Hvørja ferð Útvarp Føroya spælir eitt lag, antin tað er av Fríðbjørg Jensen ella Michael Jackson, fær tann ið eigur upphavsrættin 10-20 krónur. Men tað er alt ov lítið, halda føroyskir tónleikarar og tónaskøld. Tey kunnu hugsa sær eina størri samsýning, á leið við ta, útvarpsstøðir aðra staðni veita tónleikarum, og tí vilja tey fegin samráða seg fram til eina størri upphædd.
- Vit eru ónøgd við, at upphæddin er so lítil. Tey sum syngja á føroyskum kunnu ikki vænta, at tey verða spæld nógva aðra staðni enn í Føroyum. Tí er tað ógvuliga keðiligt, at tað føroyskir tónleikarar fáa frá teirra egnu útvarpsstøð er ein fimta partur ella minni enn tað, sum ein svii, dani ella norðmaður fáa í teirra landi. Grundgevingin er, at vit eru eitt lítið land við fáum lurtarum og tað skilja vit eisini, sigur Kristian Blak, tónleikari og tónaskald.
Tónleikur allan dagin
Samsýningin tónleikarar og tónaskøld fáa, hvørja ferð verk teirra verða spæld alment antin í útvarpi, sjónvarpi, á matstovum, í konserthøllum - ella Grasagarði um tað skal vera, verður ikki rindað teimum beinleiðis, men ígjøgnum felagið Coda, sum umsitur slík gjøld fyri grønlendsk, føroysk og donsk tónaskøld. Íslendsku tónaskøldini samarbeiða við svenska codafelagið. Eina ferð um árið verður talt upp, hvussu nógv hvør eigur.
Vit eru ógvuliga kedd av, at støðan er so og fara tí at heita á útvarpið ella myndugleikarnar um at hækka codagjaldið. Tað er einasti mátin tónaskøld kunnu fáa meiri pengar fyri teirra avrik. Vit kunnu hugsa okkum eina samsýning, sum útvarpsstøðirnar í øðrum londum lata. Útvarpið sendir jú tónleik allan dagin, bæði útlendskan og føroyskan. Vit fáa rokning frá útvarpinum, tá ið vit lýsa við eini konsert, og tað er ógvuliga dýrt. Ongin ósemja er millum okkum og útvarpið, vit hava bara góð viðurskifti okkara millum, men eg kundi hugsað mær at fáa eitt kjak í lag, sum kemur fram til eina loysn, har tónaskøldini verða betri fyri, sigur Kristian Blak.
Vit skilja væl grundgevingarnar, at vit eru eitt lítið land, men eisini eitt lítið land er fátækt uttan tónaskøld og tónleikarar. So nógv kostar tað heldur ikki at koma upp á eitt stig sum til dømis í Danmark, sigur Kristian Blak.
Uttanum
Fyri fimm árum síðani samráddi Útvarp Føroya við Codafelagið og kom fram til eina upphædd, sum er betri sæð út frá fíggjarstøðuni hjá Útvarpi Føroya. Tað førdi so við sær, at úrskurðurin hjá hvørjum einstøkum tónaleikara sær gjørdist minni.
Fær útvarpið loyvi at gjalda minni fyri hvønn minutt fáa tónleikararnir sjálvsagt minni. Vit vistu ikki av, at hesar samráðingar vóru og vóru ógvuliga kedd av at so var, men nú hava vit fingið ta avtaluna við Coda, at hvørja ferð eitt hvørt hendir sum hevur við okkum í Føroyum at gera, eru vit við, sigur Kristian Blak.
Kristian Blak leggur afturat, at eingin verður ríkur av codagjaldinum, men at tað er eitt gott ískoyti. Hjá summum er samsýningin 1-2 vanligar mánaðarlønir.