vit kunnu siga, í bestu árum. Stórur var skarin, sum fylgdi honum út á kirkjugarðin í Sørvági. Tað tynnist í vinaskara. Nú eg skrivi hesi minningarorð, hugsi eg um, hvussu stutt lívið í grundini er. Lívsleiðin [...] ganga á fjall, serliga í Nýpuni, har pápi hansara røktaði. Alt var so gott, og alt sá so ljóst út. Vit vuksu til mans og fóru til skips. Herluf sigldi sum kokkur við Vesturleika í fleiri ár, og nógv ár [...] hálvvaksnir. Mínir tankar leita í hesi løtu til Lis og synirnar, sum so brádliga mistu mann og pápa. Eisini leita tankar mínir til Herdis, hansara gomlu mammu, sum býr á Sýnini í Miðvági. Tit hava mist nógv
okkum. Pápi okkara lossaði á Vesturleið og arbeiddi annars fyri Miðvágs kommunu. Mamman var heima og tók sær av okkum børnum. Tað var nakað serligt at vaksa upp í fimmtiárunum. Vit vóru úti í Nýpu, niðri [...] vit manga góða løtuna, og vit tóku lut í øllum arbeiði, børnini vóru ein partur av tí gerandislívi, sum var vanligt tá í tíðini. Minnini eru góð og systir mín, Henny, var eisini uppií øllum tí, sum [...] Miðvági og elsta dóttir Henrik og Mariu Danielsen. Vit vóru fimm systkin, og vuksu vit upp við Kirkjar í Miðvági. Sandurin var okkara spælipláss, har búleikaðust vit sum børn. Henny var ein góð systir og
hesi orð sum høgd í stein framman fyri mær enn berandi boð um, at eins og pápi var ein fyrimynd heima, so var hann tað eisini umborð. Í árini 1982 varð pápi pensioneraður og kundi nú í sorgblídni líta aftur [...] inn í ta ævigu hvílunnar havn, og tá ið pápi dró sín seinasta andadrátt, visti eg, at allir endar nú vóru fastir í landi, og at hetta ? í mínum eygum so stásiliga skip ? nú ekkaleyst var vágbundið í teirri [...] donskum skipum. Burturi í heimi og einamest hjá A. P. Møller sigldi pápi meginpartin av ævi síni, sæð burtur frá tí tíðarskeiði hann gekk til stýrimann í 1944 og til skipsførara í 1961 og onkrum millumbili
at vera gift í 52 1/2 ár og megnaðu at geva okkum eitt trygt og gott heim. Mamma tað er svárt hjá tær at hava mist kæra mann tín, tí tit vóru jú altíð saman. Babba eg ynski bara at vísa mín longsul eftir [...] jólagávu av øllum- fyri jólaboðskapin- at Jesus kom niður av himli og varð føddur inn í henda heim sum menniskja og virkaði í 33 ár, til hann hevði fullført frelsuætlan Guds fyri alla mannaættina. Hesa gávu [...] lovprísar Gudi fyri Jesubarnið. Babba, eitt veit eg, og tað er, at vit síggjast aftur. Takk fyri alt mín elskaði pápi. Dóttir tín Marita
Emil Simonsen, í Króki á Sandi og Sigrid, f. Simonsen úr Norðadali. Í barnaheiminum hevði sangurin sítt stóra pláss, og tann skattin, ið har bleiv lagdur í Gullbrand og systkini, bar hann í hjartanum alt [...] hann mær í flestum lutum í faðirs stað, og alt, ið hann hevur lært meg, er mær mangan komið til góðar á lívsleiðini. Eftir at Gullbrand legðist uppi, var hann m.a. við í havnabygginini á Sandi í sjeytiárunum [...] n av sálmabókini uttanat. Bát hevði hann í mong ár og eisini eitt sindur av seyði í Sandabrekkuni. Gullbrand gekk nógv upp í tað, sum hendi á Sandi, serliga í Støðni. Minnist, tá vit búðu niðri og tel
