllina, har Jógvan við Keldu, býráðsformaður, tók í móti og presenteraði býráðslimirnar fyri forsætisráðharranum og frúuni.
Eisini vóru teir 17 Sangararnir, sum fríggjadagin tó ikki vóru fullmannaðir, og sungu tveir sangir fyri gestunum.
Ein sera hugnalig løta. Tey duga rættiliga væl at syngja.
Tað dugir forsætisráðharrin forrestin eisini. Hann kundi ikki bara sær, eftir at kórið varð liðugt, at tríva í eina strofu: »Gem et lille smil, til det bliver gråvejr.«
Úr Høllini fóru vertir og almennu gestirnir upp í erva, har ábit varð boðið.
Eftir, at almennu gestirnir vóru afturkomnir, var farið víðari til Viðareiðis, har løgmaður og bygdarráðsformaður saman við dekninum tóku í móti í kirkjuni.
Greitt var millum annað frá, tá eitt bretskt skip í farnu øld fór á land, og manningin kom til Viðareiðis, meðan fólk var í kirkju sunnumorgun.
Og so átti løgmaður tørn at siga forsætisráðharranum frá, at meðan prestur var á prædikastólinum, skavaðist fólk í forkirkjuni, og deknurin fór at vita, hvør ið var.
Tá hann letur hurðina upp, sær hann fremmandar menn, og teirra millum ein nekara.
Tá hann sá hendan svarta mannin - nakað, sum helst eingin nakrantíð hevði sæð á Viðareiði tá - kúvendi hann innaftur.
Hesum mátti prestur taka sær av, helt hann, tí nú stóð sjálvur Fanin í forkirkjuni.
Menninir vórðu tó væl móttiknir og komu væl heimaftur.
Bretska stjórnin lat Viðareiðis kirkju gávu afturfyri.
Úr kirkjuni varð farið til gongu á Hotel Norð, har kaffi stóð á borðinum.
Forsætisráðharrin og Jógvan Nybo, bygdarráðsformaður, gingu á odda.
Á vegnum kom ein lítil piltur súkklandi móti fylginum.
Hann var ikki serliga imponeraður av, at her gekk ein forsætisráðharri.
Her gekk fólk á vegnum og so eigur ein at ringja við klokkuni.
Soleiðis.
Hann fekk kortini eina vinarliga politikkaraheilsu og eitt klapp á høvdið.
Av Viðareiði varð koyrt beinleiðis umborð á Dúgvuna, og farið varð aftur til Havnar.
Og sum vant, vóru nógv ferðafólk hjá forsætisráðharranum at heilsa upp á umborð á ferjuni.









