Olávus Jespersen, Havn:
Tað verða fleiri og fleiri, ið gerast eldri í okkara samfelag. Útreiðslurnar til pensjónir og annað gerast tískil størri. Hvussu skulu vit greiða pensjónsviðurskiftini í framtíðini?
? Eg eri sannførdur um, at vit mugu fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at taka størri ábyrgd av pensjónsviðurskiftunum. Hetta er jú byrjað við teimum avtalum, sum bæði Starvsmannafelagið og Lærarafelagið hava gjørt við landsstýrið.
Men trupulleikin eru tey, sum ikki eru inni á arbeiðsmarknaðinum. Har trúgvi eg, at vit mugu menna skipanina við at gjalda størri gjald til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum so verður ein generell pensjónsskipan til øll - at har liggur trygdin hjá øllum. Har haldi eg, at vit skulu gera tað á tann hátt, at hetta verður fíggjað uttan fyri fíggjarlógina. Høvuðsmálið er, at arbeiðsgevarar fara at taka pensjónsviðurskiftini meira í álvara.
? Hvussu greiða vit eldraspurningin? Nú er samfelagið broytt soleiðis, at tey ungu arbeiða úti, meðan onkur annar má ansa teimum gomlu - onkur ansingarskipan?
Hetta er tann størsta avbjóðingin á tí sosiala økinum. Vit hava sæð trupulleikarnar við heimarøktini síðstu árini. Eg havi ikki annað svar enn tað, at vit mugu útbyggja heimarøktina til at vera eina døgnrøktarskipan eisini og so at fara at raðfesta og gera eina langtíðaætlan um, hvussu vit útbyggja røktarheimsspurningin, Hetta er aftur ein spurningur um, hvussu vit prioritera á fíggjarlógini. Men tað tekur eisini tíð, tí er svarið tað, at tað má vera ein kombinatión av heimarøkt og so spakuliga at útbyggja eldrarøktarskipanina. Eisini er hetta ein spurningur um býtið millum land og kommunu. Fáa vit broytt kommunuskipanina, so haldi eg, at tann parturin eisini eigur at verða ein partur, sum kommunurnar fáa ábyrgd av, so at kommunurnar so at siga kunnu fara at kappast um, hvør nú kann veita sínum borgarum bestu røktina. Hetta er ein trupul spurningur, sum vit ikki kunnu lova nakra hjálp upp á um vit fáa sjálvstýri ella ikki.
? Líka síðani sparingarnar byrjaðu, so hava vit hoyrt, at tá árið er komið út í helvt, so eru ikki nóg nógvir pengar eftir at reka Landssjúkrahúsið á nøktandi støði. Hvussu kunnu vit orna hetta?
? Ja, hatta er eisini ein afturvendandi spurningur. Spurningurin er ikki, um vit ikki bara hava roynt at funnið lappaloysnir meðan vit hava arbeitt okkum úr kreppuni. Nú er landsstýrismaðurin í heilsumálum farin at arbeiða við eini langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Hvussu nógvar tænastur vit skulu keypa frá Ríkissjúkrahúsinum o. s. fr.
Undir øllum umstøðum má ein langtíðarætlan gerast fyri sjúkrahúsverkið, sum eisini tekur støði í, at vit hava eitt sjálvstøðugt samfelag.
? Tosað verður um útbygging av Landssjúkrahúsinum, samstundis sum deildir standa tómar. Hvussu skal hatta skiljast?
? Nú hugsar tú helst sum so, at um Landssjúkrahúsið verður størri, so mugu fleiri fólk í arbeiði. Men vit vita eisini, at Landssjúkrahúsið er niðurslitið, og tað verður neyvan dýrari at reka við at gera neyðugu íløgurnar - tað kann gera raksturin bíligari.
? Hvussu skulu vit skipa skúlaverkið í fullveldinum Føroyum, tá hugsað verður um barnaskúlan, miðnámsskúlarnar og hægru skúlarnar?
Menningin, sum er farin fram við miðnámsskúlunum, har tú kanst leggja tær støðið undir víðari lestri, er vegurin fram. Og so meini eg eisini, at vegurin fram er at fáa fleiri avtalur við onnur lond um hvussu føroyingar skulu kunna lesa aðrastaðni. Eisini at vit sjálvi fara at fíggja lesturin sjálvur, so neyðugt ikki skal vera at fara til Danmarkar, men eisini aðrastaðni við studningi frá føroyska samfelagnum.
Havi ikki nakra greiða meining um, hvørt fólkaskúlin skal broytast nakað serligt fyri tí, um vit fáa fullveldið Føroyar. Hann skal undir øllum umstøðum mennast, og neyðugt verður ikki við nøkrum skerjingum, hóast vit fáa fullveldi.
Men vit fáa altíð skotið í skógvarnar - ikki minst frá tjóðveldismonnum, at fólkaskúlin hevur so nógvar avskriftir av donskum lógum. Feilurin er, at vit hava onga pedagogiska gransking í Føroyum. Vit kunnu ikki ávísa nakra pedagogiska gransking, sum vísir, at tað skal gerast so ella so. Er ætlanin at styrkja um pedagogisku granskingina í fullveldinum Føroyum?
? Tað liggur í sær sjálvum, at tá farið verður at endaskoða fólkaskúlan og pedagogisku granskingina. Hin spurningurin er um lærutilfar - frálærutilfar. Vit mugu leggja eina ætlan fyri, hvussu vit fáa styrkt um føroyska tilfarið. Her má eisini gerast ein ætlan um, hvør tørvur er í føroyska samfelagnum og hvussu langa tíð tað fer at taka.
Hetta liggur í prosessini, um vit skulu verða sjálvstøðug.
Eitt nú Tjóðveldisflokkurin hevur í síni stevnuskrá, at fiskiríkidømi er ogn alra fólks. Hetta passar ikki í praksis, tí nú ber til at fáa fiskiloyvi í 10 ár. Skal hetta halda fram ókeypis, ella skal gjald latast fyri tey?
Hatta er ein eymur politiskur spurningur. Nú eru vit farin inn í hetta við umsetiligheit, men vit hava kortini valt, at menn ikki sleppa at eiga fiskiloyvini í óendaliga tíð. Eg veit ikki um vit ikki longu hava privatiserað ognarrættin til fiskin. Men er tað so, so mugu teir upp á longri sikt gjalda til samfelagið fyri tað, men hatta er ein longri prosess.
Men eg eri samdur, gert tú hatta til privat, so skal eisini gjaldast á onkran hátt, so samfelagið fær inntøkur burturúr.










