Oddagrein·Sharon og fortíðin

Er tað nakað mál, sum nógvir føroyingar hava eina avgjørda meining um, so er tað til Ísrael og støðuna í Miðeystri. Vit verja Ísrael og tað ísraelar standa fyri og gera tað fyri nærum einhvønn prís. Vit síggja arabarar og palestinar sum fíggindan, sum tann, ið er orsøkin til allar ólukkur.

 


Soleiðis hevur tað altíð verið her á landi og í stórum parti av vesturheiminum. Men sohvørt sum miðlarnir eru mentir og útviklaðir og hava kunnað sett nógva orku til at fylgja tí, sum fyrigongur eitt nú í Miðeystri, so ber ikki til at lata eyguni aftur fyri, at eitt mál hevur oftast tvær síður.


Bretska sjónvarpsrásin BBC, sum nú hevur átt atgongd inn í nærum hvørt heim í Føroyum í nøkur ár, er ein av teimum miðlunum, sum hevur roynt at vísa okkum veruleikarnar frá tí nærum krígsherjaða Ísrael. Hon hevur ? eftir okkara tykki ? roynt at lýsa hesa nærum óloysiligu støðu frá øllum síðum. Hóast tað so eru nógvir ísraelar og viðhaldsfólk teirra í øðrum londum, sum halda, at BBC og aðrar sjónvarpsrásir eitt nú CNN, reka antiísraelska propagandu, tvs. bara lýsa málið til fyrimunar fyri palestinar.


Tað hoyrdu vit so seint sum í hesi vikuni, tá umboð fyri ísraelsku stjórnina funnust harðliga at eini Panoramasending hjá BBC um leiklutin hjá forsætisráðharranum Sharon í hópmorðunum á palestinsk flóttarfólk í legunum Sabra og Shatilla í Libanon fyri nærum 20 árum síðani. BBC kemur sum so ikki til nakra niðurstøðu, men tað setir so mikið fokus á leiklutin hjá Sharon sum var verjumálaráðharri í Ísrael um tað mundið, at viðurkendir altjóða sakførar og dómarar meta tað vera rætt at fáa Sharon fyri ein altjóða dómstól við skuldsetingum um at hava verið við til at loyva falangistum í Libanon at gera tað skitna arbeiði: at beina fyri túsundtals ósekum palestinum.


Hetta eru harðar ákærur men als ikki nýggjar og ókendar. Tí eftir hópdrápini varð ein kanning sett í verk av málinum og Sharon varð noyddur til at fara frá sum verjumálaráðharri fyri sín ?leiklut? í hesi hending. Í dag er málið vorðið kannað enn meira og nú meta høgtstandandi løgfrøðingar, at málið eigur at verða roynt við altjóða dómstól.


Hvat vit enn halda um ísraelar og palestinar, so eru vit øll samd um, at hetta er ein ólukkulig støða fyri bæði hesi fólk. Vit kunnu á ongan hátt taka undir við teimum morðum og atsóknum, sum báðir partar eru atvoldin til. Tí vildi tað verið rætt at latið ST-friðarherlið komið inn í myndina. Nú fáa vit so at síggja, hvat BBC-sendingin fer at útvikla seg til. Hvør veit, tað kunnu koma so avdúkandi prógv fram, at Sharon enn einaferð verður noyddur at lata ein ráðharrasess frá sær.