Danmark tekur ikki málsøki aftur

Tað kemur neyvan uppá tal, at danir yvirtaka málsøki aftur, sum føroyingar longu hava yvirtikið, men vilja sleppa av við aftur av fíggjarligum ella øðrum ávum. - Tað havi eg ilt við at ímynda mær, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri.

Umvendar yvirtøkur
Um onkrir politikarar í Føroyum ganga við einum tanka ella ynski um at hækka blokkstuðulin aftur næsta ár, og lata danir taka aftur yvirtikin málsøki, so kunnu teir helst jarða hendan tankan.

Tað kemur neyvan uppá tal, segði danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, tá hann mikudagin svaraði einum fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmanni. Danir hava ongan áhuga í at yvirtaka málsøki, sum longu eru farin á føroyskar hendur.

Blokkstuðulin er gjald fyri málsøki, sum eru felags. Tá ið føroyingar yvirtaka hesi málsøki, so yvirtaka føroyingar eisini útreiðslurnar í sambandi við yvirtiknu málsøkini, og blokkstuðulin verður lækkaður tilsvarandi, vísti Anders Fogh Rasmussen á.

Tórbjørn Jacobsen vildi hava forsætisráðharran at greiða frá, um tað letur seg gera at hækka blokkstuðulin aftur, um eitt tílíkt ynski kemur úr Føroyum, og um ein fortreyt fyri at hækka blokkin aftur er, at danir yvirtaka málsøki, sum longu eru farin á føroyskar hendur.


Ikki hent áður

Forsætisráðharrin hevur tó ilt við at ímynda sær, at ein tílík støða fer at taka seg upp. Í øllum førum er tað ikki hent fyrr, at danir hava tikið aftur málsøki, so vítt forsætisráðharrin veit. Og somuleiðis heldur hann tað vera rættiliga óhugsandi, at blokkurin hækkar aftur. Men heilt útiloka tí, vildi forsætisráðharrin tó ikki.

Blokkstuðulin verður ásettur í samráðingum millum stjórnina og landsstýrið, og eingin veit, hvat kann henda í hesum samráðingunum, sum verða aftur í heyst um blokkstuðulin fyri næsta ár.

- Danska stjórnin hevur ikki ta arrogantu støðuna, at hon frammanundan vísir aftur at samráðast við landsstýrið, segði forsætisráðharrin.

- Men tað hevði verið rættiliga óvanligt at vent aftur og hækka ein blokkstuðul, sum áður er lækkaður, tí uppgávur eru fluttar frá at vera felags til at vera føroyskar burturav. Í øllum førum skulu føroyingar koma við rættiliga sannførandi sjónarmiðum, um teir ynskja blokkstuðulin hækkaðan aftur, legði forsætisráðharrin aftur.

Spurdur, hvørji sjónarmið kunnu hugsast at vera nóg sannførandi, segði forsætisráðharrin, at hann av góðum grundum ikki vildi koma við nøkrum boði uppá hetta.

Sostatt kann staðfestast, at eitt komandi landsstýrið neyvan fer at koma langt við einum møguligum fyrispurningi til stjórnina um at hækka blokkin aftur. Heldur ikki, um landsstýrið heitir á stjórnina um at taka aftur málsøki, sum eru farin á føroyskar hendur.

Blokkurin er í ár 615,5 milliónir krónur, og tær 366,4 milliónirnar, sum hann minkaði við í mun til í fjør, fáast neyvan aftur.