Eingin skúlagongd enn á sinni

Eins og aðrastaðni kring landið so verður farið í skúlarnar aftur komandi mánadag  men ikki í Kollafirði.

Kollafjørður: Í Kollafirði hevur skúlin verið undir eini umbygging og eini útbygging í eina tíð.
Ætlanin var upprunaliga, at næmingarnir skuldu sleppa í henda skúlan nú mánadagin, tá skúlaárið 2005/2006 byrjar.
Men arbeiðið er ikki liðugt enn, og verður heldur ikki liðugt til mánadagin. Spurningurin er so bara, nær tað verður.
Tað veit skúlastjórin, Karin Hammer ikki. Men hon sigur tó, at børnini fara í øllum førum í skúla í Kollafirði, men ikki í Kollfjarðar skúla.
- Vit hava nøkur egnað høli runt her í bygdini, og verða tey so brúkt sum skúlastovur, inntil umbyggingin av skúlanum verður liðug, sigur Karin við Sosialin.
Í løtuni eru teir í ferð við umbyggingina. Tað er serliga hesin parturin, miðskeiðis í skúlabygninginum, sum hevur ført við sær, at tað ikki er gjørligt at hava skúlagongd í løtuni.