Øll sum vilja, skulu fáa skeinkiloyvi. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at býráðið heldur tað vera skeivt, at nøkur fá skulu fáa einkarrætt uppá skeinkiloyvini. Býráðið vil hava fría kapping á økinum.
Áki Bertholdsen
Vit vilja ikki geva nøkrum heilt fáum einkarrætt uppá skeinkiloyvini í Havn. Vit vilja hava fría kapping í matstovuvinnuni. Tí skulu øll, sum vilja, fáa skeinkiloyvi.
Hetta er tað, sum ein stórur meiriluti í býráðnum í Havn vil.
Men býráðið fær ikki sín vilja uttan víðari.
Forðingin liggur úti í Tinganesi og hon eitur Ivan Johannesen.
Ivan Johannesen er landsstýrismaður í vinnumálum.
Og hann noktar blankt at útskriva fleiri skeinkiloyvi í Havn.
Men tað vil býráðið ikki góðtaka.
Býráðið hevur fingið eitt vápn, sum tað heldur kann brúkast at vinna á landsstýrismanninum á.Tað áhugaverda er, at tað er landsstýrismaðurin sjálvur, sum hevur givið býráðnum vápnið í hondina.
Tað er kappingarlógin, sum Ivan Johannesen legði fyri tingið fyrr í ár, og sum varð samtykt.
Og nú fer Býráðið at klaga landsstýrismannin sjálvan fyri kappingarráðnum.
Tí býráðið heldur, at tað er stríð við kappingarhugtakið at geva nøkrum heilt fáum fólkum einkarrætt uppá alla útskeinking í Havn.
Avmarkar seg sjálv
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at býráðið heldur, at tað er skeivt at almennir myndugleikar skulu avmarka talið á skeinkiloyvum.
Vit halda, at tað skal vera frí kapping á økinum og at vinnan skal sleppa at avmarka seg sjálv.
Hann sigur, at treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi eru so harðar, at er eftirlitið ílagi er ongin vandi fyri, at skeinkiloyvini verða misbrúkt.
Fleiri fyrispurningar
Býráðsformaðurin sigur, at býráðið hevur eina ítøkiliga umsókn um skeinkiloyvi.
Men afturat henni eru fleiri fyrispurningar.
Hetta sigur okkum so mikið sum at matstovuyrki er ein vinna í menning.
Og fleiri ætlanir, vit hava fingið innlit í, eru avbera spennandi.
Vit duga ikki at síggja annað, enn tað tað er ein fyrimunur fyri havnarborgarar at fáa fleiri tilboð. Somuleiðis ger tað høvuðsstaðin meiri áhugaverdan hjá fólki, sum koma til Havnar, ikki minst nú vit brúka pengar og orku uppá at føra Havnina fram í altjóða ferðavinnuni sum ein frálíkan ráðstevnubý.
Rínur ikki við
Men alt hetta rínur ikki við landsstýrismannin í vinnumálum sum ikki vil útskriva fleiri skeinkiloyvi.
1. juli boðaði hann býráðnum frá, at fleiri skeinkiloyvi verða ikki útskrivað, men at málið skuldi takast uppaftur tá ið rúsdrekkalógin skuldi endurskoðast einaferð.
Hava klagað
Men býráðið er ikki sinnað at lata málið falla so.
Fyrr í summar stovnaði Ivan Johannesen sjálvur eitt kappingarráð sum skal stimbra fría kapping.
Og tað ætlar býráðið nú at brúka ímóti landsstýrismanninum sjálvum.
Vit halda ikki, at tað samsvarar andanum í kappingarlógini, at geva nøkrum heilt fáum monopol uppá skeinkiloyvini.
Vit halda, at tað er heilt burturvið, at sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum skal standa fyri einum so kappingaravlagandi politikki, sum tað er at geva nøkrum heilt fáum einkarrætt uppá skeinkiloyvi.
Tí hevur býráðið samtyktat klaga Ivan Johannesen fyri kappingarráðnum fyri at bróta kappingarlógina.
Leivur Hansen sigur, at býráðið ivast ikki í, at verður frí kapping á økinum, fer vinnan sjálv at finna sína nátúrliga legu.
Leivur Hansen sigur, at hann trýr ikki uppá, at misbrúki fer at veksa fyri tí um tað ber til at keypa eitt glas av víni afturvið eini máltíð á eini matstovu.
Vit vita, at tað eru veikar sálir til. Og tað hava tað aætíð verið. Tær drekka undir øllum umstøðum. Og tær høvdu nokk funnið útvegir fyri at fingið rús, hóast slett onki brennivín var, sigur Leivur Hansen