Hvat hjálpir tað, at søgan er bæði upprunalig og spennandi, og at grafikkurin av álvara skapar eitt gott umhvørvi, tá spælið er av hundanum til at spæla?
Framleiðararnir at Meat Puppet hava eyðvitað gloymt, at spøl eru til fyri at verða spæld.
Ringan maga
Tað sær annars væl út. Heitið skal takast næstan bókstaviliga. Høvuðspersónurin er eitt kvendi, ið eitur Lotus Abstraction, sum er komið millum ringar vinir. Ein at síggja til samvitskuleysur bakmaður hevur latið eina kemiska bumbu niður í magan á henni, og um hon ikki fullførir tær uppgávur, hann setur henni, spreingist bumban. So hann hevur fult tamarhald á henni.
Vakurt og syrgiligt
Søgan fer fram í 21. øld í einum ídnaðarligum framtíðar marrudreymi. Lotus fær sum uppgávu at myrða seks maktsterkar ídnaðarbarónar, sum hava í kvittanum at taka allan heimin.
Ein snildleiki í søguni er, at hon er tíðaravmarkað, og at tíðarfreistin verður longd hvørja ferð, henni eydnast att myrða ein av bandittunum.
Spælið hevur seks stig, eitt fyri hvørt offur. Eina staðið er meiri frástoytandi og óhugnaligt enn annað. Grafikkurin endurskapar umhvørvið sera vakurt. Hvørt stað er sera upprunaligt við nýggjum smálutum og óhugnaligum skapningum. Tað er sera vakurt gjørt, men ógvuliga myrkt og lítið tiltalandi.
Meat Puppet er eitt Windows 95 spæl, ið ger nýtslu av nýggjasta DirectX tøknini og kann broyta skíggjaupploysingin frá 640x480 til 1024x768 við at trýsta einaferð.
Ikki stýrandi
Men so er tað, hvussu spælandi tað er. Lotus er trupult at stýra. Ikki ber til at nýta Joystick, men bert músina ella tastaturið. Og tað ber ikki serliga væl til. Hon hoppar fleiri ferðir ikki, tá hon skal, og hon er nærum ógjørlig at stýra uttanum forðingarnar og snarurnar, ið eru allastaðni.. Mong at teimum støðunum, har hon skal, eru goymd aftan torfunnar vegir, alt ov mangir blindir vegir eru, og tíðin rennur skjótt avstað.
Og tá ein hvørki finnur ella kann samla nýggja megi, tí ríkiligt er at gera við at samskifta millum músina og tastaturið, ja, so doyr ein, áðrenn spælið er hálvrunnið.
Men vil tú hava eitt spæl, ið er meiri torskilt og trupult enn vanligt, og har grafikkurin heldur tað, ið lovað er, og finst tú millum tey tolnu ið vita, at venjing førir á mál, so er Meat Puppet kanska nakað fyri teg.
Fakta
Meat Puppet er eitt Windows 95 spæl og krevur í minsta lagi eina Pentium 100, eitt 2MB DirectX sambindiligt grafikkort, Super VGA og pláss til 80 megabyte á harðdiskinum.









