Á ferð undir heimsins hægsta forberg

North Adventures førir traditiónina víðari við útferðum undir Enniberg, men hevur eisini útbygt skránna soleiðis, at hon umframt hetta og fiskitúrar eisini umfatar torvskering í Svínoy

FERÐAMÁL

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

Myndir: Jens Kristian Vang


Hóast veðrið er av tí allarbesta, runar illa við atløgukantin í Eiðsvík. Alpha Pilot liggur har klárur at taka ímóti okkum innbodnu gestum hendan túrin undir Enniberg, og tey møta so peu an peu.

Klokkan er farin tíggju minuttir út um avtgalaðu tíðina klokkan tíggju, tá spakuliga verður lagt frá landi. Ein bilur kemur undan sýnuni, og so er at venda inn aftur eftir seinum umboðum frá miðli og ferðaskrivstovu. Síðani verður stevnt undir Enniberg.

Tú merkir beinanvegin stórslignu náttúruna. Bergið innan fyri bara hækkar, og tá tú so kemur undir sjálvt Enniberg, er tað ein ørandi sjón. Hald í nakkan hevur tú ikki stundir at hugsa um, meðan tú hyggur beint upp í loft og undrast á, at føroyska náttúran kann bergtaka ein føroying so.

Við Alpha Pilot hendan dagin eru eini 25 fólk, og prátið gongur dúliga. Ikki øll hava við miðlar ella ferðavinnu at gera, onkur er bara boðin við fyri túrin skuld. Sum til dømis Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingslimur og borgarstjóri í Klaksvík. Ein annar er Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar sjúkrahús. Eisini er Petur Andreassen við, ein gamal fótbóltskenningur.

Siglt verður ógvuliga spakujliga og lagt verður stilt við hvørt, so fólk veruliga kunnu njóta hetta hugtakandi útsýnið.

Við er eisini ein italiensk kvinna, sum júst er komin á vitjan í Føroyum. Hetta er ikki ein túrur fyri ferðafólk sum so, men Sámal Bláhamar og konan eru við, og hann hevur tikið sær loyvi at bjóða Francesku – sum hon eitur – við. Eisini hon er bergtikin.


Væl av lomviga

Fyrstu ferð eg eri undir Ennibergi havi eg eisini ta frægd at síggja upp í Settorvu fyri fyrstu ferð. Á ongan hátt soleiðis, eg hevði ímyndað mær hana. Hon er mest sum ein drangur, sum bara er fastur í landi, og kundi fyri tann skuld verið eitt fitilendi fyri ein veðr ella báðar tveir.

Vit síggja eisini lítla húsið, sum er bygt inn í skráningin, men við onkum kikara ber ikki til at siga, hvar sessirnir eru. Ella kanska teir gera sum í Mykinesi og bara seta seg onkunstaðni í líðini.

Vit sigla tætt inn undir Settorvu, og á einari lítlari rók í berginum síggja vit eitt tíggjutal av lomviga sita. Hetta er sera forkunnugt, tí lomvigi eigur als ikki í Nólsoy.

Inni undir Settorvu er eitt hol, men tað ber kortini ikki til at sigla ígjøgnum tað. Har liggur nakað av malagróti, sum ikki slepst tvørtur um.

Vit sigla so víðari og koma til Drangin. Soleiðis eitur hann. Og har eigur í túsundavís av lomviga. Sjálvur haldi eg, at tað stendur bara væl til við lomviga, tá so nóg eigur her í bjørgunum, men Klæmint, skiparin, sum sjálvur er skúvoyingur, sigur, at hetta er lítið av miklum – og at lomvigin er stórliga minkaður í Skúvoy eisini.

Lunda, hinvegin sæst ikki nógv til. Um tað so bara er av tilvild, ella tað ikki er frægari til í ár, er so ikki til at siga. Vit síggja eisini nakrar fáar skarvar, umframt sjálvandi havhestin, sum sløðist allastaðni.

Nevndi, at siglt var spakuliga, og sambært Petur Simonsen, øðrum av eigarunum av North Adventures, er hetta ikki bert fyri ferðafólkini, men so sanniliga eisini fyri at hava fyrilit við fuglalívinum í økinum.

- Fær fuglurin ikki frið, so rýmir hann, sigur Petur Simonsen.


Á flot – og skera torv

Vit halda fram til vit eru komin runt Enniberg og aftur hava Viðareiði fyri eystan. Men á vestursíðuni er eingin lending, so siglt verður runt aftur, og lagt at á Eiðsvík.

Tað runar framvegis illa, so illa, at endin um um at slitna og bara hongur á einum kordeli. Men øll sleppa tó í land í øllum góðum. Og so gongur leiðin niðan á Hotel Norð.

Har inni renna vit okkum í gamla starvsfelagan í Miðlahúsinum, Elin Heinesen. Hon er systir eigaran av hotellinum, og er tænari okkara til hesa frálíku máltíðina.

Hetta seinasta – ein betri biti á Hotel Norð – er ikki partur av ferðapakkanum hjá North Adventures, men er so ein møguleiki, sum stendur ferðafólki opin.

Hetta er so ein av teimum trimum ferðatilboðunum, sum North Adventures bjóðar. Hini bæði eru traditionelli túrurin út at fiska. Hesin túrurin verður gjørdur við Komet, sum er ein gamal sluppungi, og verður sigldur út frá Klaksvík, beint undir kunningarstovuni. Fyri at gera ein slíkan túr mugu í minsta lagi fimm fólk melda til, men kortini ikki fleiri enn tólv.

Góð fiskimið eru bæði fyri norðan og fyri sunnan, so túrurin kann gerast í næstan øllum veðri, og dentur verður lagdur á, at ferðamaðurin sjálvur eigur tað, hann fiskar.

Hin túrurin er sera forvitnisligur, eisini fyri føroyingar. Siglt verður nevniliga út í Svínoynna, har fróðarmaður sker torv og greiðir frá og vísir, hvussu torvskering og –turking fer fram. Nakað, sum fægstu føroyingar í dag hava roynt.

North Adventures hava gjørt ein faldara, har greitt verður frá teimum trimum útferðunum, teir gera, og faldarin er at fáa á kunningarstovunum kring landið. Vert er at leggja til merkis, at neyðugt er at boða frá luttøku framman undan.

Vit hava so roynt túrin undir Enniberg, og tað er í hvussu er ein túrur, vit kunnu viðmæla.