Vandin er altíð til staðar

John heldur ikki, at tað var ein av barnasjúkunum, sum var orsøkin til stórtapið móti Jugoslavia

 

Landsliðsprát


Eftir at hann í fjør heyst hevði ein rættiliga lakan enda á landsliðsárinum, tykist John Petersen att vera komin rættiliga fyri seg aftur á føroyska landsliðnum.

Spælið í teimum fýra landsdystunum í ár hevur verið nógv betri enn í fjør, og mikudagin taldist hann avgjørt millum bestu føroysku leikararnar. Sjálvur tóktist hann eisini at vera væl nøgdur um persónliga avrikið, tó at hann ikki var serliga errin um úrslitið.

- Fyrst og fremst haldi eg, at vit í dag fingu væl meira av plássi at spæla á, enn vit fingu eitt nú leygardagin. Hinvegin haldi eg ikki, at vit í nóg stóran mun gjørdu okkum dælt av plássinum, sum vit høvdu. tá vit royndu at spæla upp á miðjuna, so sóu vit, at hetta væl bar til. Serliga í fyrra hálvleiki, men tað var eisini sjónligt í seinna.


Ov leysir

At Føroyar so hóast alt tapa við tennistølum kundi kanska bent á, at leikararnir framvegis eru ov naivir í spælihátti sínum. At barnasjúkurnar enn ikki eru burtur, men John var tó ikki heilt samdur í hesum.

- Eg haldi ikki, at málini bara stava frá, at vit verða revsaðir, tá vit hava mist bóltin. Tað er heldur soleiðis, at teir sleppa ov væl at spæla seg ígjøgnum, hóast vit eru komnir upp á pláss í verjustøðu.

- Teir spæla sera skjótt, og eru vit ikki heilt til reiðar at taka ímóti teimum, so verða vit revsaðir. Sjálvur haldi eg eisini, at vit lógu ov langt frá monnunum í markeringunum. Ikki bara í verjuni, men alla staðni á vøllinum, soleiðis at teir í ov stórum mun fingu loyvi at spæla sítt kombinatiónsspæl.


Slíkt kann henda

Tá eitt slikt úrslit stingur seg upp, verður altíð vent aftur til sama spurningin, og hendan settu vit eisini John eftir dystin. Eru Føroyar framvegis bert við fyri at læra?

- Nei, tað vóni eg ikki. Sjálvandi skulu vit eisini læra av hesum, men hetta er tað, sum kann henda. Jugoslavar hava eitt sterkt lið, og eru vit ikki á toppinum, so er altíð vandi fyri slíkum úrslitum. Tað vita vit av, og tíverri var hetta ein av teimum døgunum.

- Tíbetur er komandi dysturin hjá okkum eisini móti jugoslavum, so tá hava vit møguleika at reisa okkum aftur, sigur John Petersen at enda.