Í gjár tóku tey í Skálavíkar kirkju nýggja tøkni í brúk.
- Skálavík hevur yvirhøvur verið væl stillað við urguleikarum, men sum støðan er beint nú, hevur ikki eydnast at finna urguleikara at spæla hvørja ferð, tá kirkjugongd er.
Tí hevur kirkjuráðið í Skálavík arbeitt við einari tøkniligari loysn, sum kann brúkast, tá eingin urguleikari er tøkur.
Loysnin varð roynd í gjár, 3. sunnudag í advent, tá Irdi Mittelstein las lestur í Skálavíkar kirkju.
- Góðir hátalarar eru fingnir til vega, so tær ferðirnar, tá vit ikki hava urguleikara, verður urguspælið saman við sálmasangi stýrt umvegis teldu.
Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu verður sagt, at royndir úr øðrum kirkjum hava víst, at hetta er ein góð loysn.
Lagt verður aftrat, at tað gevur góðan sálmasang í kirkjuni við hesi loysnini, tá eingin urguleikari er.











