Minningarorð um Hannis Arge

30.september andaðist Hannis Arge 74 ára gamal.

Hannis giftist við Brynhild- ættað úr Miðvági- í 1949 og fingu tey fýra børn.

 

Teimum untist at vera gift í 52 1/2 ár og megnaðu at geva okkum eitt trygt og gott heim. Mamma tað er svárt hjá tær at hava mist kæra mann tín, tí tit vóru jú altíð saman.

Babba eg ynski bara at vísa mín longsul eftir tær, serliga nú tú ikki ert millum okkum hesi jól. Tað er so kensluborið, og lívið reflekterar aftur og aftur. Tað verður so tómligt, tá vit øll børn og abbabørn tíni fara oman til mammu jólaaftan at vera saman, og tú ikki verður millum okkum. Tú elskaði jú, at vit øll vóru saman henda dag, og stuttligt var, tá tú plagdi at deila jólapakkarnar út, tað var nakað serstakt.

Tað besta av øllum er tó, at tú, babba, var so glaður fyri størstu jólagávu av øllum- fyri jólaboðskapin- at Jesus kom niður av himli og varð føddur inn í henda heim sum menniskja og virkaði í 33 ár, til hann hevði fullført frelsuætlan Guds fyri alla mannaættina. Hesa gávu takkaði tú Gudi fyri, og jólaaftan syngur tú við tí himmalska kórinum og lovprísar Gudi fyri Jesubarnið.

Babba, eitt veit eg, og tað er, at vit síggjast aftur.

Takk fyri alt mín elskaði pápi.


Dóttir tín Marita