Hin 15. apríl var ársaðalfundur í Tónleikasambandi Føroya hildin í Perluni í Tórsgøtu. Limafeløgini møttu væl upp og Dánjal Dam á Neystabø, formaður síðan 2022, greiddi væl frá virkseminum í farna ári og um komandi visjónir, sum nevndin hevur sett sær fyri.
- Undanfarna nevnd hevur fingið sera nógv av skafti seinastu árini. Hon hevur fingið eina játtan á fíggjarlógini, sum er hækkað tvær ferð eftir tørvi. Nevndin hevur samskipað FMA, Spæl Føroyskt og hevur fingið í lag nýggja stuðulsskipan, Økistónar, til konsertfyriskiparar, umframt at umsita skipanina.
Soleiðis siga tey í Tónleikasambandi Føroya í tíðindaskrivi fyrrapartin.
Aftrat dagliga rakstrinum og umboðanini av limafeløgunum og føroyskum tónleiki her heima og uttanlands, hevur nevndin eitt nú skipað fyri orðaskiftum um m.a. vitlíki, javnstøðu og politikk upp til løgtingsvalið.
- Nú ber eisini til hjá limafeløgunum at leita sær løgfrøðiliga hjálp við at venda sær til Tónleikasambandið. Nevndin hevur eisini sett gransking í verk, sum skal hjálpa at kortleggja tónleikaumhvørvið, soleiðis at Tónleikasambandið framhaldandi kann ráðgeva myndugleikum, sum ynskja at virka tónleikinum at frama.
Haraftrat sitir nevndin í dag í fleiri ráðum og nevndum, sum eitt samlað umboð fyri tónleikin.
- Nógv annað er sett í verk seinastu árini, og vit vóna, at komandi nevnd fer at arbeiða hart fyri at viðlíkahalda og menna hesi átøk, umframt at seta sín egna dám á, hvussu Tónleikasambandið skal virka og verða framyvir.
Val av starvsnevnd
Marianna W. Nagata (2023-25 & 2025-26) og Dánjal Dam á Neystabø (2022-24 & 2024-26) stillaðu ikki upp aftur til endurval hesuferð. Siri S. Hansen (2023-25 & 2025-), Rókur Jákupsson (2025) og Tróndur Bogason (2025) hava eitt ár eftir av sínum valskeiði.
Tey, sum vórðu vald í starvsnevndina eru:
Jenný A. Kragesteen og Jón Klæmint Hofgaard.
Sigmundur Zachariassen varð valdur tiltakslimur.
Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og sær nú soleiðis út:
Jenný A. Kragesteen, forkvinna
Rókur Jákupsson, kassameistari
Jón Klæmint Hofgaard, skrivari
Siri S. Hansen, nevndarlimur
Tróndur Bogason, nevndarlimur
- Marianna W. Nagata og Dánjal Dam á Neystabø hava sitið í nevndini í fleiri ár, og vit takka teimum fyri tíðina. Marianna fer í fyrstu syfti at halda framm í starvinum sum samskipari hjá Tónleikasambandi Føroya.










