umhvørvisverndarfelagsskapum, sum hevur havt ringa ávirkan á kópaveiðina, men veiðimenninir fýlast eisini á stuðulin frá politikarunum. Eitt nú vísa teir á, at í ár fáa kópaskipini 7,5 milliónir krónur í stuðuli [...] fáa 12 milliónir krónur. Tey, sum eru fyri at menna kópaveiðina, vísa á, at kópur etur nógvan fisk, og at ein ov stórur kópastovnur kann hótta fiskastovnar, sum vit vanliga gagnnýta. [...] Tann einaferð so stóri flotin, sum á hvørjum ári fór vestur ímóti Eysturgrønlandi at veiða kóp, er minkaður burtur í at kalla einki, og í ár fara væntandi fýra skip á kópaveiði í Vesturísinum og í Eysturísinum
hvussu er, at tað er sera hált. – Tað er sum á kalvabaki um alt landið. Tí vilja vit fegin koma við einari áheitan til fólk um at koyra varðliga, sigur vakthavandi á politistøðini. Í sambandi við ferðsluóhappið [...] Fyri løtu síðani rendu tveir bilar saman í Vágum. Hetta var beint út fyri Hotel Vágar. Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi hjá politinum. Júst hvat hendi í óhappinum, veit politiið [...] ferðsluóhappið hevur politiið stongt vegin, og av tí sama standa nógvir bilar har nú, sum ikki sleppa víðari. Politiið veit ikki, nær vegurin verður latin upp aftur fyri ferðslu, men tað kann taka eina løtu, tí
Skálavíkar kirkju. - Góðir hátalarar eru fingnir til vega, so tær ferðirnar, tá vit ikki hava urguleikara, verður urguspælið saman við sálmasangi stýrt umvegis teldu. Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu [...] tøkni í brúk. - Skálavík hevur yvirhøvur verið væl stillað við urguleikarum, men sum støðan er beint nú, hevur ikki eydnast at finna urguleikara at spæla hvørja ferð, tá kirkjugongd er. Tí hevur kirkjuráðið
n vitjar á Rás2 millum klokkan 11 og 12 í dag Í farnu viku gavst Jógvan Jespersen sum stjóri fyri Kringvarp Føroya. Í meira enn 17 ár sat hann í sessinum, og loftmiðlarnir og lurtararnir eru nógv broyttir [...] árini, og hvat náddi hann ikki at gera. Tað verða nakrir av spurningunum, sum vit seta Jógvan Jespersen, tá ið hann verður gestur á Rás2 millum klokkan 11 og 12. Afturvaldi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum [...] verður við hann um gongdina hjá flokkinum seinnu árini. Flokkurin var í stórum trupulleikum, men hevur nú fingið munandi størri undirtøku. Eisini kann frættast um tiltakið Straight Parade, um føðingardagin
aftur at síggja á skíggjanum, nú ein nýggjur X-Files filmur verður gjørdur Næsti X-Files filmurin verður í løtuni framleiddur. Sambært alnetssíðuni hjá danska blaðnum Politiken kunnu vit rokna við, at filmurin [...] og Gillian Anderson, ella Fox Mulder og Dana Scully, sum tey helst eru betur kend sum, ið fara at hava høvuðsleiklutirnar í filminum, á sama hátt sum tað eisini vóru tey, ið vóru frontfigurarnir, tá X-Files
slag. Hvat hevur tú gjørt higartil? Arbeitt við rørum umborð á Krúnborg, sveisað, slípað og tílíkt. Hvat gert tú beint nú? Bíði til hinir eru lidnir við tað teir gera, og skulu so gera okkurt annað. Kundi [...] ikki, tað kundi altíð hent. Gleðir tú teg at sleppa í skúla aftur? Ja, eitt sindur. Til endans spurdu vit Martin hvussu tað er at verða í Havn. Við einum smíli segði hann at hann, helt tað verða hampuligt
Kollfjarðar skúla. - Vit hava nøkur egnað høli runt her í bygdini, og verða tey so brúkt sum skúlastovur, inntil umbyggingin av skúlanum verður liðug, sigur Karin við Sosialin. Í løtuni eru teir í ferð við [...] og eini útbygging í eina tíð. Ætlanin var upprunaliga, at næmingarnir skuldu sleppa í henda skúlan nú mánadagin, tá skúlaárið 2005/2006 byrjar. Men arbeiðið er ikki liðugt enn, og verður heldur ikki liðugt
hevur verið harður, og línuskipini og útróðrarflotin hava ligið. Flestu línuskipini eru nú farin útaftur at royna. Á Kósini vænta tey, at Safir og Smaragd koma innaftur at landa seinni í hesi vikuni um [...] soleiðis sum teir hava verið næstan hvønn túr í seinastuni. - Í dag og í morgin arbeiða vit upsan hjá trolarunum, søgdu tey á Kósini mánamorgunin. Tómligt var annars við Kósabrúnna mánamorgunin. - Streymurin [...] vórðu keyptir til Klaksvíkar, hava teir havt stóran týdning fyri ráfiskatilgongdina hjá flakavirkinum á Kósini. Teir landaðu aftur í Klaksvík seinasta fríggjadag, og enn einaferð vóru teir fullir undir lúkurnar
vóna vit, at nógv viðhaldsfólk koma at stuðla leikarunum á teirra stóra degi. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er 60 kr. Tó er ókeypis atgongd fyri 16 ára gomul og yngri. Finalurnar á Sandi [...] fyri yngru leikarar verða í Høllini inni í Dal á Sandi leygardagin 8. og sunnudagin 9. februar! Feløgini, sum verða umboðaði í finalunum fyri yngru leikarar eru TB, SÍ, ÍF, Mjølnir, Ternan og Fleyr. Hetta [...] verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi. Nú áðrenn høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Talan er um eina kategori 4 høll
nøkulunda sum ætlað. ? Higartil eru vit komnir nøkulunda so langt, sum vit høvdu roknað við og ætlað. Vit royna bert at útnytta tíðina sum frægast og arbeiða við tí førleika vit kunnu, sigur Poul Michelsen [...] landsstadionið á Toftum hevur pláss fyri fleiri enn 4.000 fólkum, so er tað sjáldan, at tað eru so nógvir áskoðarar til dyst á Svangaskarði. ? Vit høvdu ynskt at fingið pláss fyri 6.000 áskoðarum nú í fyrstu [...] dystirnir verða spældir á einum spildurnýggjum grasvølli í Gundadali. ? Tað má sigast, at vit ikki hava verið so opnir mótvegis feløgunum um, hvussu tað gongst við arbeiðnum, men vit hava so roynt at kunna