Leygardagin byrjaðu teir so smátt at tatovera i Ovaru Tvørgøtu 1. Íslendski tatovørurin, Sigurður Þór Einarsson, vanliga nevndur Sigge Tattoo, byrjaði leygardagin at tatovera. Fyrstu tatoveringina fekk Rani Poulsen, ið hevur fingið Sigge hendavegin.
Rani hevur frammanundan tvær tatoveringar, eina á hvørjum armi. Tann eina er ein ørn og hin ein vøkur genta. Triðu tatoveringina fekk hann á vinstra herðablað og er hon eitt mynstur.
Stórur áhugi
Sunnudagin sótu 6 fólk í stólinum. Onkur teirra fekk 2 tatoveringar. Áhugin er stórur, sigur Rani. Sunnudagin vóru sera nógv fólk og forvitnaðust og sunnukvøldið steðgaði nærum hvør bilur, ið koyrdi framvið í Ovaru Tvørgøtu.
HB-kaninin
Sigge Tattoo hevur mynstur og myndir við, ið ein kann velja sær, men eisini ber til at tosa seg til rættis, um ein hevur serstøk ynski.
Longu nú er okkurt stuttligt komið burturúr. Ein dyggur HB-stuðul hevur fingið tatoverað eina kanin og áskriftina HB.
Vónandi skiftir hesin ikki felag fyribils.
Venja á svínahúð
24 ára gamli íslendski tatovørurin hevur verið í USA, fyri at læra seg kynstrið. Ein kann ikki útbúgva til tatovør, men bert royna seg og sleppa at arbeiða hjá royndum tatovøri. Vanligt er at byrja at tatovera á svínahúð. Síðani má ein vóna, at onkur kundi letur ein beran blett, ið nýbyrjarin kann royna seg á.
Hevur verið í USA
Sigge hevur tó ikki vant á svínahúð. Hann byrjaði at tatovera á vinfólk síni. Í 1995 fór hann til USA og arbeiddi hjá ymsum tatovørum.
Tá Sigge arbeiddi hjá Tattoo Billy í USA, slapp hann at royna seg. Kundar, ið annars bert loyvdu Tattoo Billy at tatovera seg, stólaðu nú eisini uppá dugnaskapin hjá Sigge, og hetta er Sigge taksamur fyri og errin av.
Egnan stíl
Sigge sigur, at tá hann fór úr Íslandi, var bert ein tatovørur í Reykjavík. Í dag eru 4.
Tað skal sjálvsagt liggja fyri at tekna, skal ein tatovera. Sigge sigur tó, at sum við øllum øðrum í fakinum, so ber ikki til at fara í skúla.
- Tá eg gekk í skúla, gjørdi eg snøgt sagt ikki annað, enn at tekna, men at tað skuldi gerast mítt livibreyð, hevði eg ikki roknað við, sigur Sigge Tattoo.
Týdningarmikið er at hava sín egna stíl. Eingin ger somu tatovering, ið onkur hevur gjørt áðrenn. So verður hon broytt, so hon er øðrvísi.
Ein ávísur stoltleiki er í starvinum. Hetta er eisini neyðugt, tí umráðandi er at hava nøgdar kundar.
- Ikki ber til at fara í læru. Ein má bert royna seg. Tað kann eisini koma fyri, at onkur heldur seg vera tattoo -listamann, til viðkomandi hittir ein slíkan, ið veruliga dugir, sigur Sigge.
Kundin skrivar undir
Viðkomandi, ið verður tatoveraður, skal skriva undir uppá, at hann er 18 ár. Hetta skal prógvast.
Viðkomandi skal ongar sjúkur hava, ið ávirka avgerðina. Viðkomandi skal ikki vera ávirkaður av rúsevnum ella heilivági. Kundin váttar, at hann skilir, at best er at fylgja teimum leiðbeiningum, ið fáast frá tatovørinum. Kemur sjúka í, ella tatoveringin ferst, so er tað av vanrøkt, tí leiðbeiningin ikki er fylgd, stendur í skjalinum, ið kundin undirskrivar.
Í skjalinum váttar tatovørurin, at nálirnar eru nýggjar, og at hann hevur loyvi frá íslendska landslæknanum og heilsumyndugleikunum.
Nýtt undir nálini
Sigge nýtir 2 sonevndar pistólir. Eina við 3 smáum nálum, ið eru at gera linjurnar við og eina pistól við 4 smáum nálum, ið eru til útfylling.
Sigge Tattoo verður í Føroyum til eftir ólavsøku, so møguligt er at vita, hvat nýtt er undir nálini nakrar vikur afturat.