Jan Müller
-Hetta er eitt sera gott høvi til at savna øll tey føroysku fakfeløgini, sum annars altíð hava staðið alt ov nógv spjødd sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, nú roynt verður at stinga út í kortið ein felags føroyskan fakfelagspolitikk í sambandi við eina komandi oljuvinnu.
Ingeborg Vinther viðgongur, at føroysku fakfeløgini standa fullkomiliga á berum, tá talan er um at taka av stóru avbjóðingini, sum ein oljuvinna ber í sær fyri eitt samfelag.
Tað er tí Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett seg í samband við NOPEF, sum er norski landsfelagsskapurin fyri øll fakfeløg, sum hava fólk sum limir, ið arbeiða innan oljuvinnuna.
Í hesum sambandi vóru tvey umboð fyri NOPEF á vitjan í Føroyum herfyri, har tey nýttu høvi at tosa við umboð fyri fleiri føroysk fakfeløg, teirra millum Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið og Handverkarafelagið.
Ingeborg Vinther sigur, at tey fyrst vilja vita, hvussu norsku fakfeløgini hava fyrireikað seg og skipað seg í eini oljuvinnu, og síðani er hetta eisini ein roynd at fáa eitt samstarv í lag, tá ein møgulig oljuvinna tekur seg upp her hjá okkum.
-Tað, sum er altumráðandi í hesum útviklinginum, er, at føroysku fakfeløgini standa saman. Vit hava fingið at vita, at standa vit ikki saman, tá oljuvinnan tekur dyk á seg, so kann alt gera tað sama. Oljufeløgini skilja bert eitt, og tað er pengar og vald.
Størsta abjóðingin nakrantíð
Forkvinnan í FA dylur ikki yvir, at hetta verður ein tann størsta avbjóðingin, sum føroyska fakfelagsrørslan nakrantíð hevur staðið yvir fyri, og nettup tí er tað so umráðandi at fáa øll fakfeløgini at standa saman sum ein maður. Hon vísir m.a. til, at fleiri av oljufeløgunum, sum vilja leita eftir olju her, eru amerikonsk, og sipar við hesum til, at fakfeløg eru ikki júst so væl dámd í USA.
-Tí mugu vit gera okkum greitt, at tað kann blíva eitt hart stríð at fáa bæði organisastiónsviðurskiftini og sáttmálar uppá pláss, tá olja einaferð streymar upp úr undirgrundini.
-Vit fáa onga olju upp uttan oljufeløgini eru her - sær tú oljufeløgini sum ein fígginda heldur enn ein partnara?
-Ein skal ongantíð siga, at ein arbeiðsgevari og ein arbeiðstakari eru í sama báti. Tað plaga arbeiðsgevararnir at siga og ikki vit. Eg meti tó ikki oljufeløgini sum fígginda, men vit skulu hava eitt skilagott samstarv. Og har vita vit av royndum, at er annar parturin veikur td. fakfeløgini orsakað av spjaðing, so hava oljufeløgini longu alt valdið frá byrjan av. Og tað er hetta vit í felag mugu byrgja upp fyri ikki skal henda.
Ingeborg Vinther sigur, at tað nú ræður um at fáa øll tey føroysku fakfeløgini á tal og verða við til at leggja hetta til rættis. Hon er eitt sindur hugstoytt av, at fleiri av fakfeløgunum, sum tey høvdu kontaktað í sambandi við norsku vitjanina, møttu ikki upp ella lótu als ikki við seg koma.
Sær fram til eina oljuvinnu
Men hvat heldur forkvinnan í Føroya størsta fakfelag um eina komandi oljugongd - sær hon fegin, at vit fáa eina oljuvinnu, sum kann geva nógv arbeiði?
-Ja avgjørt, men bara um føroyska samfelagið kann fáa nakað skilagott burtur úr, og um føroysk arbeiðsmegi fer at verða brúkt á øllum økjum.
Hon viðgongur, at hetta letur seg bert gera, um vit hava útbúgvið fólk, og tí heldur hon tað eisini vera so umráðandi longu nú at útbúgva føroyingar til eina komandi oljuvinnu - soleiðis at vit eru fyrireikað, tá oljan kemur.
-Men vit eru bert 45.000 íbúgvar, og verður talan um eina stóra vinnu, so kann skjótt henda, at mangul verður á fólki, og vit verða noydd til at innflyta arbeiðsmegi. Hvat sigur tú til slíka gongd?
-Tað er ein annar spurningur, sum vit mugu taka støðu til ta tíð. Her mugu vit forða fyri, at gongdin í 80-unum endurtekur seg, har so nógv virksemi var í gongd í senn, at tað tí varð neyðugt at innflyta nógv fólk uttanífrá. Eg haldi sjálv, at eisini fakfeløgini eiga at vera við til at tilrættaleggja og avgera komandi útviklingin, soleiðis at vit m.a. kunnu forða fyri, at støðan frá 80-unum ikki endurtekur seg, har arbeiðsgevararnir innfluttu fremmanda arbeiðsmegi og góvu nógv størri lønir enn føroyskir arbeiðarar vóru vanir við.
Eisini fakfeløgini skulu avgera útviklingin
Forkvinnan í FA sigur, at tað tí ikki bara skulu vera arbeiðsgevarar, politikarar og oljufeløgini, sum skulu avgera útviklingin og tempoiið. -Vit vilja sum fakfeløg vilja so sanniliga eisini vera við at bestemma, hvussu útviklingurin skal síggja út sigur Ingeborg Vinther.
-Men verður olja funnin, skal hon tá í land í Føroyum ella skal hon flytast beinleiðis víðari á marknaðin?
-Vit mugu alla tíðina hugsa um, at oljan skal geva nokk av arbeiði eftir seg í Føroyum.
Ingeborg Vinther heldur, at norska modellið við Nopef, har øll fakfeløgini eru savnað undir einum taki, er nakað, sum vit eiga at hyggja eftir.
Hon heldur tað vera sera umráðandi, at politikararnir og fakfeløgini ganga hond í hond í hesum útviklinginum. Tí verður ikki borið rætt at kann hetta gerast stórt bakkast fyri okkum øll.
Síðani norsku fakfelagsfólkini hava verið í Føroyum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini havt samband við fakfelagið hjá oljuarbeiðsfólki í Skotlandi. Fakfelagsfólk har ynskja eisini at vera við til at stuðla føroyskum fakfeløgunum til at verða betri fyrireikað uppá eina komandi oljuvinnu.










