Útbyggja havnina í Fuglafirði

Nógv virksemi er á Havsbrún í Fuglafirði, men havnarviðurskiftini eru ikki nóg góð til at taka ímóti øllum skipunum, sum koma at landa. Hetta ætlar kommunan nú at gera nakað við

Fuglafjarðar kommuna er farin undir 1. byggistig av havnaútbyggingini í Fuglafirði. Útbygginigin fer fram millum Havsbrún og havnaskrivstovuna. Grundin til at Fuglafjarðar kommuna er farin undir hesa útbygging, er at Havsbrún ætlar at byggja sítt pelagiska virkið Pelagos út . Og sum støðan er í løtuni er og lítið pláss á havnaøkinum í Fuglafirði. Tað verður ikki bara bygt úteftir, eisini er tað umráðandi, at tað er djúpt har, sum skipini skulu leggja at. Tí verður tað eisini sprongt niðureftir, so tey stóru skipini so sum Tróndur í Gøtu kunnu leggja at.


Arbeiðið gingið væl

Tað er fyritøkan J&K-Petersen, sum stendur fyri útbyggingini av havnini í Fuglafirði. Arbeiði hevur gingið sera gott ? byrjað var uppá arbeiðið seinast í mai og roknað verður við, at tað verður liðugt í november. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at hildið tíðarfreistina, so sum arbeiðið gongur í løtuni. Talan er um eina spunskei, sum verður gjørd í Fuglafirði, á sama hátt sum tann gamla keiin er bygd. Hon hevur staðið í eini 60 ár uttan trupulleikar, so hetta er ein góður háttur at byggja uppá. Tað eru bara fýra mans, sum arbeiða fast við útbyggingini í Fuglafirði, men teir daganir, sum teir fyltu grót í havnina vóru fleiri mans til arbeiðis.


Havnin ov grunn

Teir eru ikki farnir at dýpa havnina enn. Men ætlanin er, at teir skulu dýpa havnina til einar 8-9 metrar, so at tey stóru skipini sum Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum og aðrir stórir írskir bátar altíð kunna koma at landa. Keiin, sum er í dag, er bygd til bátarnar, sum vóru í 60-unum og 70-unum, so sum Finnur Fríði og Zenita, og teir vóru stórir bátar tá. Men tað eru so fáir eftir av teimum og teir nýggju bátarnir er so nógv størri, og teir stinga rættuliga djúpt. Tá ið Tróndur í Gøtu t.d. kemur við fullari last til bryggju, tekur hann botn. Hetta eru ótolandi viðurskifti, ein kann rokna við at astikkur og annað kann fáa skaða.


Dýr loysn

Fyri at loysa trupulleikan við havnaviðurskiftinum í Fuglafirði hevði tað verið rætt at bygt pir út frá Havsbrún. Tað hevði eisini bøtt munandi um viðurskiftini hjá bátum at ligið við bryggju í ringum veðri. Tað er serliga lágættin, sum er ring í Fuglafirði.

Hetta er ein dýr loysn, men tað krevst. Skipini eru stór og dýr. Tey krevja at verða avgreidd so skjótt sum gjørligt. Um hetta ikki letur seg gera, so kunnu tey bara fara til okkurt annað land at landa.


Eingin atløgubryggja uttanfyri tunnlarnar

2. byggistig av havnaútbyggingini í Fuglafirði, skal gerast sunnan fyri Havsbrún. Tað verður uttanfyri frystitunnlarnar, har fyritøkan Bergfrost heldur til. Teir hava sprongt nakrar tunnlar inn í fjallið, og tað er gjørt til frystigoymslur.

Bergfrost hevur ein trupulleikan, tá ið teir skulu skipa frystigóðs upp og avskipa. Tá hava teir onga atløgubryggju uttan fyri tunnlarnar. Tí verða skipini noydd at leggja at uttan fyri havnarskrivstovuna og skipa farmin upp har. Síðani verður fiskurin koyrdur við trailarum yvir til Bergfrost. Hetta er ikki gott fyri frystigóðsið, tí tað skal helst ikki standa úti ov leingi. Hetta eru sera trupul viðurskifti at arbeiða undir, og tað er eisini trongt hjá trailarum at koyra á keiøkinum í Fuglafirði. Sum støðan er í dag er tað sera kostnaðarmikið hjá Bergfrost at flyta farmin til og frá frystigoymsluni.

Prosjekteringin av 2. byggistigi er ikki liðug enn, men rokna verður við, at komandi ár verður farið undir 2. byggistig av havnaútbyggingini í Fuglafirði.

Kostnaðurin fyri 1. og 2. byggistig er roknaður til 12 milliónir. Av hesum letur landið 30% í stuðli og Fuglafjarðar kommuna rindar restina.