Hóast tað ikki kom heilt óvart, so var tað tungt at fáa deyðsboðini av Kurt Joensen. Kurt var ættaður úr Kollafirði, sonur Jógvan og Elsebeth Malenu Joensen úr Húsinum.
Kurt kom til Fuglafjarðar í 1966, tá hann giftist við Annefíu Johannesen. Tey fingu 6 børn, fýra synir og tvær døtur.
Fyrstu ferð eg mynstraði sum stýrimaður, var við "Kappanum" í desembur 1971. Tá kom eg umborð sum 2. stýrimaður fyri Kurt, sum hevði fingið sær nakrar frítúrar. Túrarnar aftaná kom eg at sigla saman við Kurt. Fyrstu túrarnar var hann fyrri stýrimaður, og so onkran túr seinni var hann skipari. Tá Kurt var skipari, var eg 1. stýrimaður hjá honum. Tann avloysingartíðin var so liðug, og okkara vegir sum skipsfelagar skiltust tá.
Í 1975 fekk eg hýru sum einastýrimaður við "Dagsstjørnuni", sum tá var vaktar- og bjargingarskip. Í februar mánað árið eftir kom at mangla ein stýrimaður. Spurt var tá, um eg visti ein stýrimann. Víst varð á Kurt, sum eg helt vera ein framúr skilamann. Hóast mínir førleikar at meta um tað vóru avmarkaðir, so bleiv tað mín sannføring til síðsta dag, at tann metingin var røtt. Har var onkur annar, sum eisini kendi Kurt, og tað var eingin ivi um at ringja og spyrja, um hann hevði hug at koma við. Kurt tók av, og hann sigldi við vaktar- og bjargingarskipunum til tann síðsta dagin, hann var arbeiðsførur. Vit komu umborð at loysa av síðsta fríggjadag í august í fjør.
Kurt hevði nokk ikki følt seg heilt væl túrin frammanundan, men tí gjørdi hann ikki stóran háva burturúr. Eg visti í hvørfall einki um tað. Kurt hevði verið á Landssjúkrahúsinum til eina kanning, meðan hann var heima. Júst tá Kurt var komin umborð við manningarskifti, fekk hann boð um at seta seg í samband við Landssjúkrahúsið. Hann ringdi út á Landssjúkrahúsið og fekk boð at koma til eina kanning aftrat, helst sama dag.
Seinni sama seinnapart ringdi sonur hansara og segði okkum, at pápi hansara var sjúkrameldaður, tí læknarnir høvdu staðfest, at hann hevði krabbamein í hálsinum og skuldi niður til viðgerð. Tað var ein hvøkkur fyri okkum allar, men vit livdu í vónini um, at Kurt fór at koma aftur frískur, men so var ikki.
Hesi árini, Kurt sigldi við vaktarskipunum, eru hendar nógvar broytingar, bæði hvat fiskimarki og fiskivinnulóggávu viðvíkur, eins og á tí tøkniliga økinum. Kurt var ikki ein, ið skúgvaði nýggjar avbjóðingar frá sær, men nærlagin setti hann seg inn í tað, hann hevði við at gera. Kurt var við Ólavi Halga, tá hann varð brúktur sum skúlaskip hjá sjómansskúlanæmingum. Mær tókti, at tað var eini ótrúlig evnir, hann hevði, at læra frá sær, og tað gjørdi hann so sera grundiga, at har datt onki lið burturímillum.
Fyrsta sum teldurnar komu umborð á skipini, royndu vit, sum tá sigldu saman, sum frægast í felag at seta okkum inn í tey ymisku viðurskiftini. Tað var fleiri ferðir, eg segði Kurt frá um okkurt, sum eg ikki fann útav. Ofta var svarið, at hatta fekk hann ikki hjálpt mær við, men so dagin eftir ella stutt seinni kom hann ofta og segði: "Tú, eg havi hugt at hasum, tú spurdi um, og eg havi funnið útav, at tað er soleiðis:?" Soleiðis var Kurt. Um hann ikki hevði eitt svar her og nú, so kendi hann seg ikki leysan av tí, hann var spurdur um, men royndi at finna, og fann ofta svarið.
Vit sigldu saman fyrst frá februar 76 til septembur 78, tá vit fóru á hvør sítt hold, og síðan bert vóru onkrar túrar saman, til vit fyrst í 90 árunum komu aftur at sigla fast saman.
Tað vóru nógvar hugnaligar løtur saman umborð. Ikki vóru vit altíð samdir um tað, sum tosað varð um, minni enn so, og ofta varð eitt sindur harðmælt, men ongantíð førdi tað til illstøðu. Tað átti nokk bara at vera so. Helst høvdu báðir meir ella minni hug at andøva ímóti.
