Minningarorð um Henny Onnu Helenu Juul, fødd Danielsen, í Funningi

fødd 9. august 1942, deyð 30. apríl 2013

Henny var ættað úr Miðvági og elsta dóttir Henrik og Mariu Danielsen. Vit vóru fimm systkin, og vuksu vit upp við Kirkjar í Miðvági. Sandurin var okkara spæli­pláss, har búleikaðust vit sum børn. Henny var ein góð systir og tók hon sær av okkum yngru systkjum. Eg vil minnast systir mína fyri alt tað góða, hon var fyri okkum. Pápi okkara lossaði á Vesturleið og arbeiddi ann­ars fyri Miðvágs komm­unu. Mamman var heima og tók sær av okkum børnum.
Tað var nakað serligt at vaksa upp í fimmtiárunum. Vit vóru úti í Nýpu, niðri við Leitisvatn. Har høvdu vit manga góða løtuna, og vit tóku lut í øllum ar­beiði, børnini vóru ein part­ur av tí gerandislívi, sum var vanligt tá í tíðini. Minn­ini eru góð og systir mín, Henny, var eisini uppií øll­um tí, sum fyrifórst. Eg minnist hesa farnu tíð og systir mína, nú hon er farin. Alt tekur enda, gamla tíðin er farin, eisini tíðin hjá systir míni er farin. Nú eru bert minn­ini eftir, men tey eru góð.
Henny giftist til Funn­ings í 1964 við Petur Sofusi Juul. Tey livdu eitt gott lív saman og fingu fimm børn. Petur Sofus doyði fyri sjey árum síðani.
Henny hevði ikki góða heilsu seinastu árini, og doyði hon nú alt ov tíðliga, halda vit. Henny var ein still­før, gudrøkin og fitt kona, og verður hon nógv saknað av børnunum og familj­uni annars. Nú eru vit bert fýra systkin eftir, ein er farin úr felagsskapinum, familjan hevur mist, og eg havi mist.
Eg  vil á henda hátt og við hesum orðum minnast elskaðu systur mína.
Ærað veri minnið um hana!
----
Finnbjørn