í, at uppgávan í morgin verður serliga torfør, nú TB roynir at vaska talvuna og so at siga at byrja av nýggjum. ÍF noyddist at skifta bæði Jazek og Piotr út úr miðverjuni í 1. hálvleiki, tá teir vóru í [...] fjør og í ár, men vit kendu á okkum, at akkurát nú var neyðugt at taka okkurt stigið. Tað eru framvegis fimtan stig eftir at spæla um, og tað ber framvegis til at bjarga okkum undan niðurflyting, og tí [...] Egil Steintórsson um at hjálpa okkum. Finn Thomsen sigur, at uppleggið frá nevndini var, at Egil Steintórsson skuldi sita á beinkinum sunnudag og saman við Pavlovic leggja taktikk og at Egil Steintórsson
venjari: ? Tað plagar at javna seg sum dysturin nærkast, og tað rokni eg við, at tað eisini hesa ferð fer at gera, helt Allan Simonsen fyri, samstundis sum hann vónaði, at fína veðrið fór at halda sær til sunnudagin [...] tað saman við lítla lotinum gjørdi, at vøllurin var nógv betri í gjár. So mugu vit bara vóna, at veðrið verður gott í morgin. Tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at veðrið verður hampuligt sunnudagin [...] Summir halta Venjingin fyrrapartin í gjár vísti, at tað er ivasamt, um allir átjan spælararnir vera tøkir í morgin. Allan Simonsen sigur, at hann gongur út frá, at allir verða tøkir, tá tað er neyðugt, men venjingin
hevur ført til, at fólk seta størri krøv til stovnin. Økt krøv við sama starvsfólkatali Maria Jacobsen sigur, at tað er ein av orsøkunum til, at Almannastovan hevur havt so torført við at fóta sær, samstundis [...] neyðugar, og tað ætlar Maria Jacobsen at gera nakað við. Hon ásannar at stjórastarvið er ein avbjóðing av teimum stóru, men sigur samstundis, at tað er ein hjálp, at hon nú hevur verið so leingi í arbeiði [...] arbeiðspláss, er tað ein fyrimunur, at eg ikki beinleiðis havi hvat leiðsluábyrgd. Eg havi verið við til at skapt grundarlag fyri leiðsluavgerðum, men ikki sjálv staðið fyri at fremja avgerðir í verki, sigur
Hann heldur tað vera ein vansa, at kommunulæknarnir hava verið alt ov góðir av sær. teir hava átikið sær alt ov nógv arbeiði, uttan at tala at. Tað ger, at fólk vænta at læknarnir eru tøkir, um brúk er [...] eingin bilur í túninum. Ein roynd at fáa boð til annan lækna eydnaðist heldur ikki. Hóast hann ringdi til fleiri kommunulæknar, varð svarað, at so nógv var at gera, at læknarnir ikki kundi taka fleiri [...] Hetta hevur Telefonverkið gjørt, fyri at fólk ikki skulu gjalda ov nógv fyri at bíða eftir svari. Vit høvdu nógv at gera í gjáramorgun, og tað er helst orsøkin til, at pápin ikki hevur fingið boðini til
felagið er ført at taka við flúgvingini um so er, at danska sjóverjutyrlan gevst at flúgva við Føroyar. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at teir í løtuni fyrireika felagið til at taka við tilbúgvingini [...] spurninginum um hon fer at flúgva. Tyrluflogskipararnir hjá donsku sjóverjuni eru ikki sørt uppøstir inn á ætlaninar um at flyta alt virksemi teirra til Karup, og tað hevur við sær, at fleiri teirra hótta [...] so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð, áðrenn svarini koma. Magni Arge sigur, at tað er neyðugt við eini størri tyrlu, sum er betri útgjørd. Krøvini til eina tyrlu skulu tí eftir øllum at døma ikki setast
