Trý fólk flutt á sjúkrahúsið aftaná ferðsluóhapp

Politiið heitir á fólk um at koyra varðliga, tí tað er hált um alt landið

Fyri løtu síðani rendu tveir bilar saman í Vágum. Hetta var beint út fyri Hotel Vágar.

 

Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi hjá politinum. Júst hvat hendi í óhappinum, veit politiið ikki enn, men hetta skal sjálvandi kannast nærri.

 

Men politiið veit í hvussu er, at tað er sera hált.

 

– Tað er sum á kalvabaki um alt landið. Tí vilja vit fegin koma við einari áheitan til fólk um at koyra varðliga, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Í sambandi við ferðsluóhappið hevur politiið stongt vegin, og av tí sama standa nógvir bilar har nú, sum ikki sleppa víðari. Politiið veit ikki, nær vegurin verður latin upp aftur fyri ferðslu, men tað kann taka eina løtu, tí bilarnir báðir skulu sleipast burtur.

 

(Dagføring 20:40: Vegurin er latin uppaftur).