ársskiftið vóru bert 5 fólk á málinum. Kriminaliteturin fellur Í 1997 vórðu skrásett 1036 lógarbrot á revsilógina. Hetta eru 10,8 prosent færri enn í 1996, tá talið var uppi á 1161. Men ikki nóg mikið við [...] løgregluna er ikki so nógv, men tað sigur líka nógv um, hvussu friðarligt land Føroyar er og hvussu lítil kriminalitetur verður framdur her á landi. Skipakanningarnar hava fingið sítt pláss í frágreiðingini. Har [...] hjá løgregluni, so er talið av brúkstjóvaríum framvegis fallandi ellivta árið á rað. Í fjør vóru skrásett 57 brúkstjóvarí her á landi. Herverkini fækkast eisini Men tað er ikki bara talið av tjóvaríum, sum
broyting hend á ríkisrættarliga økinum, hóast samfelagsligu broytingarnar hava verið alstórar. Gongdin í Føroyum og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar seinastu árini hava víst, at tørvur er á grundleggjandi [...] eftir galdandi tjóðarrætti og kunnu frítt taka lut í altjóða samstarvi sum sjálvstøðugt land. Ætlanin leggur dent á, at hetta skal gerast eftir einum skipaðum og fólkaræðiligum leisti og í samráðingum við [...] um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir. Viðmerkingar
Havsbrún ætlar at byggja sítt pelagiska virkið Pelagos út . Og sum støðan er í løtuni er og lítið pláss á havnaøkinum í Fuglafirði. Tað verður ikki bara bygt úteftir, eisini er tað umráðandi, at tað er djúpt [...] tíðarfreistina, so sum arbeiðið gongur í løtuni. Talan er um eina spunskei, sum verður gjørd í Fuglafirði, á sama hátt sum tann gamla keiin er bygd. Hon hevur staðið í eini 60 ár uttan trupulleikar, so hetta er [...] avgreidd so skjótt sum gjørligt. Um hetta ikki letur seg gera, so kunnu tey bara fara til okkurt annað land at landa. Eingin atløgubryggja uttanfyri tunnlarnar 2. byggistig av havnaútbyggingini í Fuglafirði
Løken vísir á, at fakfelagsrørslan er eisini politisk, og tí skal hon eisini vera við til at ávirka samfelagsgongdina. Útbúgvið tykkara egnu fólk Eisini spurningurin um útbúgving var viðgjørdur á fundunum [...] ein ikki bara stendur við ófaklærdari arbeiðsmegi, tá oljan kemur í land, og útbúna arbeiðsmegi kemur uttanífrá. Espen Løken vísir á, at í oljufelagnum, har hann arbeiðir, hevur meira enn helvtin av s [...] Jan Müller Herfyri vóru tvey umboð fyri norska fakfelagið hjá oljuarbeiðarum á vitjan í Føroyum eftir eini áheitan frá Føroya Arbeiðarafelag og øðrum fakfeløgum. Sosialurin hitti Espen Løken, sum dagliga
síggja út sigur Ingeborg Vinther. -Men verður olja funnin, skal hon tá í land í Føroyum ella skal hon flytast beinleiðis víðari á marknaðin? -Vit mugu alla tíðina hugsa um, at oljan skal geva nokk av arbeiði [...] við eina komandi oljuvinnu. Ingeborg Vinther viðgongur, at føroysku fakfeløgini standa fullkomiliga á berum, tá talan er um at taka av stóru avbjóðingini, sum ein oljuvinna ber í sær fyri eitt samfelag [...] sum hava fólk sum limir, ið arbeiða innan oljuvinnuna. Í hesum sambandi vóru tvey umboð fyri NOPEF á vitjan í Føroyum herfyri, har tey nýttu høvi at tosa við umboð fyri fleiri føroysk fakfeløg, teirra
grundgevingarnar, at vit eru eitt lítið land, men eisini eitt lítið land er fátækt uttan tónaskøld og tónleikarar. So nógv kostar tað heldur ikki at koma upp á eitt stig sum til dømis í Danmark, sigur [...] samsýning, á leið við ta, útvarpsstøðir aðra staðni veita tónleikarum, og tí vilja tey fegin samráða seg fram til eina størri upphædd. - Vit eru ónøgd við, at upphæddin er so lítil. Tey sum syngja á føroyskum [...] tað, sum ein svii, dani ella norðmaður fáa í teirra landi. Grundgevingin er, at vit eru eitt lítið land við fáum lurtarum og tað skilja vit eisini, sigur Kristian Blak, tónleikari og tónaskald. Tónleikur
higartil hava teir ikki vunnið meiriluta fyri hesum, hvørki á tingi ella millum fólkið. Við valið hesaferð vann Tjóðveldisflokkurin við Høgna Hoydal á odda stórsigur. Nú varð ikki tosað um loysing her og nú [...] tí hetta uttan iva er størsta politiska málið í nýggjari tíð. Síðani vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906 hava júst viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verið eitt heitt politiskt stríðsmál [...] um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir. Løgtingið
fyri at vit kundu búgva á Hotel Hafnia í miðbýnum og tað er so høgligt sum tað kann verða, tá ein brúkar koyristól, sigur Lis Vestergaard. Hon skundar sær at leggja afturat: ? Tey á hotellinum hava verið [...] ? Á hotellinum er tænastustøði sera høgt, og eg haldi at føroyingar eru sera vinarligir, men tað er trupult at ferðast í Føroyum tá ein situr í koyristóli. Tey nevna dømi um at ætlar ein sær inn á eina [...] nevna tey toiletumstøðurnar. Á hvílistøðunum, sum eru ymsastaðni kring landið eru toilet, men í flestu støðum er ikki tikin hædd fyri koyristólum. ? Men tað sær tó út til at vera á veg, sigur Lis. ? Vit komu
nógv sum tilber skulu sleppa inn á útbúgvingarstøðini, men teir hava ikki samstundis syrgt fyri at gera nóg nógvar lestrarbústaðir. Og tá bústaðir, so at siga, ikki hanga á trøðunum í eitt nú Keypmannahavn [...] og tann lesandi veit, at um trý, fýra ella fimm ár, ja - so er liðugt og útbúgvingin komin undir land. Men hjá nógvum teirra, sum í ár hava ætlað sær at byrjað at lesa, sær ikki so gott út, sum tey sjálvi
hjálp upp á um vit fáa sjálvstýri ella ikki. ? Líka síðani sparingarnar byrjaðu, so hava vit hoyrt, at tá árið er komið út í helvt, so eru ikki nóg nógvir pengar eftir at reka Landssjúkrahúsið á nøktandi [...] tað so, so mugu teir upp á longri sikt gjalda til samfelagið fyri tað, men hatta er ein longri prosess. Men eg eri samdur, gert tú hatta til privat, so skal eisini gjaldast á onkran hátt, so samfelagið [...] skulu vit greiða pensjónsviðurskiftini í framtíðini? ? Eg eri sannførdur um, at vit mugu fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at taka størri ábyrgd av pensjónsviðurskiftunum. Hetta er jú byrjað við teimum avtalum