Tómligt á Kósabrúnni

Safir og Smaragd, sum nú eru heimahoyrandi í Klaksvík, hava fingið nógvan upsa, síðan skipini komu til Klaksvíkar

Fiskivinna

Síðan partrolararnir, Safir og Smaragd, vórðu keyptir til Klaksvíkar, hava teir havt stóran týdning fyri ráfiskatilgongdina hjá flakavirkinum á Kósini.
Teir landaðu aftur í Klaksvík seinasta fríggjadag, og enn einaferð vóru teir fullir undir lúkurnar, soleiðis sum teir hava verið næstan hvønn túr í seinastuni.
- Í dag og í morgin arbeiða vit upsan hjá trolarunum, søgdu tey á Kósini mánamorgunin.
Tómligt var annars við Kósabrúnna mánamorgunin.
- Streymurin hevur verið harður, og línuskipini og útróðrarflotin hava ligið. Flestu línuskipini eru nú farin útaftur at royna.
Á Kósini vænta tey, at Safir og Smaragd koma innaftur at landa seinni í hesi vikuni um alt gongst, sum tað hevur gingið í seinastuni.
- Tað hevur verið heldur smáligt við ráfiski í heyst, men í seinastuni hevur sæð heldur frægari út, siga tey á Kósini.