Tað er hugaligt at fara undir lesnað. Eitt mál er sett fyri framtíðina og tann lesandi veit, at um trý, fýra ella fimm ár, ja - so er liðugt og útbúgvingin komin undir land.
Men hjá nógvum teirra, sum í ár hava ætlað sær at byrjað at lesa, sær ikki so gott út, sum tey sjálvi kundu hugsað sær.
Bústaðarneyðin millum lesandi í eitt nú Danmark er ógvuliga stór.
Danska stjórnin hevur sett sær fyri, at so nógv sum tilber skulu sleppa inn á útbúgvingarstøðini, men teir hava ikki samstundis syrgt fyri at gera nóg nógvar lestrarbústaðir.
Og tá bústaðir, so at siga, ikki hanga á trøðunum í eitt nú Keypmannahavn og Ålborg, so er lítið at gera hjá avvarandi myndugleikunum. Teir fáa ikki givið teim lesandi nakað at búgva í.
Katrin Gaard, formaður í MFS, sigur at tað er eitt øgiligt skil.
? Støðan er tann, at 95 prosent av teimum, sum hava søkt í gjøgnum Centralindstillingsudvalget, hava fingið avslag.
? Eg læs fyri kortum, at tað mangla 11 túsund bústaðir í Danmark og tað er ikki nakað, sum ein kann gera nakað við frá degi til dag.
Katrin Gaard sigur, at MFS fyri at hjálpa hevur gjørt eina bústaðarávísing.
? Her kunnu tey lesandi skriva seg upp og so gera vit tað vit kunna fyri at útvega teimum okkurt at búgva í.
Katrin sigur, at tað er greitt fyri MFS, at tey verri enn so kunnu hjalpa øllum, men kunnu tey hjálpa onkrum, so er tað eisini gott.
? Tað allar ringasta, sum kann henda er, at tey, sum skulu undir lestur nú, avlýsa av tí, at tey einki fáa at búgva í.
Men tað er ikki torført at skilja hóast alt, sigur hon.
MFS roynir at fylgja við støðuni so væl, sum nú einaferð er møguligt, men tað er samstundis greitt, at tað er rættuliga avmarkað hvat MFS kann gera í hesum máli, tá til stykkis kemur, sigur Katrin Gaard at enda.