Fráfarni Kringvarpsstjórin vitjar á Rás2 millum klokkan 11 og 12 í dag Í farnu viku gavst Jógvan Jespersen sum stjóri fyri Kringvarp Føroya. Í meira enn 17 ár sat hann í sessinum, og loftmiðlarnir og lurtararnir eru nógv broyttir , síðani han byrjaði í starvinum. Hvussu hevur hann upplivað hesi árini, og hvat náddi hann ikki at gera. Tað verða nakrir av spurningunum, sum vit seta Jógvan Jespersen, tá ið hann verður gestur á Rás2 millum klokkan 11 og 12.
Afturvaldi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vitjar eisini í sendingini, og tosað verður við hann um gongdina hjá flokkinum seinnu árini. Flokkurin var í stórum trupulleikum, men hevur nú fingið munandi størri undirtøku.
Eisini kann frættast um tiltakið Straight Parade, um føðingardagin hjá amerikanskum sangara, sum verður hildin í Føroyum, og um Lego League.