Minningarorð um Finn Olsen

Umborð á Smyrli, týskvøldið 12.februar 2002, á veg til Suðuroyar fekk eg deyðsboðini av Finni, og tá ið vit dagin eftir komu aftur til Havnar, varð flaggað í hálvari stong yvir alla Havnina, tí øll kendu Finn.

Fullvæl visti eg, at Finnur var álvarsliga sjúkur, men deyðsboðini komu sum eitt sjokk. Í juli mánaði var Finnur frískur og ferðugur suðuri í Vági og fylgdi pápa mínum, so lítið vardi tað okkum tá, at hann skuldi fara so skjótt.
Eina slíka løtu drýpur ein høvur í tøgn, og tankarnir sveima um tíðina, sum farin er, tí nógv hava vit havt saman øll hesi mongu ár. Maria, kona Finnur, og eg eru tey elstu av systkinabørnunum í okkara familju. Mamma Mariu og mamma mín vóru systrar, so hetta eru eisini svárar løtur hjá Krossteig gubbanum og Estrid mostur, nú svigarsonurin er farin og hjá svágrum og svigarinnum.
Fyrstu ferð, eg sá Finn, var í Tungugøtu, har Finnur og Maria búðu í eini íbúð í heiminum hjá Finni. Marna og eg vóru á veg til Danmarkar aftur í lestrarørindum eftir summarfrítíðina. Eg minnist væl, at vit tosaðu um henda fitta og fryntliga mannin, sum fyri okkum var eitt óskrivað blað, men henda áskoðan á Finnur helt sær alt lívið, tí Finnur var ein sera blíður maður og eitt gott menniskja.
So við og við komu vit at hava meira og meira við hvønn annan at gera ,eftir at vit vóru flutt aftur til Føroyar, og húsini hjá Mariu og Finni, sum tey bygdu sær í Torfinnsgøtu, komu at vera eitt av okkara tilhaldshúsum í Havn og karmurin um manga familjuveitslu eins og seinni húsini, tey bygdu sær á Dalavegnum.
Tað verður eitt stórt tómt pláss nú á Dalavegnum og ein svárur saknur, nú Finnur ikki er meira.
Finnur fór sum ungur í snikkaralæru og kom skjótt saman við øðrum at standa á egnum beinum, tá ið teir fóru undir at keypa egið snikkaravirki, sum varð selt aftur í seinnu helvt av trýssunum. Eg minnist, at tá ið vit bygdu hús okkara í Vági í 1966, høvdu vit vindeygu og hurðar frá virkinum hjá Finni, og vóru tey so góð og vælgjørd, at øll sita tey í tann dag í dag.
Eftir at hava selt snikkaravirkið fór Finnur undir egið glasvirksemi í húsunum hjá sær sjálvum. Hetta bleiv so tað, sum Finnur kom at verða mest kendur fyri um allan høvuðstaðin og um allar Føroyar. Finnur var sera hugagóður, handaligur og røkin í sínum arbeiði, og har komu nógv fólk saman á verkstaðnum hjá Finni. Eg minnist, einaferð vit komu inn á verkstaðið hjá Finni, vit vóru komin til Havnar fyri at halda Ólavsøku og skuldu búgva hjá Mariu og Finni, tá lá sjálvur Steffan Danielsen, kendi listamaðurin úr Nólsoy , á knøunum á gólvinum og gjørdi ein málning av Nólsoynni lidnan, sum skuldi á Ólavsøkuframsýningina. Steffan var komin til Finn, eins og aðrir listamenn og hann altíð vóru vanir, tí Finnur skuldi gera rammur um málningar hansara, og kanska eisini tí, at Finnur hevði stóran ans fyri listini og hevði ikki sørt av listaligum evnum sjálvur.
Finnur tókst altíð við okkurt, og var hann ikki á sínum egna virki, so var hann runt Havnina fyri at seta rútar í fyri fólk og virki, og tí var hann eisini kendur og virdur av hvørjum mansbarni í Havnini.
Finnur var vælgjørdur, ja, ein sannur listamaður á sínum øki, tað bera húsini á Dalavegnum, sum hann seinni bygdi sjálvur, eisini besta prógvi um.
Tá ið Finnur gavst við glasvirksemi sínum fyrst í 8o unum, søkti hann sær starv sum húsavørður í Norðurlandahúsinum, har hann var í nógv ár, og har hann ikki varð minni avhildin. Hetta bera tey vøkru orð prógv um, sum núverandi stjóri og starvsfólk hava skrivað um hann í bløðunum og ikki minni tann langa heilsanin, sum send varð úr Finnlandi og lisin upp í kirkjuni av Hera Joensen, presti, frá fyrrverandi stjóranum í Norðurlandahúsinum, eins og tann stóri skari, sum fylti Vesturkirkjuna hendan regntunga februardag, og sum var komin fyri at sýna Finni tann seinasta heiður.
Finnur var ein góður maður fyri síni børn og sína konu, og har sum Finnur var, var Maria eisini. Tey livdu eitt ríkt hjúnarlag, so saknurin hjá tær Maria verður stórur og sorgin tung at bera.. Sum pápi fyri Barbaru, Súsannu og Bjørg var Finnur framúrskarðandi. Nær knýtt vóru tit øll hvør at øðrum, so saknurin hjá tykkum verður svárur eisini tí, at gentir mangan eru nær knýttar at pápanum, og so var ikki minst í tykkara føri. Eisini hjá mammuni Hannu, Hildur og Hans Jørgen verður saknurin stórur.
Harrin styrki og hjálpi tykkum øllum, og vil eg her lýsa frið yvir minni um Finnur Olsen.

Jákup Olsen