Kópaveiðan á veg í søguna

Kemur ikki onkur broyting í, fer tann siðbundna norska kópaveiðan í søguna um heilt fá ár. Tann einaferð so stóri flotin, sum á hvørjum ári fór vestur ímóti Eysturgrønlandi at veiða kóp, er minkaður burtur í at kalla einki, og í ár fara væntandi fýra skip á kópaveiði í Vesturísinum og í Eysturísinum.
Tað er serliga mótstøða frá umhvørvisverndarfelagsskapum, sum hevur havt ringa ávirkan á kópaveiðina, men veiðimenninir fýlast eisini á stuðulin frá politikarunum. Eitt nú vísa teir á, at í ár fáa kópaskipini 7,5 milliónir krónur í stuðuli at býta sínamillum, meðan tey, sum kanna kópastovnin, fáa 12 milliónir krónur.
Tey, sum eru fyri at menna kópaveiðina, vísa á, at kópur etur nógvan fisk, og at ein ov stórur kópastovnur kann hótta fiskastovnar, sum vit vanliga gagnnýta.