Í gjár vóru fýra av sjey kommunulæknum í Havn til arbeiðis. Tað var tí ikki gjørligt hjá pápa at sjúkum barni at fáa læknahjálp.
»Hetta er hjá Jenis á Rana, kommunulækna. Beint nú tosi eg við ein annan sjúkling, men tygum eru vælkomin at bíða við»
Hesi orðini vóru endurtikin upp í saman, tá pápin skuldi hava boð til læknan um, at fáa okkurt fyri píni at geva barninum. Hann bíðaði eitt langt og annað breitt, men eingin kom til, og so fór hann út í kommunulæknahúsini, men har var bølamyrkt og eingin bilur í túninum.
Ein roynd at fáa boð til annan lækna eydnaðist heldur ikki. Hóast hann ringdi til fleiri kommunulæknar, varð svarað, at so nógv var at gera, at læknarnir ikki kundi taka fleiri sjúklingar í gjár.
Ein kommunulækni hevði havt náttarvakt, og tí var hann ikki til arbeiðis, annar hevði jólafrí og Jenis av Rana var ikki at hitta.
Eg hevði læknavikar
Sosialurin tosaði við Jenis av Rana um midddagsleitið í gjár.
Tað er ikki satt. Eg var sjálvur annar lækni til arbeiðis í gjár frá kl. 8 - 10, og eftir hetta var læknavikarur einsamallur, meðan eg var í tinginum nakrar tímar, sigur Jenis av Rana
Hann sigur, at telefonsvararin er ein trupulleiki, av tí at viðtalan bert hevur tvær linjur. Tá upptikið er, kemur telefonsvararin til, og tá fólk hava bíðað í eitt minutt, verður sambandið slitið av sær sjálvum. Hetta hevur Telefonverkið gjørt, fyri at fólk ikki skulu gjalda ov nógv fyri at bíða eftir svari.
Vit høvdu nógv at gera í gjáramorgun, og tað er helst orsøkin til, at pápin ikki hevur fingið boðini til okkara, sigur Jens av Rana.
Kaj Kallsberg, formaður í Kommulæknafelagnum, sigur, at tað ikki er óvanligt at bert fýra kommunulæknar eru til arbeiðis. Í fjør summar var hann ein dagin einsamallur kommunulækni til arbeiðis.
Er eingin samskipan av vaktunum hjá kommunulæknunum?
Vit hava ongan sum skipar vaktirnar fyri okkum, men vit hava gott samstarv og fundast eina ferð um mánaðin, har vit sjálvir leggja vaktirnar til rættis.
Undirmannað læknaskipan
Truplleikin er, at vit eru undirmannað,og tí kemur ólag í, um onkur ikki er til arbeiðis.
Høvdu vit verið fleiri læknar, so merktu fólk tað ikki, men vit, sum eru til arbeiðis, kunnu ikki átaka okkum allar uppgávur slíkar dagar.
Er eingin avtala um, at tit hjálpa hvør øðrum, tá á stendur?
Vit átaka okkum ikki aðrar uppgávur, um tað kann bíða til næsta dag.Bert bráfeingis hjálp verður latin í slíkum førum, sigur Kaj Kallsberg.
Læknar ov góðir
av sær
Hann heldur tað vera ein vansa, at kommunulæknarnir hava verið alt ov góðir av sær. teir hava átikið sær alt ov nógv arbeiði, uttan at tala at. Tað ger, at fólk vænta at læknarnir eru tøkir, um brúk er fyri teimum. Tað verður helst ikki so lætt í framtíðini, tí kommunulæknarnir eru overvaðir, og noyðast at taka sær av sínum sjúklingum, og tað er ov mikið sum er.
Í løtuni verður arbeitt fyri at fáa nýggja kommunulæknalóg, men Kaj Kallsberg heldur ikki, at politiski viljin at fáa hetta arbeiði frá hondini hevur verið ovurstórur.
Áður vóru kommunulæknarnir undir Ríkisumboðnum, men í 1989 vóru heilsumál yvirtikin, og síðani hevur ongin havt ábyrgd av kommunuskipanini.
Vit eru undirmannaðir, og tað er nóg ringt sum er, men um nøkur ár kunnu fólk vænta sær kommunulæknar sum tosa kroatiskt og onnur útlendsk mál, tí eingir læknar eru tøkir, sigur Kaj Kallsberg.










