Javnbjóðis útbúgvingarmøguleikar

Málið hjá okkum er, at øll í Føroyum skulu hava javnbjóðismøguleikar til útbúgvingartilboðini - líka mikið hvar í landinum tey búgva, sigur Eilin Jørgensen úr SU, sum hóskvøldið skipar fyri pallborðsfundi um útbúgvingarstuðulin

? Tað ber ikki til at brúka tey ungu sum gíslar, tá vit vita, at samfelagið hevur brúk fyri hesum fólkum.

Hetta sigur Eilin Jørgensen, sum er nevndarlimur í Sosialistiskum Ungmannafelag og stigtakari til pallborðsfundin um útbúgvingarstuðulin, sum verður í útvarpshøllini hóskvøldið.

Hon vísir á, at samfelagið hevur brúk fyri útbúnum fólki og tískil eisini skyldu til at veita teim lesandi sømulig kor.

? Eg haldi, at vit mugu hugsa víðari. Tá Javnaðarflokkurin er tann flokkur, ið gongur á odda, tá hugsað verður um trivnað her á landi, so eigur flokkurin eisini at stinga út í kortið, tá tað snýr seg um viðurskiftini hjá teimum lesandi. Eitt er púra vist, at verður einki broytt á hesum øki, missa vit allan ungdómin.

Eilin Jørgensen vísir á, at føroyski ungdómurin er nógv afturúrsilgdur, um borið verður saman við lesandi ungdómin í okkara grannalondum.

? Føroyingar, sum lesa í Danmark, eru hægri prioriterað í mun til okkum. Eitt nú fáa tey fría ferðing eina ferð um árið, tey kunnu forvinna 50.000 krónur skattafrítt um árið (Føroyafrádráttur) og tey ganga undir donskum viðurskiftum, tá talan er um lestrarstuðul, ið eisini er betur enn okkara.

? Vit eru væl vitandi um, at ein betrað útbúgvingarstuðulsskipan kostar pengar, men tað er eins vist, at vit hava ikki ráð at missa tey lesandi, sigur Eilin Jørgensen.

Fyri at lýsa støðuna, tekur hon nøkur dømi:

Taka vit sum dømi ein sandoying, ella vágamann, sum skal til Havnar í skúla eftir lokna fólkaskúlagongd. hann hevur alt annað enn javngóðar møguelikar at ganga í, tað veri seg studentaskúlanum, sum havnarmaðurin, hann situr við síðuna av. M. a. tí, at hansara fíggjarviðurskifti eru verri enn tey eru hjá havnarmanninum.

Hann hevur fyri tað fyrsta nógvar ferðaútreiðslur, tí hann av og á skal ferðast millum Sandoynna ella Vágoynna og Havnina. Men harafturat má hann brúka ein stóran part av almenna studninginum hjá sær til kost og logi.

Ein støk mamma er heldur ikki eins væl fyri, sum vinkonan, sum hon situr við síðuna av í skúlanum. Nú kann tað vera, at henda mamman hevur verið so heppin at fáa eitt frípláss til barnið hjá sær í einari vøggustovu ella í kommunalari dagrøkt. Men veruleikin í teimum kommunum, har útbúgvingarstovnarnir eru (og í nógvum øðrum kommunum við) er, at tað als ikki eru kommunal ansingarpláss. ? Og tey lesandi fáa ongan framíhjárætt á hesum økinum. Tað er heldur tvørturímóti, sambært Almannastovuni. Tann møguleikin, sum hendan einliga mamman so hevur, er at koyra barnið í svarta dagrøkt. Og av tí, at tað kostar henni 1.800 krónur, so kunnu øll rokna út, at hon bert hevur 400 krónur eftir av studninginum at breyðføra seg og barnið fyri.

Eilin Jørgensen vísir á, at mong dømi sum hesi prógva, at føroyski skúlin ikki er fyri øll - men tað skal hann vera, leggur hon afturat.

Hon dregur saman um og sigur:

Føroysku skúlarnir eru til færri og færri. Støðan elvir eisini til, at ungfólk heldur leita sær av landinum í protest ella irritatión mótvegis politikarunum, sum ikki lurta. Trupulleikin er størri, enn bara nøkur grenjandi ung. Stættarmundur er, so tað brakar eftir í.

? Málið hjá okkum er, at øll skulu hava javnbjóðis rætt til skúlagongd og útbúgving uttan mun til fíggjarviðurskifti ella bústað. Sjálvandi tí vit skulu eisini í framtíðini hava ung lesandi í Føroyum. Heldur enn at síggja tey ungu sum eina samfelagsbyrðu, skulu vit síggja tey sum eina íløgu í framtíðina.

? Vónandi kann pallborðsfundurin hóskvøldið verða við til at fáa politikararnar at skilja støðuna, sigur Eilin Jørgensen at enda.