Sum skipari á einum vaktar- og bjargingarskipi havi eg ofta hildið tað vera rætt at tosa við aðrar um, hvussu mundi vera rættast at gera. Oftast hevur tað verið við stýrimenninar, ein hevur tosað við um tey ymisku viðurskiftini. Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, so loyvi eg mær at siga, at Kurt var mangan góður í ráðum, uttan at ein fekk kenslu av, at hann helt, at hansara meining var tann einasta rætta.
Kurt var við til bjargingar á sjónum, áðrenn hann byrjaði í Vaktar- og Bjargingartænastuni. Tann 2. januar 1957 sigldi Godanes á Flesjarnar og gjørdist vrak. Støðan var tann, at ein av brøðrunum hjá Kurt hevði verið við Godanesi og skuldi við túrin eftir. Tí vistu teir at Godanes skuldi koma tað kvøldið. Um kvøldið sóu teir, at tað var so upplýst við Flesjarnar.
Teir fóru tí at lurta eftir Tórshavnar Radio, fyri at vita hvat mundi vera hent. Teir hoyrdu tá, at Godanes hevði siglt á flesjarnar. Kurt saman við pápanum og brøðrum sínum drógu tá áttamannafar, maskinbátin teir áttu, og fóru út fyri at hjálpa, um tað var brúk fyri teimum. Teir komu bert til at taka eina boyu upp. Tað segðist at skiparin hevði bundi seg í eina boyu, tí tað manglaði eitt bjargingarbelti, men einki hekk í boyuni teir tóku.
Einaferð í 60árunum, tá klaksvíkingar vóru á veg til Føroya við einum sandbáti, sum teir høvdu keypt, forlistu teir. Teir sendu út neyðarkall, og skip fóru at leita. Millum teirra var Boðanes, sum Kurt var stýrimaður á. Teir lógu tá undir Shetlandi og krokaðu. Navigatiónsútgerðin var ikki tann sama tá sum nú. Teir høvdu bert ein peilara at halda seg til, og bjargingarbáturin hevði í mesta lagi ein sendara, men bert við tí útgerðini og við at krosspeila við onnur skip funnu teir gummibátin. Teir løgdu framat gummibátinum og tóku so fyrst menninar úr gummibátinum og síðan gummibátin. Menninir vóru allir vátir, men høvdu tað annars gott. Teir fingu turr klæðir frá manningini á Boðanesi, og so var ikki meira um tað enn, at Boðanes fór á Klaksvík við monnunum.
Einaferð vit vóru á Klaksvík við einum av vaktarskipunum, kom Bethuel Johannesen, Klaksvík, sum var skipari á sandbátinum, umborð á vaktarskipið. Hvørji ørindir hansara vóru, minnist eg ikki. Kanska bara at práta. Bethuel, sum ikki kendi Kurt aftur, spurdi Kurt, hvør hann var. Skemtingarsamur sum Kurt var, svaraði hann: "Vit hava verið saman til skips, og tá var tú í buksunum hjá mær." Tá tað var sagt, tá visti Bethuel, hvør maðurin var, og teir fingu eitt gott prát saman.
Kurt, eins og kona hansara, Annefía, átti trúgvandi foreldur, og tann førningur, hann fekk frá ungum av, var honum ein stuðul alt lívið, og eftir tí aldu tey upp síni børn. Átrúnaðarliga var hann eisini sannførdur um, at við egnari megi eru vit menniskju, tá um frelsuna ræður, øll sum kamelur, ið skal gjøgnum eitt nálareyga, men hann var eisini sannførdur um, at tann, sum trýr á Jesus Kristus og heldur út til endan, skal verða frelstur av Guðs stóru náði. Hesum hvíldi hann í líka til sína síðstu stund.
Kurt er nú farin, og maður kemur í mans stað, men saknurin er stórur, bæði á ein og annan hátt hjá okkum øllum, ið høvdu við Kurt at gera sum starvsfelaga og vin. Góða Annefía, børnini, verbørnini abbabørn og systkin. Stórstur er saknurin hjá tykkum, sum hava mist mann, pápa, verpápa, abba og bróður.
Tað sigst, at tíðin lekir øll sár. Tað er nokk satt, men tann tíðin kann sýnast sera long. Harrin styrki tykkum í sorg og sakni.
So legg tú allan trega
í Harrans sterku hond,
lat trúgv og vón teg gleða,
um tíðin sýnist vánd.
Tað er ei tú, ið veldur,
ei tú, ið tekur ráð,
Guð veldisstavi heldur,
og ferð øll hans er náð.
Friður veri við minninum um Denhard Kurt Joensen.
Ellintur










