Hann hevði stákast við at sláa nýggja kirkjugarðin í Mikladali og var farin undir at hampa um tann gamla, tá ið hann brádliga gjørdist sjúkur og doyði.
Tað var mamma, sum ringdi til mín og segði, at pápi var farin á sjúkrahúsið við lungnabruna og helst einum lítlum blóðtøppi. Men lívið hjá honum stóð tíverri ikki til at bjarga, og pápi doyði av blóðtøppinum, hann hevði fingið.
Pápi var føddur 12. september í 1927, og hann og mamma mín, Kirsten, giftust 1. oktober í 1955. Tey livdu sostatt saman sum hjún í næstan 49 ár.
Sum ung arbeiddi mamma á Telefonverkinum, og babba arbeiddi á Tunnuvirkinum hjá Shønning Eysturoy.
Tann 6. januar í 1957 fluttu tey til Mikladals at búgva, tá ið tey keyptu húsini, sum tey búðu í øll hesi árini.
Øll síni bestu ár var pápi sjómaður, til hann legðist uppi og fór at arbeiða hjá SEV og Landsverkfrøðinginum. Hann sigldi við norskum skipi, og hann sigldi eisini sum avloysari við Sámali Jacobsen. Meginpartin av sjólívinum var hann tó við skipum úr Klaksvík.
Eins og abbi mín, Joen Magnus Eliasen, var pápi eisini deknur í Mikladals kirkju. Abbi var deknur í eini 67 ár, til hann legði frá sær sum 95 ára gamal. Abbi doyði 99 ára gamalur, 20. september 1989. Pápi mín var deknur í eini 18-20 ár, og hann var eisini deknur, nú hann doyði.
Pápi var røktingarmaður í fleiri ár, og honum dámdi eisini væl at hjálpa soninum, Eyðun, sum er bóndi í Mikladali. Hann var ofta um morgnarnar og gav seyðinum í seyðahúsinum, sum Eyðun hevur í Mikladali.
Á hvørjum ári setti hann epli niður til húsbrúks, men seinasta ár náddi hann ikki at taka tey uppaftur, áðrenn hann noyddist at leggja árarnar inn.
Pápi plagdi at ganga við fleygastongini og fleyga havhest, tá ið líkindi vóru til vildar. Eydnaðist dagurin væl, og hann fekk meira enn til húsbrúks, plagdi hann at selja burtur av.
Vit eru trý systkin, Magnus, sum er yngstur og býr inni hjá mammu, Eyðun, sum miðlingur og eg, sum eru elst av okkum.
Vit hava havt góð foreldur, eina góða mammu og ein góðan pápa, og vit høvdu eitt gott heim.
Pápi var altíð so hjálpsamur. Hann hugsaði nógv um okkum, var ofta inni á gólvinum hjá mær og spurdi altíð, hvussu gekst. Tá ið hann kom inn, plagdi hann at rópa: "Hvar er babbasa dóttir?!" Og tá meinti hann við meg, tí hann átti bara eina dóttir.
Hann var góður við okkum øll ? sína konu, børn, abbabørn og síni langabbabørn, og vit vóru øll góð við hann. Pápi hevði ongar óvinir ? øll kendu hann sum ein góðan vin og starvsfelaga. Hann var skemtingarsamur, altíð í góðum lag og altíð við tí góða orðinum.
Pápi var glaður fyri náttúruna. Hann og mamma plagdu at ganga túrar um kvøldarnar, tá ið líkindi vóru til tað. Tey fóru so fitt eftir vegnum undir arm. Tey vóru góð við hvønn annan og vóru eini góð hjún. Nú eingin pápi er, er saknurin hjá mammu og Magnusi, sum býr inni, svárur.
Vit sakna øll pápa, nú hann ikki er hjá okkum meira.
Nú pápi er farin, leita mínir tankar til góðu mammu mína, sum hevur mist sín mann ? og vit okkara pápa. Tankarnir leita eisini til beiggjar mínar og øll, sum stóðu honum nær.
Má Harrin hjálpa okkum í sorgini og sakninum yvir pápa.
Friður veri við minninum yvir pápa mín.
Dóttir tín, Mathilda