Enn noyðast politistar at verja tey alt samdøgurið

Fleiri felagsskapir og stovnar í Føroyum hava skrivað til myndugleikarnar í Argentina og biðið teir hava eyguni eftir Marjuni Dahl úr Havn, og húski hennara, sum eru hótt við lívinum.

­ Hatta er ein stór hjálp hjá okkum. Tað kundi ikki verið betur.

Marjun Dahl úr Havn, og alt húski hennara, sita enn fangað í Argentina aftanfyri læstar dyr og við politistum á varðahaldið kring húsini alt samdøgurið.

Men síðani Sosialurin tók málið upp í blaðnum hósdagin, er nógv hent í málinum.

Marjun Dahl, og húskið hennara, eru hótt við lívinum, og hon legði stóran dent á at fáa so nógva umrøðu um hetta sum gjørligt. Tí hon helt, at tey vóru tryggari, um myndugleikarnir vitstu, at fólk fylgdu við gongdini.


Fleiri hava skrivað

Men síðani Sosialurin tók málið upp, hava nakrir felagsskapir, og feløg, skriva til guvernørin í Corboba í Argentina, har Marjun, maður hennara, Luis, og døturnar, Cecilia og Christina, búgva.

Einstaklingar tóku beinanvegin upp samband við ættina í Føroyum, og síðani varð heitt á fleiri felagsskapir og stovnar um at venda sær til landspartaguvernørin í Cordoba og siga frá, at tey stúrdu fyri trygdini hjá húskinum og heittu inniliga á hann um at fylgja gjølliga við málinum, og seta tey tiltøk í verk, sum eru neyðug fyri at tey kunnu verða trygg.

Og at enda verður heitt á guvernørin um at bera so í bandi, at tey sleppa úr Argentina í øllum góðum.

Feløg og stovnar, sum hava skrivað til Argentina, eru sjúkrasystrafelagið av tí, at Marjun er sjúkrasystir, og læknafelagið av tí at pápi Marjuna er lækni. Av tí at maður Marjuna hevur verið politistur, skuldi politistafelagið eisini senda guvernørinum áheitan um trygdina hjá teimum.

Franciskanarasystrarnar hava sent mótmæli, og tað sama skuldi KFUK.

Samstundis hevur verið heitt á báði ríkisumboðið og landsstýrið um at skriva til guvernørin.

Marjun Dahl sigur úr Argentina, at hetta er teimum ein stór hjálp.

Hon heldur, at so leingi røringur er í, torir eingin at gera nakað.

Men hon stúrir fyri, hvat kann henda, um málið dovnar burturaftur.

­ Her um leiðir er tað so lætt at gera seg inn á fólk.

Ein máti hevur verið at bróta inn á fólk náttartíð so tað kann verða útlagt sum vápnað rán, hóast tað í veruleikanum er politisk forfylging.

Sjálv hava tey gjørt so nógv tey kunnu fyri at fáa málið umrøtt, og tey hava verið báði í bløðum og í sjónvarpi í Argentina.

Somuleiðis hevur ein mannarættindafelagsskapur í Argentina tikið málið upp.

Úrslitið av tí er m.a., at nógvir argentinarar hava vent sær til guvernørin í Cordoba um støðu teirra og eisini uttanlands hava fólk gjørt vart við seg, m.a. úr Kanada

Tey hava eisini vent sær til Amnesty International í London, sum tey fyrr hava verið í sambandi við.


Støðan óbroytt

Enn er støða teirra óbroytt.

­ Politistar standa enn á varðhaldið við húsini alt samdøgurið, sigur Marjun.

­ Báðar døturnar ganga í skúla, men tær verða fylgdar í og úr skúla, og á sjálvum skúlanum er vaktarhaldið styrkt.

Og at ganga í skúla er at kalla tað einasta, tær gera, tí tá ið tær eru komnar heimaftur, verða tær inni, og dyrnar læstar, tí tey tora næstan ikki at ganga úti uttan í neyðsynjarørindum.

Hon vónar, at tey sleppa av landinum sum skjótast, tí at noyðast at liva undir politiverju í landi sum Argentina er ikki lív.


Vitnaði ímóti politiovasta

Marran hjá Marjuni og húski hennara byrjaði í mai, tá ið ein hópgrøv frá eina- ræðistíðini varð funnin í heimbýi teirra Cordoba.

Tá varð ljóskastarin settur á stjóran í fregnartænastuni, Carlos Yanichelli, tí illgruni var um, at hann hevði verið uppií hesum hópmorðum.

Endin var, at Yanichelli varð settur frá.

Maður Marjuna, Luis Urquiza var politiskur fangi í sínari tíð undir einaræðinum.

Seinni flutti hann til Danmarkar, og har hevur hann síðani nevnt henda sama Yanichelli báði fyri Argentinska sendiharranum og Amnesty International, sum ein av bøðlunum, ið píndi hann.

Nú hópgrøvin varð funnin, hevur hann aftur greitt frá í Argentina, hvat hann vitsti um Yanichelli.


Hótt í telefonini

Tað var tað, at trupulleikarnar hjá teimum byrjaðu.

Ókend fólk ringdi teirra fleiri ferðir og hóttu tey óbeinleiðis við lívinum

?Nú verður tað skjótt vit koma eftir tykkum³ og ?nú er ikki leingi eftir³ vórðu tey m.a. hótt við í telefonini.

Tey vendu sær til politiið og donsku sendistovuna, og har vórðu hóttaninar tiknar í størsta álvara.

Endin var, at politiið setti politisar á varðhald uttanfyri húsið dag og nátt.

Døturnar báðar verða fylgdar í og úr skúla hvønn dag og á sjálvum skúla er vaktarhaldið styrkt.

Eina lítla kiosk høvdu tey, men hana noyddust tey at lata aftur, tí ongin tordi at keypa frá teimum av tí politistar vóru rundanum tey alla tíðina.

Støðan hevur verið spent seinastu tíðina, at tey ætla at flýggja úr Argentina sum skjótast

Í løtuni roynir danska sendistovan í Buenos Aires at greiða ymisk viðurskifti, so tey kunnu rýma aftur til Danmarkar, har tey búðu nøkur ár, áðrenn tey fluttu aftur til Argentina í 1994.

M.a. verður hava tey søkt ein grunn hjá danska uttanríkismálaráðnum um pengar, so tey sleppa av landinum.


Umrøða hjálpir

Sum áður nevnt halda tey, at tað hevur sera stóran týdning at at málið verður umrøtt, og at fólk gera vart við seg.

Vit skulu tí endurtaka, at fólk kunnu gera vart við seg við at senda teldupost til ein mannarættindafelagsskap í Argentina, sum arbeiðir við málinum, og sum síðani sendir áheitaninar víðari. Skrivið, helst á sponskum, men annars á enskum og endi teldupostin til:


serpej@wanani.aec.oej


Tað ber eisini til at faxa beinleiðis til guvernørin í Gordoba, hann eitur Mestre.


Fax nummarið er:

009 54 5169 0453


Her á síðuni, beint yvirav, prenta vit eitt dømi um bræv, sum tað ber til at senda guvernørinum hjá tí, sum hava hug at hjálpa Marjuni og húski hennara við at gera vart við teirra viðurskifti.

Tað er bara at skriva navnið niðast á seðilin, klippa hann úr og faxa hann á nummarið omanfyri.