David Duchovny og Gillian Anderson, betur kend sum Fox Mulder og Dana Scully, vera skjótt aftur at síggja á skíggjanum, nú ein nýggjur X-Files filmur verður gjørdur Næsti X-Files filmurin verður í løtuni framleiddur. Sambært alnetssíðuni hjá danska blaðnum Politiken kunnu vit rokna við, at filmurin verður at síggja í biografunum seint í summar.
Tað vera tey bæði David Duchovny og Gillian Anderson, ella Fox Mulder og Dana Scully, sum tey helst eru betur kend sum, ið fara at hava høvuðsleiklutirnar í filminum, á sama hátt sum tað eisini vóru tey, ið vóru frontfigurarnir, tá X-Files var í hæddini sum sjónvarpsrøð í 90-unum.
Enn er ógreitt hvat filmurin kemur at snúgva seg um og hvussu hann kemur at eita, men greitt er tó, at talan verður um yvirnattúrligan ræðufilm.