Hilmar Jan í Útvarpið

1. november fer Hilmar Jan Hansen, blaðmaður á Dimmalætting í Útvarpið at arbeiða.

Hilmar Jan Hansen tekur við starvinum, nú Tórður Mikkelsen fer í farloyvi úr Útvarpinum at starvast í Sjónvarpiunum.

Hilmar Jan Hansen hevur farloyvi frá Dimmalætting fyribils í eitt ár. Hann hevur verið blaðmaður í tólv ár. Hann byrjaði á Dimmalættin í august 1985 og var har til 1990. Tá var hann fyrra hálvárið á Tingakrossi, og tá Tingakrossur gavst, fór hann á Sosialin, har hann var til september 1995, tá hann fór aftur á Dimmalætting.

Á Dimmalætting hevur hann mest tikist við ítróttarskriving. Men tað er ikki lív fyri fólk, sigur Hilmar Jan Hansen. ? Tú skalt vera til arbeiðis, tá hini hava frí, hendir nakað mitt í vikur, er tað um kvøldið og annars er alt í vikuskiftunum - og tað skal helst skrivast beinan vegin, so tað er ógvuliga slítandi, sigur hann.

? Hetta við at fara í Útvarpið er knappliga íkomið, sigur Hilmar Jan Hansen. Hann fekk starvið í boði og helt tað ljóðaði spennandi og hevur tí tikið av.

? Útvarpið er øðrvísi miðil enn bløðini at arbeiða við. Tað er skjótari, og tá tú hevur eina samrøðu, sleppur tú undan at reinskriva hana og seta upp málsliga.

Hilmar Jan Hansen sigur, at tað verður tungur arvur at lyfta, at koma í starvið hjá Tórða Mikkelsen - men hann væntar ikki, at hann verður líka samangrógvin við bandupptakaran, sum Tórður Mikkelsen var.