? Ringið og spyrjiðHøgna Hoydal um sjálvstýrismál

Sosialurin skipar í morgin fyri beinleiðis telefonpráti við lesarar, ið fáa høvi at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýrismálum spurningar um fullveldisuppskotið

Eirikur Lindenskov


Sosialurin fer í morgin undir eitt nýtt tiltak, sum hesaferð verður nevnt »Telefon til Høgna Hoydal«.

Endamálið við hesum tiltaki er at fáa lesarar blaðsins meira aktivar í kjakinum. Vit hava valt at byrja við uppskotinum hjá landsstýrinum um føroyskt fullveldi, tí hetta uttan iva er størsta politiska málið í nýggjari tíð.

Síðani vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906 hava júst viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verið eitt heitt politiskt stríðsmál. Flestu politisku flokkarnir hava eisini sín uppruna í hesum stríð, eitt nú Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.

Í 1946 var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu loysa frá Danmark ella ikki. Úrslitið av hesi fólkaatkvøðu kenna vit, og fingu vit ístaðin heimastýrislógina, sum fyrr í ár kundi hátíðarhalda sín 50 ára føðingardag, hóast politisku flokkarnir ikki ynsktu at gera stórvegis burtur úr hesum.

Tjóðveldisflokkurin hevur síðani 1946 hidlið fast um, at fólkaakvøðan, har meiriluti var fyri loysing, skuldi fremjast í verki, men higartil hava teir ikki vunnið meiriluta fyri hesum, hvørki á tingi ella millum fólkið.

Við valið hesaferð vann Tjóðveldisflokkurin við Høgna Hoydal á odda stórsigur. Nú varð ikki tosað um loysing her og nú, men um eina »skipaða loysing«.

Høgni Hoydal hevur nú í hálvan fjórða mánað sitið í nýggja landsstýrissessinum, nevndur landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og hann hevur nú snikkað eitt uppskot til, sum skal heimila landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina. Uppskotið er soljóðandi:


Uppskot til samtyktar

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir.


Løgtingið skal við øðrum orðum týsdagin undir at viðgera møguligu byrjanina til føroyskt sjálvsstýri, fullveldi, lýðveldi - ella kanska til loysingina.

Tað er eyðsæð, at allir føroyingar hava sína hugsan um hetta mál - og vit her á blaðnum vilja gera okkara til, at meinigi borgarin eisini kemur til orðanna.

Høgni Hoydal helt hetta eisini vera eitt frálíkt høvi hjá honum at hoyra, hvat fólkið heldur um ætlanirnar.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum verður at hitta í telefonini á Sosialinum millum klokkan 17 og 19 í morgin, sunnudagin.

Fólk, ið hava hug at seta Høgna Hoydal spurningar, eru vælkomin at ringja til Sosialin:


telefon 311820


Er Høgni upptikin, ringja vit uppaftur. Tað ber eisini til at faksa honum spurningarnar


fax 314720


ella at senda teir sum e-post. E-postadressan til spurningarnar er hendan:


hoydal@sosialurin.fo


Til ber at spyrja Høgna Hoydal um alt millum himmal og jørð - sum kortini hevur við fullveldismálið at gera. Einasta treyt er, at vit vita, hvør spyrjarin er.

Bæði spurningar og svar verða so prentað í týsdagsblaðnum