Til reiðar innan eitt ár

Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at teir í løtuni fyrireika felagið, at taka við tilbúgvingini, sum danska sjóverjan umsitur. ? Vit vera til reiðar áðrenn eitt ár er farið, sigur hann

Enn einaferð er spurningurin um donsku sjóverjutyrluna við Føroyar til viðgerðar. Og hesaferð tykist vera meira álvara í spurninginum um hon fer at flúgva.

Tyrluflogskipararnir hjá donsku sjóverjuni eru ikki sørt uppøstir inn á ætlaninar um at flyta alt virksemi teirra til Karup, og tað hevur við sær, at fleiri teirra hótta við uppsøgnum. Fara allir úr starvi, sum hótta við tí, so eru bert tríggir tyrluflogskiparar eftir at røkja alla tyrluflúgving við Føroyar, Grønland og Danmark.

Hetta, siga flogskiparar og onnur við skili fyri slíkum, er ómøguligt, og tí verður endin, at onkur verður við sviðusoð.

Í Føroyum hava vit sum kunnugt eina tyrlu umframt sjóverjutyrluna. Tað er tyrlan hjá Atlantsflog, og so er ein spurningur um felagið er ført at taka við flúgvingini um so er, at danska sjóverjutyrlan gevst at flúgva við Føroyar.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at teir í løtuni fyrireika felagið til at taka við tilbúgvingini, men at hetta arbeiði tekur drúgva tíð.

? Vit hava í løtuni fýra tyrluflogskiparar, og vit syrgja fyri, at teirra útbúgving verður hildin við líka alla tíðina. Teir eru í simulator tvær ferðir árliga, og umframt tað fara teir eisini á skeið hjá verjuni, í »search and rescue«.

? Tað stutta av tí langa er, at vit eru til reiðar at fara í gongd áðrenn eitt ár er farið. Í onkrum føri eru vit kanska klárir væl áðrenn eitt ár er farið, sigur Magni Arge, stjóri.


Nýggj tyrla má til

Men hóast manningin eftir øllum at døma er væl fyri, so er felagið ikki so væl fyri tá tað snýr seg um útgerðina.

? Tyrlan hjá felagnum er ikki hóskandi til bjargingar- og leitingarendamál, og tí hava vit kannað marknaðin fyri at finna út av, hvat tær duga til, og hvat tær kosta, sigur Magni Arge.

Atlantsflog hevur ikki fingið nakað endaligt svar frá teimum framleiðarum teir hava havt fundir við, men eftir tí, sum skilst, so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð, áðrenn svarini koma.

Magni Arge sigur, at tað er neyðugt við eini størri tyrlu, sum er betri útgjørd.

Krøvini til eina tyrlu skulu tí eftir øllum at døma ikki setast bara við núverandi støðu í huga, men eisini eini møguligari frálandavinnu.


Frágreiðing er á veg

Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, leggur annars afturat, at felagið í løtuni arbeiðir við eini frágreiðing til myndugleikarnar um tilbúgvingina.

? Frágreiðingin hevur sjálvsagt eisini ein part um sjúkraflutning og um »search and rescue«. Frágreiðingin er ikki liðug enn; vit bíða eftir tølunum frá framleiðarunum, men beint eftir at tey eru komin, verður hon løgd á borði til politiska viðgerð, sigur Magni Arge, stjóri.

Ein partur av allari viðgerðini er hvussu Atlantsflog skal avroknast fyri tænastuna, ella hvussu eigaraviðurskiftini av nýggju tyrluni er á veg. Magni Arge, stjóri sigur tað ikki beinleiðis, men »tað liggur í luftini«, at Atlantsflog fer ikki at seta eina størri tyrluflúgving í verk, um so er, at tænastan ikki ber seg.

? Íløgan kostar pengar, og tað ger tænastan eisini. Alt hetta skal fáast upp á pláss, áðrenn farið verður undir nakað nýtt. Vit mugu hava eina greiða avtalu við myndugleikarnar fyrst, sigur Magni Arge.

Og møguleikarnir eru fleiri. Ein er, at landsstýrið keypir og eigur tyrluna og letur Atlantsflog reka hana. Ein annar møguleiki er, at Atlantsflog keypir, eigur og rekur hana, men fær eina ávísa fasta upphædd frá landsstýrinum, fyri at avgreiða sjúkraflutning og fyri at verða til reiðar um eitthvørt skuldi hent, á sjógvi ella landi.

Men hetta er ein politiskur spurningur, sum vit uttan iva koma at hoyra meira til seinni.