Jan Müller
Herfyri vóru tvey umboð fyri norska fakfelagið hjá oljuarbeiðarum á vitjan í Føroyum eftir eini áheitan frá Føroya Arbeiðarafelag og øðrum fakfeløgum.
Sosialurin hitti Espen Løken, sum dagliga arbeiðir hjá oljufelagnum Saga, har hann eisini er álitismaður hjá NOPEF, sum stendur fyri ?Norsk Olje- og Petrokemisk Fagforbund.? Hetta er landsfelagsskapurin fyri allar oljuarbeiðarar.
Espen Løken sigur seg vera sera væl nøgdan við vitjanina í Føroyum. Hann heldur tað kann hava týdning, at fakfeløg virka saman eisini tvørtur um landamark.
-Eg eri komin higar sum umboð fyri Nopef. Tað er ikki óvanligt, at Nopef letur álitisfólk frá oljuvinnuni vitja onnur fakfeløg fyri harvið at fáa samband og samstarv.
Góð tíð men byrjið at hugsa nú
Espen Løken heldur, at føroyingar hava góða tíð til at fáa málið uppá pláss.
-Tit hava enn ikki avgreitt marknasamráðingarnar við bretar, tit hava heldur ikki bjóðað út øki til boring, so tað kann fara at ganga nakað av tíð enn, áðrenn møgulig olja verður funnin og virksemi fer í gongd.
Men kortini haldi eg tað er umráðandi longu nú at hugsa, hvussu tit ætla at skipa hetta bæði reint politiskt og út frá einum fakfelagsligum sjónarmiði.
Espen Løken sigur, at hann undir vitjanini tosaði við føroysk fakfelagsfólk um bæði politiska spurningin og um fakfelagsspurningin. -Tað er av týdningi, at tit politiskt stýra hesi vinnu. Tit eru eitt lítið samfelag, og finna tit nógva olju og gass, kann tað fullkomiliga broyta alt samfelagið. Tað er tí av týdningi, at tit siga, hvat tit ynskja og hvat tað er fyri eitt samfelagið tit vilja hava.
Espen Løken vísir á, at fakfelagsrørslan er eisini politisk, og tí skal hon eisini vera við til at ávirka samfelagsgongdina.
Útbúgvið tykkara egnu fólk
Eisini spurningurin um útbúgving var viðgjørdur á fundunum. Norski álitismaðurin heldur tað er rættiliga umráðandi, at føroyingar gera sær greitt týdningin av at útbúgva føroyingar til at røkja tey ymsu størvini í eini komandi oljuvinnu, soleiðis at ein ikki bara stendur við ófaklærdari arbeiðsmegi, tá oljan kemur í land, og útbúna arbeiðsmegi kemur uttanífrá.
Espen Løken vísir á, at í oljufelagnum, har hann arbeiðir, hevur meira enn helvtin av starvsfólkunum hægri útbúgving.
-Skulu tit hava tykkara egnu oljuverkfrøðingar oo. við hægri útbúgving, so mugu tit til at leggja tað til rættis nú, tí tað tekur nógv ár at útbúgva væl av hesum fólkum. Eg haldi tað er umráðandi, at tit hava tykkara egnu fólk, sum arbeiða í oljufeløgunum, soleiðis at tit ikki bara skulu til at innflyta amerikanarar, norðmenn, bretar og onnur, sum bert eru her í eina stytri tíð og so fara heimaftur.
Skipið tykkum í landsfelag
Á fundinum við føroysku fakfelagsumboðini komu teir báðir norðmenninir við teimum ráðum, at føroysk fakfeløg savna seg í eitt landsfelag og arbeiða saman har. -Her er talan um eina heilt nýggja vinnu við heilt nýggjum og øðrvísi arbeiðsgevarum, sum eru ótrúliga sterkir. Tí má fakfelagsrørslan eisini vera sterk, og tað er hon bert, um øll fakfeløgini standa saman.
Hvussu heldur Espen Løken, at føroyingar eiga at fyrihalda seg mótvegis teimum risastóru oljufeløgunum, sum fyrst og fremst eru úti eftir so stórum profitti sum gjørligt?
