er altíð týdningarmikið, at fólk hava nakað at vera felags um segði umboðið fyri býráðið og helt fyri, at reka vit ikki ein konstruktivan mentanarpolitikk, og eru vit ikki fús at játta pengar til tað, ið [...] hús. Betri at kveikja ljós enn at grenja um myrkrið, hava tey hildið, sum fóru undir hetta stóra tiltak. Tað, at øll hava tikið lógvatak ger, at vit hava fingið hetta snotuliga og vakra hús. Býráðið hevur [...] Mentanarhús Dánjal Vang helt fyri, at mentan er at dyrka. -Fyri at fáa nakað gott burturúr, mugu vit dyrka, tað verið seg materielt ella andaligt. Dyrkar tú ikki tey andaligu virðini, stirðna tey. Mentan
framvegis sleppur at varðveita sama loynital, sum á gamla dankortinum Tað er av trygdaráðum, at øll dankort skulu skiftast út. Seinnu árini hava danir havt stórar trupulleikar av, at fólk hava gjørt sær [...] , ið er tengdir at donsku dankortskipanini. Nú danska fíggjarráðið hevur valt at nýtímansgera dankortið, mugu føroyska peningastovnarnir fylgja somu boðum. Á Føroya Banka vátta tey, at kundarnir hjá bankanum [...] formaðurin í danska fíggjarráðnum , Peter Schutze, at danir komandi ár skulu skifta dankortið út við eitt nútímansgjørt kort. Nýggja kortið fer at hava eitt sonevnt chipp í sær. Mynd og undirskrift hjá
veit tó, at skal meistaraheitið takast frá Fleyr ? og tað er helst einki teir heldur kundu hugsað sær ? so skal dysturin móti ÍF vinnast. Hyggja vit í bøkurnar, fáa vit at vita, at alt skil sigur, at Fram [...] eina plássið millum liðini, hevur leikliga gongdin í seinastuni víst, at tað er so stórur munur á leikliga tilfarinum, at ÍF átti at vinna ein rættiliga greiðan sigur. So einfalt var tað kortini ikki, og [...] Mjølnir skal spæla móti oddaliðnum Fleyr, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað verður eitt stórt vónbrot hjá Fleyr, um teir tapa dystin móti
sjálvsagt ætlaði hann at lata okkurt skotið av móti vinmanninum komandi dagarnar. - Tað er so heilt víst, at hann kemur at hoyra okkurt, men tað hoyrir við til søguna, at tað var lika við, at hann avgjørdi alt [...] sum ger, at StÍF mest sum altíð reisir seg, tá týdningurin av dystinum er størstur? - Nú havi eg bæði tapt og vunnið steypafinalu við StÍF, so tað er ikki altíð at teir vinna, men teir duga væl at seta seg [...] eisini fleiri heilt góðar spælarar, og tá vit royndu at taka teir royndu út, vóru teir ungu til reiðar at taka vyir. Og so skal heldur ikki gloymast, at málverjin hjá teimum stóð seg ótrúliga væl. Okkurt
kappingum eisini fyri at geva ungum leikaum høvi at samanbera seg við aðrar bridgespælarar. Savna pening Tað er sera kostnaðarmikið at vera við í slíkum kappingum, og Bridgesambandið væntar at skula útvega einar [...] sambandið um at útvega teimum bíligt uppihald. Hesum játtaðu italienarar við tí treyt, at føroyingar eisini meldaðu eitt kvinnulið til EM-kappingina. Italska bridgesambandið vísti vælvild, av tí at hetta er [...] er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka, og tí at EM-kappingin nú hevur sjeyti ár á baki. Úrslitið er, at kvinnuliðið nú eisini sleppur uppí part. Nógv venjing Bridgesambandið krevur nógv av teimum leikarum
hava forsætisráðharran at greiða frá, um tað letur seg gera at hækka blokkstuðulin aftur, um eitt tílíkt ynski kemur úr Føroyum, og um ein fortreyt fyri at hækka blokkin aftur er, at danir yvirtaka málsøki [...] hendur. Ikki hent áður Forsætisráðharrin hevur tó ilt við at ímynda sær, at ein tílík støða fer at taka seg upp. Í øllum førum er tað ikki hent fyrr, at danir hava tikið aftur málsøki, so vítt forsætisráðharrin [...] hugsast at vera nóg sannførandi, segði forsætisráðharrin, at hann av góðum grundum ikki vildi koma við nøkrum boði uppá hetta. Sostatt kann staðfestast, at eitt komandi landsstýrið neyvan fer at koma langt
Helena Dam á Neystabø (D) vóru øll samd um, at politiski myndugleikin beinleiðis eigur at fara inn og gera av, at umsiting í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða løgd í útjaðaranum. Venda próvbyrðuni [...] hvussu hetta kann gerast. Hann mælti til, at próvbyrðan fyri, hvar almennir stovnar skulu leggjast verður vend á høvdið. Hetta merkir, at útgangsstøðið er, at ein almennur stovnur, sum skal setast á stovn [...] liggja í útjaðaranum, og at ógvuliga tungt vigandi grundgevingar skulu til, um hann kortini skal leggjast í miðstaðarøkinum. Í dag er tað soleiðis, at gingið verður út frá, at nýggir almennir stovnar skulu
tað mundið, at viðurkendir altjóða sakførar og dómarar meta tað vera rætt at fáa Sharon fyri ein altjóða dómstól við skuldsetingum um at hava verið við til at loyva falangistum í Libanon at gera tað skitna [...] vildi tað verið rætt at latið ST-friðarherlið komið inn í myndina. Nú fáa vit so at síggja, hvat BBC-sendingin fer at útvikla seg til. Hvør veit, tað kunnu koma so avdúkandi prógv fram, at Sharon enn einaferð [...] mentir og útviklaðir og hava kunnað sett nógva orku til at fylgja tí, sum fyrigongur eitt nú í Miðeystri, so ber ikki til at lata eyguni aftur fyri, at eitt mál hevur oftast tvær síður. Bretska sjónvarpsrásin
fyrstu løtuni, so haldi eg eisini at vit høvdu gott tak á teirra áleyparum. - Trupulleikin fyrstu løtuna var, at vit ikki høvdu nakran ávísan mann at mansverja, men at Hans Fróði og eg bara skuldu taka [...] Moskva. - Eg má siga, at 0-1 í Moskva so avgjørt ikki er vánaligt. Sjálvandi er tíðin farin, har vit bara vóru við fyri at læra, men hinvegin skulu vit heldur ikki fara at rokna við, at vit skulu fara úr Moskva [...] rokna við tí eftir avrikið ´Luksemburg. - Vónirnar bygdi eg á, at Allan alla tíðina hevur víst mær álit, soleiðis at eg alla tíðina havi kent, at tørvur er á mær. Har afturat havi eg ongan tíð sitið á beinkinum
Sjálvur tóktist hann eisini at vera væl nøgdur um persónliga avrikið, tó at hann ikki var serliga errin um úrslitið. - Fyrst og fremst haldi eg, at vit í dag fingu væl meira av plássi at spæla á, enn vit fingu [...] heilt samdur í hesum. - Eg haldi ikki, at málini bara stava frá, at vit verða revsaðir, tá vit hava mist bóltin. Tað er heldur soleiðis, at teir sleppa ov væl at spæla seg ígjøgnum, hóast vit eru komnir [...] nú leygardagin. Hinvegin haldi eg ikki, at vit í nóg stóran mun gjørdu okkum dælt av plássinum, sum vit høvdu. tá vit royndu at spæla upp á miðjuna, so sóu vit, at hetta væl bar til. Serliga í fyrra hálvleiki