Pól Thorsteinsson er sera ivasamur

Fótbóltur: Fleiri spælarar dragast við skaðar, men venjarin roknar við, at allir vera tøkir í morgin

Tað góða veðrið kemur á Svangaskarð saman við landsliðnum. Tað hevur ofta borið soleiðis á, at illveður er vorðið til gott veður og avfall er vorðið til turrveður, tá Allan Simonsen og hansara dreingir eru komnir á Svangaskarð at fyrireika seg, og soleiðis vísti tað seg eisini hesa ferð.

Landsliðið vandi fyri fyrstu ferð hóskvøldið. Tá var slitið í, eftir at tað hevði regnað nógv alla hósdagin. Fyrrapartin í gjár kom landsliðið aftur á Svangaskarð, og meðan teir koyrdu út úr Runavíkini lætti mjørkin, og undir venjingini var sólskin. Vøllurin var rættuliga tungur og vátur hóskvøldið, men dreningin er góð, og tað saman við lítla lotinum gjørdi, at vøllurin var nógv betri í gjár. So mugu vit bara vóna, at veðrið verður gott í morgin. Tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at veðrið verður hampuligt sunnudagin seinnapartin.


Summir halta

Venjingin fyrrapartin í gjár vísti, at tað er ivasamt, um allir átjan spælararnir vera tøkir í morgin. Allan Simonsen sigur, at hann gongur út frá, at allir verða tøkir, tá tað er neyðugt, men venjingin hóskvøldið og í gjár vísti, at John Reid Skoralíð og Jens Pauli Marstein skulu spenna seg rættuliga út, um allir teir, sum halta, skulu vera tøkir í morgin.

Pól Thorsteinsson vandi ikki í fyrrakvøldið, og hann vandi heldur ikki í gjár. Hann noyddist at fara av vøllinum, tá B36 spældi á Toftum sunnudagin. Tá varð sagt, at hetta hevði ikki so nógv uppá seg, men tað hevur tað so havt alíkavæl. Verjuspælarin hevur trupulleikar í báðum beinunum:

? Eg vóni sjálvandi, at eg verið klárur í morgin, og viðgerðin, sum eg havi fingið, hevur hjálpt, men eg havi framvegis pínu, hvørja ferð eg stígi til. Tað er ikki serliga hugaligt at ganga uttanfyri og hyggja at, meðan hinir fyrireika seg, men eg vóni, at tað fer at ganga, soleiðis at eg kann spæla, helt vágbingurin í B36 fyri eftir fyrru venjingina í gjár.

Óli Johannesen vandi bara eina lílta løtu fyrrapartin í gjár, so gavst hann. Magni Jarnskor haltaði eisini. Teir báðir brustu saman undir venjingini hóskvøldið, og báðir fingu ein lítlan snudd í knæið. Hjá Magna Jarnskor var bara talan um ein stoyt, meðan tað tóktist sum at eitt liðband í øðrum knænum hjá Óla Johannesen var dragnað eitt lítið sindur.

Allan Mørkøre var stuðlaður út av vøllinum undir venjingini í gjár. Hann hevði koykt fótin, og ísur varð lagdur á beinanvegin:

? Men eg spæli heilt víst sunnudagin, staðfesti landsliðsveteranurin. Og av royndum vita vit, at tað skal nógv til, áðrenn hann gevur skarvin yvir.

So kanska verða allir átjan tøkir, tá klokkan fer at nærkast trý seinnapartin í morgin, men tað er greitt, at tað ørkymlar eitt sindur, tá størri og smærri snuddir eru uppi í leikinum.

Venjarin hevur verið uppií leingi, bæði sum spælari og venjari:

? Tað plagar at javna seg sum dysturin nærkast, og tað rokni eg við, at tað eisini hesa ferð fer at gera, helt Allan Simonsen fyri, samstundis sum hann vónaði, at fína veðrið fór at halda sær til sunnudagin.

Umframt teir, sum vóru meiri ella minni skaddir í gjár manglaði ein annar spælari. Tað var Uni Arge. Hann kom ikki heim úr Danmark fyrrenn seinnapartin. Teir roknaðu við, at hann fór at vera við til venjingina í gjárkvøldið.