Telduskriving

SuperType er eitt forrit, sum eftir 20 tímum kann læra ein at skriva við øllum tíggju fingrunum

Flestu spældevlarnir og netrógvararnir trumma beinanvegin við fingrunum, um teir skulu bíða longri enn tíggju sekundir eftir at ein skíggjamynd verður uppdaterað ella eitt forrit letur upp. Skulu teir hinvegin skriva eitt bræv til móður sína, stólpa teir seg fram eftir tastunum við í mesta lagi fýra fingrum. Ikki fyri at skera øll um ein kamb, men helst er nakað um hetta.

Maskinskriving hevur ongantíð verið eitt umtókt fak í skúlanum, og mong valdu tað ikki ­ nakað, sum tey helst iðra seg um í dag. Men ráð finnast fyri tí.

Í dag eru fleiri góð telduforrit , sum læra ein at hava skil á øllum tíggju fingrunum í senn. Eitt av hesum eitur SuperType.


Venjing ger meistara

Forritið er danskt og fæst í útgávum til bæði Windows, Macintosh, DOS og Unix.

Windows 95 útgávan, sum vit royndu, hevur eina lætta og lættskoðandi brúkaraflatu, og vegleiðingin og tey ráð ein fær á vegnum, bæði sum tekstur og sum video, eru einføld og klár. Vit geva besta ummæli fyri læruháttin, og fakliga er tað eisini framúr.

SuperType er ein røð av venjingum. Tað eru tey grundleggjandi stigini, har ein lærir at seta hendurnar rætt og nýta røttu fingrarnar til røttu bókstavirnar. Og har eru sonevndu blindskrift venjingarnar og rættingarvenjingarnar, har ein lærir at minka um feilirnar og venja seg á teimum bókstavum, ið eru serliga truplir.

Venjingarnar eru lættar at handfara. Ein skrá er fastløgd, men til ber sjálvandi at leypa okkurt um, hevur ein hug til tað.


Ein góður lærari

Forritið er betri enn nakar lærari til sundurbýtta undirvísing.

Hvør venjing endar við einari meting av, hvar ein flýtur og nøkrum ráðum um, hvat kann gerast øðrvísi. Forritið loypur snøgt sagt víðari til eina síðu við teimum venjingum, ið ein átti at gjørt meiri við.

Alla tíðina verður hugt at, hvørjir tastir ein hevur trupulleikar av. í einum yvirliti síggjast teir tastir, ið ein hevur ilt við at raka, og síðani kann ein velja narkar venjingar, sum hjálpa upp á henda trupulleika.


Eftir tíð

Skeiðið er ætlað til 20 tímar, og tá tað er liðugt ­ eftir eitt hart vikuskifti ella einum mánaða ella so ­ kann ein fara undir kvikleika venjingarnar. Tað eru tekstvenjingar, har ein skrivar yvir ein tekst, ella setur ein setning, ið verður lisin upp hvørja ferð, eitt komma ella punktum verður sett.


Fakta

SuperType er eitt rímiliga dýrt forrit til privat, men vil heilt vist vinna seg aftur í eini fyritøku.

Forritið er framleitt av fyritøkuni ISD, og hevur sína egnu síðu á Internetinum á webadressuni www.supertype.dk, har ein kann taka eina demoútgávu fram ókeypis.