? Fyrireikingar til fíggjarlógararbeiðið byrjaðu longu í februar og uppskot til avtalu um útreiðslukarmar varð lagt fyri landsstýrið í mars. Henda avtala millum landsstýrismenninar er ein politisk avtala [...] neyðugt. ? í kreppuárinum 1993 vórðu nógvar avgerðir tiknar, ið høvud til endamáls at framja eina skjóta tillagin av almennu útreiðslunum til minkandi inntøkugrundarlagið. Ein av hesum avgerðum var at lækka [...] ið tær vóru á, áðrenn 1993. Almenna lønarstøðið veksur við einum sløkum prosenti frá 1997 til 1998, svarandi til umleið 10 milliónir krónur. Karmarnir á einstøku málsøkjunum eru øktir við einum prosenti
øðrvísi. Duga ikki at umsita kærleika Tey neyðars børn, sum síggja harðskap heima, eru sjálv í vanda fyri at gerast offur fyri harðskapi, tí tey hava ikki lært at umsita kærleika. Tey hava ikki álit á nøkrum [...] harðskapi sum børn, og soleiðis endurtekur alt seg. Tey kenna ikki til annað. Bæði eru líka bangin og ótrygg, og tey hava bara hvønn annan. -Tað ber til at broyta mynstrið, men tað tekur fleiri ættarlið, tí tað [...] sjónligi harðskapurin, sum skapar ótta. Nógv offur Men tað er so nógvur annar harðskapur til, og sum t.d. kemur til sjóndar gjøgnum arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Børn, sum eru offur fyri harðskapi hjá foreldrum
byrjaði á Dimmalættin í august 1985 og var har til 1990. Tá var hann fyrra hálvárið á Tingakrossi, og tá Tingakrossur gavst, fór hann á Sosialin, har hann var til september 1995, tá hann fór aftur á Dimmalætting [...] Dimmalætting hevur hann mest tikist við ítróttarskriving. Men tað er ikki lív fyri fólk, sigur Hilmar Jan Hansen. ? Tú skalt vera til arbeiðis, tá hini hava frí, hendir nakað mitt í vikur, er tað um kvøldið [...] sigur, at tað verður tungur arvur at lyfta, at koma í starvið hjá Tórða Mikkelsen - men hann væntar ikki, at hann verður líka samangrógvin við bandupptakaran, sum Tórður Mikkelsen var.
ráðstevnubý. Rínur ikki við Men alt hetta rínur ikki við landsstýrismannin í vinnumálum sum ikki vil útskriva fleiri skeinkiloyvi. 1. juli boðaði hann býráðnum frá, at fleiri skeinkiloyvi verða ikki útskrivað, [...] Vit duga ikki at síggja annað, enn tað tað er ein fyrimunur fyri havnarborgarar at fáa fleiri tilboð. Somuleiðis ger tað høvuðsstaðin meiri áhugaverdan hjá fólki, sum koma til Havnar, ikki minst nú vit [...] býráðið ivast ikki í, at verður frí kapping á økinum, fer vinnan sjálv at finna sína nátúrliga legu. Leivur Hansen sigur, at hann trýr ikki uppá, at misbrúki fer at veksa fyri tí um tað ber til at keypa eitt
umstøðurnar annars vera til vildar - og teir fáa fígging at keypa virkið fyri, og til raksturin. Men hann leggur afturat, at skulu teir keypa virkið, má meiri arbeiðið til, tí virkið kann ikki liva av at arbeitt [...] slak til arbeiði við tað, at ?høvuðsleverandørarnir³, báðir hvalbiartrolararnir hava verið burtur. Steintór hevur til sandblásingar og Niels Pauli í Barentshavinum. Av tí sama hevur arbeiðið ikki verið [...] tveir, tríggjar dagar um vikuna. Men Harald Eirikstoft heldur, at útlit eru til, at tað verður frægari. Steintór er farin til fiskiskap og Niels Pauli fer nú. Hann sigur, at endamálið er heilt greitt, at
