Fráboðanirnar skulu vera neyvari

Lagt er upp til frá Oljufyrisitingini, at seismikskipini skulu hava neyvari fráboðanarskyldur, tá tey fara undir aftur skjótingina komandi ár

Oljufyrisitingin arbeiðir við málinum um seismikskjótingina sunnanfyri, sum voldi útróðrarmonnunum trupuleikar í summar. Og sjálvandi verður fiskivinnan tikin við upp á ráð.

Tað vóru fleiri, serliga teir, sum fiskaðu sunnanfyri, sum í summar gramdu seg um, at seismikskipini gingu so nær og larmaðu so illa, at fiskurin gjørdist óður í høvdinum og spjaddist sum stjørnukastarar um allan grunnin.

Av tí sama var ikki dripið livandi at kalla, har hesir risarnir komu buldrandi.


Einki gjørt

Ein teirra, sum tá var frammi við atfinningum at hesum skipunum, var formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, Martin Strøm.

Hann vísti á dømi um bátar, sum ikki høvdu dripið livandi í fleiri dagar, tí seismikskipini lógu mestsum inni á gágguleið og skutu.

Serliga vóru tað suðringarnir, sum vóru illa fyri. Men eisini sunnalaga vestantil, vóru menn órógvaðir av hesi skjótingini. Um tað ikki var líka ringt sum í Suðri, so larmaði illa hjá sandingum og vágamonnum, segði Martin Strøm.

Martin Strøm sigur í dag, at Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna hevur ikki gjørt nakað meira við málið enn. Men tað er als ikki slept kortini. Hann veit, at talan er um at fáa fund í lag við oljufyrisitingina, og hesum bíðar hann nú eftir.


Avtalað fund

Eisini Føroya Reiðarafelag hevur verið uppi í hesum málinum.

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, segði í summar, at teir høvdu sent oljufyrisitingini bræv, har teir bóðu um at fáa skil á hesi viðurskiftini.

Jákup Sólstein sigur, at hann hevur havt samband við Martin Heinesen, sum tá var leiðari á Oljufyrisitingini.

Teir hava avtalað, at fundur skal haldast um málið.

»Nú er tað so langt útliðið,« sigur Jákup Sólstein, »at har verður ikki meira skotið í ár. Men tá teir byrja aftur komandi ár, skulu hesi viðurskiftini vera í lagi.«


Betri fráboðan

Og tað verða tey, er nýggi leiðarin á Oljufyrisitingini, Herálvur Joensen, vísur í. Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at fiskivinnan verður tikin við í hetta arbeiðið.

Herálvur Joensen sigur, at Martin Heinesen, fyrrverandi leiðari á Oljufyrisitingini, hevur arbeitt við hesum málinum, og tað fer at vera í lagi, áðrenn byrjað verður aftur komandi ár.

Eitt, sum Herálvur Joensen leggur dent á, er at fáa fráboðanarreglurnar hjá seismikskipunum skerpaðar.

Sum er, skulu skipini boða frá, hvar tey arbeiða, og tað gera tey eisini. Men tær fráboðanirnar koma ofta, áðrenn skipini byrja. Og tey flyta seg.

Herálvur Joensen kann sjálvandi ikki siga, hvussu reglurnar fara at verða, men hann er ivaleysur í, at fráboðanirnar eiga at gerast títtari.

Soleiðis verður tað lættari hjá fiskimonnum at halda skil á, hvar skipini eru, og hvar teir sjálvir kunnu fara.


Avmarkingar eru

Annars eru avmarkingar longu galdandi fyri, hvar seismikkur kann skjótast. Hesar avmarkingar eru mest gjørdar í mun til gýting, og til, hvar vanliga hevur verið fiskað ávísar árstíðir.

Men fiskimynstrið er eisini broytt, síðan hesar reglur vórðu gjørdar, og tað má so endurskoðast.

Oljufyrisitingin hevur alla tíðina samband við Fiskirannsóknarstovuna fyri at vita, um nøkur ávirkan er á fiskastovnarnar.

Herálvur Joensen sigur, at meðan fiskiskapurin hevur gingið upp eftir síðan teir byrjaðu at skjóta í 1994, hevur einki tos verið um seismik og larm. Men nú er farið at ganga hin vegin aftur, og so verður tosað um stygging.

Hann er avgjørt ikki ósamdur við teimum, sum halda, at tað kann styggja fiskin, tá skipini arbeiða. Men vit eiga at vera varin við bara at geva seismikskipunum skuldina fyri afturgongdina í fiskiskapinum. Vit mugu vita tað vist, heldur hann.

Martin Strøm, formaður í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, heldur, at tað er helst ikki bara fiskimynstrið, sum er broytt. Seismikskipini eru eisini farin at sveima víðari um seinastu tíðina, sigur hann.