svigarinnum. Fyrstu ferð, eg sá Finn, var í Tungugøtu, har Finnur og Maria búðu í eini íbúð í heiminum hjá Finni. Marna og eg vóru á veg til Danmarkar aftur í lestrarørindum eftir summarfrítíðina. Eg minnist [...] minnist, at tá ið vit bygdu hús okkara í Vági í 1966, høvdu vit vindeygu og hurðar frá virkinum hjá Finni, og vóru tey so góð og vælgjørd, at øll sita tey í tann dag í dag. Eftir at hava selt snikkaravirkið [...] eitt sjokk. Í juli mánaði var Finnur frískur og ferðugur suðuri í Vági og fylgdi pápa mínum, so lítið vardi tað okkum tá, at hann skuldi fara so skjótt. Eina slíka løtu drýpur ein høvur í tøgn, og tankarnir
heim henda sama dag, eg visti av at pápi var sjúkur, men at hetta var tann síðsta løtan vit kundu tosað saman kundi eg ikki goyma inni í mær sjálvum, eg vildi eiga mín pápa. Eitt sindur út á seinrapartin [...] n tá tú systur ringir til mín, eg visti hvaðar leiðin gekk, heim til himmals til okkaru kæru Mammu. Pápi! Tú vart ein pápi fyri okkum trýggjar systrarnar, tú hevði okkum við tær allastaðni hvar tú fórt [...] við, men drongurin í hesum arbeiði mundi mangan vera eg sjálv. Eg var góð við pápa eg livdi saman við honum, eg var altíð til at taka, at hjálpa har íð á stóð. Pápi var komin upp í ein høgan aldur, og
tað var týðuligt, at støðið í húsarhaldinum í Gøtu hevði røtur í doktaraheiminum í Heiðunum. Í 1946 rann saman millum mammu mína og pápa mín. Hann gekk á skúla í Havn og seinni í Keypmannahavn, so nógv [...] 26. juni 2008 vóru 82 ár síðani mamma mín, Ellemia Gregersen, var borin í heim úti í Heiðunum. Henda sama morgun dró hon andan fyri seinastu ferð í heimi sínum í Gøtu. Við hennara síðsta andadrátti endaði [...] hjá børnum flest tá í tíðini – sjey ár og helst meginpartin annan hvønn dag. Hon bleiv fermd í Skála kirkju í 1940. Tá sá hon á fyrsta sinnið pápa mín, Ólav, sum hon giftist við í 1949. Men áðrenn hon
bjarga, og pápi doyði av blóðtøppinum, hann hevði fingið. Pápi var føddur 12. september í 1927, og hann og mamma mín, Kirsten, giftust 1. oktober í 1955. Tey livdu sostatt saman sum hjún í næstan 49 ár [...] abbi mín, Joen Magnus Eliasen, var pápi eisini deknur í Mikladals kirkju. Abbi var deknur í eini 67 ár, til hann legði frá sær sum 95 ára gamal. Abbi doyði 99 ára gamalur, 20. september 1989. Pápi mín var [...] var deknur í eini 18-20 ár, og hann var eisini deknur, nú hann doyði. Pápi var røktingarmaður í fleiri ár, og honum dámdi eisini væl at hjálpa soninum, Eyðun, sum er bóndi í Mikladali. Hann var ofta um
umborð at loysa av síðsta fríggjadag í august í fjør. Kurt hevði nokk ikki følt seg heilt væl túrin frammanundan, men tí gjørdi hann ikki stóran háva burturúr. Eg visti í hvørfall einki um tað. Kurt hevði [...] eina boyu upp. Tað segðist at skiparin hevði bundi seg í eina boyu, tí tað manglaði eitt bjargingarbelti, men einki hekk í boyuni teir tóku. Einaferð í 60árunum, tá klaksvíkingar vóru á veg til Føroya við [...] Kurt kom til Fuglafjarðar í 1966, tá hann giftist við Annefíu Johannesen. Tey fingu 6 børn, fýra synir og tvær døtur. Fyrstu ferð eg mynstraði sum stýrimaður, var við "Kappanum" í desembur 1971. Tá kom eg