Tað ber eisini til at faxa beinleiðis til guvernørin í Gordoba, hann eitur Mestre. Fax nummarið er: 009 54 5169 0453 Her á síðuni, beint yvirav, prenta vit eitt dømi um bræv, sum tað ber til at senda guvernørinum [...] nógvir argentinarar hava vent sær til guvernørin í Cordoba um støðu teirra og eisini uttanlands hava fólk gjørt vart við seg, m.a. úr Kanada Tey hava eisini vent sær til Amnesty International í London, sum [...] tí tey tora næstan ikki at ganga úti uttan í neyðsynjarørindum. Hon vónar, at tey sleppa av landinum sum skjótast, tí at noyðast at liva undir politiverju í landi sum Argentina er ikki lív. Vitnaði ímóti
lættar at handfara. Ein skrá er fastløgd, men til ber sjálvandi at leypa okkurt um, hevur ein hug til tað. Ein góður lærari Forritið er betri enn nakar lærari til sundurbýtta undirvísing. Hvør venjing endar [...] eitt forrit letur upp. Skulu teir hinvegin skriva eitt bræv til móður sína, stólpa teir seg fram eftir tastunum við í mesta lagi fýra fingrum. Ikki fyri at skera øll um ein kamb, men helst er nakað um hetta [...] Maskinskriving hevur ongantíð verið eitt umtókt fak í skúlanum, og mong valdu tað ikki nakað, sum tey helst iðra seg um í dag. Men ráð finnast fyri tí. Í dag eru fleiri góð telduforrit , sum læra ein at hava
broyta skíggjaupploysingin frá 640x480 til 1024x768 við at trýsta einaferð. Ikki stýrandi Men so er tað, hvussu spælandi tað er. Lotus er trupult at stýra. Ikki ber til at nýta Joystick, men bert músina ella [...] ella tastaturið. Og tað ber ikki serliga væl til. Hon hoppar fleiri ferðir ikki, tá hon skal, og hon er nærum ógjørlig at stýra uttanum forðingarnar og snarurnar, ið eru allastaðni.. Mong at teimum støðunum [...] álvara skapar eitt gott umhvørvi, tá spælið er av hundanum til at spæla? Framleiðararnir at Meat Puppet hava eyðvitað gloymt, at spøl eru til fyri at verða spæld. Ringan maga Tað sær annars væl út. Heitið
at alt ov nógv fólk vunnu. Higartil hava 24 vinnarar í skrubbuspælinum vent sær til SvF, og teir verða bodnir eina ferð til Íslands við maka og 5000 krónur i lummapeningi. Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri [...] frameftir verður vinningur í skrubbuspælinum, sigur stjórin í SvF, at tað veit hann ikki í løtuni,men vónandi ikki sum hesaferð - orsakað av einum feili. [...] higartil, so verður hetta ein óluksáliga stuttlig ferð, við tilboðum um at síggja landið og t.d. at fara til ymisk, áhugaverd og stuttlig tiltøk í Reykjavík. Hann nevnir dømi um eitt gallashow og serligar útferðir
skjótingini. Um tað ikki var líka ringt sum í Suðri, so larmaði illa hjá sandingum og vágamonnum, segði Martin Strøm. Martin Strøm sigur í dag, at Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna hevur ikki gjørt nakað meira [...] longu galdandi fyri, hvar seismikkur kann skjótast. Hesar avmarkingar eru mest gjørdar í mun til gýting, og til, hvar vanliga hevur verið fiskað ávísar árstíðir. Men fiskimynstrið er eisini broytt, síðan [...] sum voldi útróðrarmonnunum trupuleikar í summar. Og sjálvandi verður fiskivinnan tikin við upp á ráð. Tað vóru fleiri, serliga teir, sum fiskaðu sunnanfyri, sum í summar gramdu seg um, at seismikskipini