-Øll privat feløg hava sum málsetning ein so høgan profitt sum tilber. Tí eru tey til, men eg trúgvi eisini, at tey flestu feløgini ynskja góðar arbeiðsumstøður og vilja eisini hava góð og skipað viðurskifti við síni starvsfólk.
Espen Løken sigur, at tey norsku oljufeløgini ynskja stór og sterk fakfeløg. Men tað eru so onnur oljufeløg, og her serliga ávís amerikonsk feløg, sum meta hetta øðrvísi og sum als ikki ynskja at hava fakfeløg.
-Tað eru tit sjálvi, sum skulu bestemma og seta upp reglur og fyritreytir, sum oljufeløgini skulu fylgja, og so eru tað fakfeløgini, sum skulu tryggja, at starvsfólkini í vinnuni hava góðar sáttmálar.
Espen Løken heldur tað vera skilagott av føroyskum fakfeløgum at hyggja til, hvussu norsk fakfeløg við sínum 30 ára royndum hava borið seg at. Hetta kann so gera, at føroysk fakfeløg kunnu fáa samstarvsfelagar í eitt nú í Noregi. Um so verður, at norsku oljufeløgini sleppa uppí part í Føroyum, so vil tað vera heilt náttúrligt hjá føroyskum fakfeløgum at hava samband við norsk fakfeløg.
Tað er einki dulsmál, at norsku fakfeløgini standa sera sterk nettup innan oljuvinnuna. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at øll feløgini standa saman í einum landsfelag. Nopef tekur sær av fakfelagsspurningum hjá øllum, sum arbeiða í oljuvinnu, frá vaskikonuni til fólk við hægri akademiskari útbúgving.
-Vit hava sera góðar royndir við einum landsfelag. Tey fyrstu árini royndi LO at brúka tey verandi fakfeløgini at standa fyri útviklinginum, men hetta riggaði ikki væl. Tá hetta varð skipað í einum oljulandsfelag, gekk eisini nógv betur.
Espen Løken heldur sjálvur, at sterku fakfeløgini eru orsøkin til, at fólk í oljuvinnuni hava góðar arbeiðsumstøður, arbeiðstíðir og lønir. Eisini slíkt sum trygdarviðurskiftini eru á sera høgum støði og skyldast tað eisini fakfeløgunum.
Hann heldur eisini, at mong seriøs oljufeløg hava notið gott av hesum. -Tey eru fegin um at hava ein kvalifiseraðan mótpart, sum eisini kann tala søkina hjá starvsfólkunum. Eru skipað viðurskifti og starvsfólkini eru væl nøgd við bæði løn og arbeiðsumstøður, so fær tú ikki konfliktir, sum kunnu kosta nógv. Tá fær tú heldur nakrar loyalar arbeiðarar. Feløgini vilja heldur hava ein mótpart at tosa við enn eina rúgvu av ymsum feløgum, sum hava ymsar áskoðanir. Tí er ein landsfelag fyri allar oljuarbeiðarar tað rætta.
Oljufeløg góðtaka sterk fakfeløg
Espen Løken heldur ikki, at nakað oljufelag hevur hildið seg burtur frá Noregi orsakað av sterku fakfeløgunum. Tá hevur tað heldur verið skattapolitikkurin.
-Tað er eingin orsøk til ikki at hava góð og sterk fakfeløg. Tað fær ikki oljufeløgini at halda seg aftur.
Espen Løken heldur fyri, at hann metir føroysku fakfeløgini at standa sera spjødd. -Skulu tit møta eini heilt nýggjari vinnu og feløgum, sum hava sera drúgvar royndir og ekspertisu til at handfara og lutvíst mótarbeiða fakfeløgum, so er brúk fyri eini sterkari fakrørslu, og hon kann bert vera nóg sterk, um fakfeløgini standa saman. Hetta var ein av boðskapunum norsku fakfelagsfólkini høvdu at lata føroysku starvsbrøðrunum.