Vit eru væl vitandi um, at ein betrað útbúgvingarstuðulsskipan kostar pengar, men tað er eins vist, at vit hava ikki ráð at missa tey lesandi, sigur Eilin Jørgensen. Fyri at lýsa støðuna, tekur hon nøkur [...] einliga mamman so hevur, er at koyra barnið í svarta dagrøkt. Og av tí, at tað kostar henni 1.800 krónur, so kunnu øll rokna út, at hon bert hevur 400 krónur eftir av studninginum at breyðføra seg og barnið [...] útvarpshøllini hóskvøldið. Hon vísir á, at samfelagið hevur brúk fyri útbúnum fólki og tískil eisini skyldu til at veita teim lesandi sømulig kor. ? Eg haldi, at vit mugu hugsa víðari. Tá Javnaðarflokkurin
tydningi fyri føroyingar enn at bankamálið fær okkum at pakka saman og ryma. Fyri Sambandsflokkin er tað av stórum tydningi, at vit fáa rættað upp á tey brek, sum skipanin hevur, t.d at fíggjarmálaráðharrin fær [...] á okkara leiðum er soleiðis fyriskipað, at veljarin gevur nøkrum politikkarum vald at taka avgerðir vegna borgararnar. Tá ið so val verður hildið, sleppa hesir at standa sína roynd. Summir vera vrakaðir [...] Finnur veljarin eftir valið út av, at skeivt er valt, ber ikki til at velja av nýggjum fyrr enn politikkarnir aftur útskriva val ? upp til 4 ár seinni. Tí er neyðugt at velja rætt. Positivt samstarv í r
USA, fyri at læra seg kynstrið. Ein kann ikki útbúgva til tatovør, men bert royna seg og sleppa at arbeiða hjá royndum tatovøri. Vanligt er at byrja at tatovera á svínahúð. Síðani má ein vóna, at onkur kundi [...] liggja fyri at tekna, skal ein tatovera. Sigge sigur tó, at sum við øllum øðrum í fakinum, so ber ikki til at fara í skúla. - Tá eg gekk í skúla, gjørdi eg snøgt sagt ikki annað, enn at tekna, men at tað skuldi [...] starvinum. Hetta er eisini neyðugt, tí umráðandi er at hava nøgdar kundar. - Ikki ber til at fara í læru. Ein má bert royna seg. Tað kann eisini koma fyri, at onkur heldur seg vera tattoo -listamann, til viðkomandi
sum skal halda fram at mennast. T.d. verður sagt, at suðuroyarsiglingin skal dagførast. Hvussu skal tað skiljast? Jenis av Rana væntar ikki, at tað fer at gangast væl. Bert tað at samgonguskjalið er so [...] tí at vit fyrst fáa sjálvstýri um tvey ár. Ivasamt er eisini, um fólk tá fara at taka undir við sjálvstýrisuppskotinum til ta tíð, sigur Jenis av Rana. Hann skilir ikki at tað skal vera neyðugt at skipa [...] skipa oljumál sum øki fyri seg, av tí at oljuvinnan ikki er aktuel í løtuni. Tað er týðiligt at hesi bæði málsøki eru komin aftrat, fyri at fáa partarnar at góðtaka samgonguskjalið. Tað kunnu teir ikki
hinvegin kanska er mest at undrast yvir er, at 22 prosent av føroyingum vil hava, at heimastýrislógin skal halda fram ella at vit skulu hava tættari tilknýti til Danmark. Hetta svarar til at fimti hvør føroyingur [...] vil siga, at sambandsveljararnir standa nógv meira spjaddir nú enn fyrr. Flokkurin gongur fyri at verða sera konservativur tá tað kemur til at broyta heimastýrislógina, men tað sær út til at veljarar floksins [...] føroyingur heldur at skulu vit broyta nakað við heimastýrislógini, so skal tað verða soleiðis at bondini landanna millum verða tættari knýtt. Men tølini omanfyri siga rímuliga greitt, at tað føroyingar ynskja