Hósdagin kunngjørdi formaðurin í danska fíggjarráðnum , Peter Schutze, at danir komandi ár skulu skifta dankortið út við eitt nútímansgjørt kort. Nýggja kortið fer at hava eitt sonevnt chipp í sær.
Mynd og undirskrift hjá eigaranum av dankortinum verður ikki ikki longur á kortinum, meðan eigarin framvegis sleppur at varðveita sama loynital, sum á gamla dankortinum
Tað er av trygdaráðum, at øll dankort skulu skiftast út. Seinnu árini hava danir havt stórar trupulleikar av, at fólk hava gjørt sær dælt av at kopiera dankortini hjá øðrum, men nýggja chippið á dankortunum fer at forða hesum í framtíðini.
Umfatar eisini føroyingar
Føroysku peningastovnar hava síðan fyrst í nítiárunum havt avtalu við danir, at teirra dankort eisini fevna um Føroyar. Avtalan inniber, at føroysku peningarstovnarnir skulu nágreiniliga fylgja teimum ásetingum, sum danir hava við sínum dankorti.
Einasta frávikið við dankortum í Danmark og Føroyum hevur verið, at forsíðan á føroysku kortinum hevur verið øðrvísi enn teimum donsku kortunum.
Á Elektron siga tey, at í alt 5.000 dankort og 20.000 visakort eru í Føroyum. Av tí donsku ásetingarnar bæði fevna um dan- og Visakort í Føroyum, eru í alt 25.000 føroyingar, ið er tengdir at donsku dankortskipanini.
Nú danska fíggjarráðið hevur valt at nýtímansgera dankortið, mugu føroyska peningastovnarnir fylgja somu boðum. Á Føroya Banka vátta tey, at kundarnir hjá bankanum í framtíðini verða noyddir at skifta sítt dan- og FR-Visa kort út.
? Vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu, hvussu vit fara at skipa skiftið av dan- og FR-Visa kortum hjá okkara kundum, men tað hevði verið rættiliga náttúrligt at skift kortini út, tá tey gomlu kortini renna út, so tað ikki ávirkar kundan, verður sagt úr Føroya Banka.
Nýtt gjald
Nýggja dankortið fer eisini at hava við sær eitt nýtt gjald til brúkaran. Skipanin hevur annars verið, at innan fyri danska ríkið hevur brúkarar ikki goldið brúkaragjald, tá kortið hevur verið nýtt í handlum, men henda skipan verður eftir øllum at døma broytt í framtíðini
Peningastovnarnir fáa við nýggja kortinum møguleika fyri at krevja 50 oyru frá handlunum fyri hvørt dankort-gjald. Handlarnir gera sjálvir av, um 50 oyra gjaldið verður kravt av brúkaranum ella ikki. Leggjast skal afturat, at teir handlar, ið ikki hava fleiri enn 5000 dankortgjøld um árið, sleppa undan nýggja gjaldinum.










